Frank Davidsen
Sørvágur
Tað er ein sera rámandi oddagrein, ið Eirikur Lindenskov hevur í Sosialinum í kvøld, har hann millum annað ger vart við, at hvørki Edmund Joensen, Høgni Hoydal ella Jóanes Eidesgaard megnaðu ella tordu at seta stólin fyri hurðina, tá Anfinn Kallsberg var formaður í Fólkaflokkinum.
Sitandi formaður Fólkafloksins hevur hvørki sama format ella styrki sum fyrrnevndi formaður floksins. Síðan Jørgin Niclasen tók við sum formaður, hevur flokkurin ikki bara gingið í tvíningum, tí afturat tí hevur Poul Michelsen meldað pass og tikið seg úr flokkinum, sum hann hevur tænt í 40 ár.
Eftir útsøgnunum frá løgmanni og fíggjamálaráðharranum er tað ein stórur spurningur, um tíðin hjá sitandi formanni Fólkafloksins nærkast endanum, soleiðis at hann nú?í berari desperasjón taktiskt roynir at fáa tað til at síggja út, sum hann framvegis er tann sterki maðurin í flokkinum og ikki Annika Olsen og Jacob Vestergaard, landsstýrisfólk floksins.
Til seinast í oddagreini í Sosialinum stendur:
»Aksel V. Johannesen kann nú prógva sítt virði, sum nýggjur floksleiðari. Hann kann prógva, um eisini hann ræðist Fólkaflokkin, tað verður hansara politiska sveinastykki.«
Sjálvur haldi eg, at hesaferð eigur stólurin bæði væl og virðiliga at vera settur Fólkaflokkinum fyri hurðina, tí hetta er sum so nógv annað enn eitt bluffnummar frá sitandi formanni floksins.