Ferðslutrygd
Eg vil fegin hava eitt stempul, ið sigur, at eg geri eitt gott arbeiði, og tað vænti eg eisini, at allir hinir koyrilærararnir vilja, sigur Benny Ejdesgaard koyrilærari í Havn, um orsøkina til uppskotið um, at almenningurin skal hava innlit í góðskuna á frálæruni hjá koyrilærarunum.
Almenn dumpiprosent
Á heimasíðu síni koyrilararin.fo, skjýtur Benny Ejdesgaard upp, at dumpiprosentini hjá hvørjum koyrilærara vera løgd út á alnetið, soleiðis, at ein næmingur hevur møguleika at meta um góðskuna á teirri veiting, ið hann ella hon keypir. Tí sum er, er fasti prísurin einasta parametur, ið fólk hava at taka støðu eftir. Men um tú dumpar hevur hetta nógvar eykaútreiðslur við sær. Tú skalt gjalda fyri nýggja roynd og fyri eyka koyritímar, tí er endin ofta, at koyrikortið gerst munandi dýrari enn upprunaliga ætlað. Móttakarin hevur krav upp á góðsku og eigur at kunna fáa innlit í góðskuna av veitingini, sigur Benny Ejdesgaard. Hans J. Hermansen, ið somuleiðis er koyrilærari í Havn er heilt samdur við Benny. Hann sigur við Sosialin, at hetta er eitt fínt uppskot. Koyrikortið er ein so týðandi partur av tí, ið vit læra, at góðskan eigur at vera í lagi. Tíanverri velja tey flestu koyrilærara eftir grundprísinum, men so hanga tey upp á eykarokningar. Hann metur tí, at størri gjøgnumskygni bert er ynskiligt. Eisini aðrir koyrilærarar, ið Sosialurin hevur tosað við eru jaliga sintir yvir fyri uppskotinum.
Vil gangan undan
Benny hevur lagt uppskotið fram fyri Akstovuni, ið sambært honum førdi fram, at niðri varð hetta heldur ikki gjørt. Men Benny Ejdesgaard metir ikki, at vit endiliga skulu vera eftirbátar, og bíða inntil danir broyta sína skipan: Hví kunnu vit ikki ganga undan? spyr hann. Hans J. Hermansen er samdur í, at tað er óheppið altíð at skeita at dønum, á hesum økinum, men at hetta tíanverri er ein tendensur. Ofta eru onnur lond frammanfyri Danmark á ferðslu økinum.
Smileyskipan
Hann er greiður yvir at, tað verður trupult at fáa uppskotið um almannakunngerð av dumpiprosentum í gjøgnum og skjýtur tí upp, at man ger sum danska ráðið fyri ferðslutrygd hevur skotið upp, at koyrilærararnir eru við í eini smiley skipan, har smílið á tínum Smiley gerst alsamt glaðari, jú lægri dumpiprosenti er. Benny Ejdesgaard sigur, at hann enntá hevur skotið upp fyri Akstovuni, at skipanin gerst sjálvboðin, soleiðis, at bert teir koyrilærarar, ið vilja luttaka eru við.
Leggur ikki eftir starvsfeløgum
Benny Ejdesgaard sigur, at hetta ikki er nøkur roynd at leggja eftir starvsfeløgum. Tí hann er sannførdur um, at allir gera eitt gott arbeiði, og tí eru áhugaðir í at lata almenningin fáa hetta innlit . Men samstundis er gongdin í Danmark ræðandi, har ov nógvir koyrilærarar eru um boðið, og summir ikki liva upp til hetta ábyrgdarfulla starv. Hetta kann gerast veruleikin í Føroyum um nøkur ár, og tá er gott at hava tryggjað seg ímóti hesum trupulleikum, ið danir hava nú.
Ræðandi donsk hagtøl
Ein kanning, ið sjónvarpssendingin Kontant á Danmarks Radio hevur gjørt, vísir, at í Keypmannahavn er miðal dumpipronsetið er 45%. Her hevði tann koyriskúlin við hægsta dumpiprosentinum 84 %, meðan tann við lægsta dumpiprosentinum hevði 6%, ið dumpaðu. Men fyri næmingin, ið skuldi taka koyrikortið var prísurin einasta parametur, ið hann kundi taka støðu eftir, tá hann valdi skúla. Fleiri umboð fyri løgregluna og fólk frá ferðslutrygd vístu á, at nógvir koyriskúlar í Danmark høvdu so lágar prísir, at tað ikki bar til, at veita nøktandi frálæru fyri hetta gjald. Hóast vit ikki hava tølini fyri koyriroyndirnar í Føroyum, vísur 45% munurin í dumpiprosentum í ástøðisroyndum, at munurin eisini á føroysku frálæruni er alt ov stórur.
Neyðugt innlit
Tølini vísa, at munur er á frálæruni, og kundin eigur, at hava møguleika fyri at fáa ábending um hvussu góðskan á frálæruni er. Men er vandi ikki fyri, at um vit fáa almenn dumpiprosent ella eina smiley skipan, at koyrilærarar fara at nokta at lata næmingar sleppa upp í koyriroynd, fyrr enn teir eru heilt vísir í, at næmingurin ikki dumpar. Hetta kann kosta eyka koyritímar fyri næmingin, og í síðsta enda gera koyrikortið enn dýrari. (Hetta heldur Benny Ejdesgaard ikki vera ein trupulleika. Eg koyri ongan upp í roynd fyrr enn, eg eri tryggur við, at tey fara upp. Eg vil ikki hava, at mínir næmingar fara út og gera eina vanlukku! Man koyrir ikki fólk upp, fyrr enn tey eru klár.Men hjá teimum flestu eru teir lógarkravdu tímarnir nokk. sigur Benny Ejdesgaard, ið tí ikki metur, at hetta verður ein trupulleiki.