- Tey, sum fingu hugskotið at lata íslendingum 300 miljónir, eiga miklan heiður. Eg haldi tó avgjørt, at føroyingar eiga at geva íslendingum hendan peningin fyri einki Í mong ár hava føroyingar fingið fiskirættindi í íslendskum sjógvi fyri einki ? rættindi, sum hava havt og framvegis hava stóran týdning fyri okkara húkaflota.
Johan Mortensen, vinnulívsmaður, vísir á, at sjálvandi eru 300 miljónir krónur nógvur peningur í okkara verð.
- Men eingin ivi er um, at vit nú eiga at rætta grannum okkara fyri vestan eina útrætta hond og geva teimum hendan peningin.
Hann leggur dent á, at íslendingar ongantíð hava verið smáligir, tá ræður um ?lítlabeiggjan? Føroyar, sum hann tekur til.
- Ígjøgnum mong ár hava teir víst okkum stórlætni sum einasta tjóð í heiminum at lata okkum fiska botnfisk í teirra sjógvi ? fyri at kalla einki. Sjálvt, tá teir hava verið noyddir at skerja sínar egnu kvotur eftir fiskifrøðiligari tilráðing, hava teir altíð tikið fyrilit og hava hugsað um føroyingar.
Johan vísir á, at undan seinastu samráðingum millum londini noyddust íslendingar at skerja sína egnu toskakvotu úr 130.000 niður í 90.000 tons, men kortini varðveittu føroyingar meginpartin av síni botnfiskakvotu í íslendskum sjógvi.
- Soleiðis hevur verið á hvørjum ári í mong Harrans ár. Íslendingar hava altíð átt pláss fyri at rætt føroyingum bróðurhond, og tað eiga vit eisini at gera, nú teirra land er í ringastu fíggjarkreppu nakrantíð.
Vinnulívsmaðurin sigur, at henda kvota í fyrstahondsvirði ? ella avreiðingarvirði - er verd einar 70 miljónir krónur í okkara peningi, og haraftrat koma so allir ringvirkningarnir, sum hetta tilfeingið skapar í Føroyum.