Lat grundlógarnevnd orða ta tjóðskaparligu semjuna

Skal ein grundlóg skrivast fyri Føroyar mugu vit vita, hvørja stjórnarskipan hon skal vera grundlóg fyri. Annars rennur arbeiðið út í sandin. Tað heldur Hans Pauli Strøm, fyrrverandi limur í Grundlógarnevndini. Hann skýtir tískil upp, at grundlógarnevndin fær uppgávuna at finna ta breiðu semjuna, sum ongantíð fekst politiskt

Tá nýggja Grundlógarnevndin fer til verka eigur at vera skipað soleiðis fyri, at hon fær til uppgávu at orða eina semju í sjálvstýrismálinum.
Tað heldur Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum. Hann var ein íðin luttakari í Grundlógarnevndini, sum sat síðsta valskeið. Men av tí at Hans Pauli Strøm fall á løgtingsvalinum í fjør, verður hann ikki partur av nýggju nevndini, tí hon er bara mannað við fólkavaldum politikarum og embætisfólkum.
Fyriskipararnir hava kortini bjóðað Hans Pauli Strøm at vera røðari á grundlógarráðstevnuni, sum í hesum døgum leikar á í Norðurlandahúsinum, netupp tí hann hevur sýnt evninum serligan áhuga.

Nýggjan leist
Hans Pauli Strøm kennir sostatt væl til grundlógararbeiðið, sum gongur á fjórða árið. Og nú ein nýggj grundlógarnevnd skjótt fer til verka, vónar hann ikki, at hon heldur fram í sama sporinum sum tann undanfarna. Tí so er vandi fyri, at onki spyrst burturúr.
? Hví kom hin fyrra nevndin ikki til eitt úrslit av arbeiði sínum? Tí ongin greiða var um tær politisku fyritreytinar, tað vil siga tær stjórnarligu fyritreytirnar. Men skilið er framvegis tað sama. Politisku umstøðurnar eru broyttar, men bert so at stjórnarligu fyritreytirnar eru uppaftur ógreiðari enn hjá tí fyrru nevndini, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann setir spurnartekn við, hvørja stjórnarskipan ein nýggj grundlóg skal vera fyri. Fyri einum heimastýri? Ella fyri fullveldi? Hvørki er semja um. Ella skal ein grundlóg orðast í einari ókendari framtíðarstøðu? Hans Pauli Strøm svarar sjálvur.

At søkja semjuna
Grundlógarnevndin skal gerast staðið, har partarnir nærkast einari semju í tjóðskaparspurninginum.
? Eg skjóti upp, at grundlógarnevndin í staðin fyri at gerast eitt nýtt forum fyri tjóðskaparligum klandri, fær høvuðsuppgávuna at orða ta tjóðskaparligu semjuna. Latið grundlógarnevndina sjálva orða sín arbeiðssetning og broyta hann, so at uppgávan eisini verður at orða eitt uppskot til eitt statsrættarligt valdsbýti og eina stjórnarskipan, sum ein breið tjóðskaparlig semja kann fáast um, sigur Hans Pauli Strøm.
Uttan eina semju um, hvat fyri eina stjórnarskipan grundlógin skal vera grundlóg fyri, ber illa til at gera endaligar orðingar í grundlógina. At finna ta tjóðskaparligu semjuna um hetta, er tann veruliga uppgávan hjá Grundlógarnevndini, heldur Hans Pauli Strøm.
Møguleiki skuldi verið fyri, at veita rúmd fyri sjónarmiðinum hjá Hans Paula Strøm, tí landsstýrismaðurin við lógarmálum, Høgni Hoydal, hevur eftir tilmæli frá Javnaðarflokkinum orðað nýggja uppskotið soleiðis, at nevndin sjálv orðar arbeiðssetningin.

Uppsøgn gjørlig
Vinnur uppskotið hjá Hans Paula Strøm frama, so er spurningurin sjálvandi, hvørja skipan føroyingar kunnu semjast um. Tí har hevur stóri knúturin verið higartil. Skal tað vera heimastýri, sjálvstýrilóg ella frælsur felagsskapur við Danmark er gjøgnumtaglað og tannlað síðstu árini.
Tí kann tað gerast avgerandi, heldur Hans Pauli Strøm, at grundlógin inniheldur eina greiða mannagongd, sum skal fylgjast, um vit seinni vilja fara úr hesari stjórnarskipan yvir í eina aðra. Ein uppsøgn skal vera gjørlig.