Vestmanna og Kvívík: Lat okkum í felag basa koronu

- Vónandi koma vit har til, at vit øll kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur - og ikki minst eini koronufrí jól, siga tey í Vestmanna og Kvívík.

 

 

Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna lýsa í dag við, at ein avtala nú endaliga er komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at kommunurnar nú kunnu fara undir at kanna sínar borgarar í skúlanum í Vestmanna.

 

Kanningarnar verða í miðhøllini í skúlanum, soleiðis sum myndin niðan fyri vísir.

 

- Vit fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera, og vit vóna, at borgararnir í bygdunum fara at brúka hetta tilboð, so koronu-smittan kann basast.

 

Í báðum kommununum verður vónað, at øll skjótt kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur - og ikki minst eini koronufrí jól.

 

##med2##

 

Kommunurnar siga soleiðis um støðuna: 

 

- Lat okkum nú í felag basa koronu og fylgja teimum tilmælum, sum eru sett í verk. Bílegging fer fram á korona.fo, og longu nú ber til at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin, 26. november og sunnudagin 28. november frá klokkan 17 til 19.

 

Í gjár vendi Vestmanna kommuna sær eisini til foreldur og næmingar í Vestmanna skúla, og her varð víst á, at koronu-smitta hevur gjørt um seg í skúlanum í langa tíð.

 

- Nú eru rættiliga nógv smittað, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur verið í samband við skúlan í dag, og er komin við greiðum boðum.

 

Landslæknin vil hava, at skúlin steingir frá hósdegnum 25. november, sum er í dag til og við 5. desember, sum er ein sunnudagur.

 

- Landslæknin heitir staðiliga á foreldur um at hava børnini heima hetta tíðarskeiðið fyri at vit kunnu basa smittuni.

 

Í Vestmanna kommunu leggja tey aftrat, at skúlagongd verður aftur frá mánadegnum 6. desember, og tá er umráðandi, at øll, sum møta, hava eina negativa koronutest - ella eru vorðin frísk aftur av koronu.