Hvannasundsmaðurin Livar Nysted fer í januar av álvara undir at venja við maskinum, tí tað ræður um at vera sera væl fyri, tá ið hann í juni fer sín næsta túr sum havrógvari.
Hann er væl fyri, spælir eitt sindur bólt, og hann er hvønn dag á fjøllunum, tá ið viðrar, tí hann arbeiðir hjá Kanjon, sum leggur rør fyri SEV norðan fyri Strond.
- Vit eru seks menn, sum fara at rógva úr Avstralia, tvørtur um Indiska havið og heilt yvir til Afrika. Tað hevur eingin roynt áður. Teinurin er umleið 7000 km, og tað fer at taka minst tveir mánaðir at rógva, sigur Livar Nysted.
Hann hevur tvær ferðir áður roynt seg sum havrógvari yvir um Atlantshavið. Fyrstu ferð var í 2009, men tann ferðin miseydnaðist.
Ta ferðina var ein breti við, og hesin maðurin bað Livar Nysted um at koma við at rógva yvir um Indiska havið komandi ár.
Hann er skipari á bátinum, sum teir fara at rógva við næsta summar. Teir verða seks menn, ein australi, ein íri, tveir bretar, ein íslendingur og so hvannasundsmaðurin Livar Nysted.
Í juni
Enn er ikki lagt fast, hvaðani úr Australia teir fara at rógva, men avtalað er, at teir leggja frá landi frá vestursíðuni á Australia 1. juni.
At rógva yvir um Indiska havið verður roknað at fara úr Avstralia og vestur um allar oyggjarnar í havinum, men teirra ætlan er at rógva heilt yvir til Afrika.
- Hetta hevur eingin áður roynt, sigur Livar Nysted.
Tað kann vera vánaligt veður í Indiska havinum, men har er ongantíð so kalt sum í Atlantshavinum. Um summarið hjá okkum er vetur har á leiðini, men hitin tá er kortini millum 15 og 20 stig, kaldari um náttina.
Familjan stuðlar
Livar Nysted er giftur við Sannu, og tey eiga fýra døtur.
Eingin av teimum fimm kvinnunum í heiminum roynir at fáa hann at setast aftur. Allar eru líka spentar.
- Eg haldi, at tað býr ein lítil avintýrari í konuni, sjálvt um hon ikki hevði funnið upp á slíkt.
Livar Nysted sigur, at tók familjan ikki undir við, at hann fer avstað, hevði tað ikki borið til. Hann kundi ikki livað við, at konan og børnini sótu bangin heima.
Tá ið jólini og nýggjárið eru farin afturum, fer hann av álvara undir at fyrireika seg kropsliga til túrin. Venjing merkir, at hann fer at rógva við maskinum tveir tímar hvønn dag.
- Tað hevur nógv at siga at vera væl fyri kropsliga,men tað hevur ongan týdning at viga eitt sindur ov nógv.
So kemur tað sálarliga, sum ikki ber til at venja. Tað er neyðugt at hava sálarligu styrkina í sær.
Óræddur
Hinar túrarnar kláraði Livar Nysted seg væl sálarliga, sjálvt um hann viðgongur, at man verður spakuliga sálarliga niðurbrotin á slíkum ferðum.
- Eg minnist á fyrstu ferðini gekk væl teir fyrstu 10 dagarnar, men tá vit rendu okkum í trupulleikar, stóð ikki so væl sálarliga hjá øllum. Á ferðini í fjør upplivdi eg at fara fyri borð, men tað gjørdi meg ikki bangnan fyri at royna aftur, sigur Livar Højsted.
Hann veit, hvussu væl báturin er útgjørdur við satelitt-telefonum, bjargingarbátum og øllum.
Hetta er ikki minst neyðugt á komandi ferðini, tí lítil skipaferðsla er á leiðini. Tað kunnu ganga vikur ímillum,at nakað skip er at síggja.
Kostnaðarmikið
Tað kostar ikki einki at gera eina slíka ferð.
- Eg skal gjalda 18.000 pund, einar 200.000 krónur bara fyri at sleppa við. Haraftrat kemur ferðing og mist arbeiðsinntøka. Hetta fer at kosta mær minst 300..000 krónur, sigur Livar Nysted, sum nú fer at leita eftir stuðlum.
Hann sigur, at tá hann til ferðina í fjør royndi at fáa stuðlar, flentu fleiri at honum, men av tí at ferðin í fjør eydnaðist so væl, verður óivað lættari at fáa stuðlar nú.
Livar Nysted skilir væl, at maðurin, sum eigur bátin, má taka pening fyri at lata menn koma umborð. Báturin er kostnaðarmikil, og einki treyggingarfelag vil tryggja ein slíkan bár,m tí vandin er stórur.
Herfyri varð Livar Nysted boðin niður til Onglands, tí ferðin hjá honum og feløgum hansara við Artemis í gjør tvørtur um Atrlantshavið, kom í Guinnes metbókina. Men Livar Nysted fór ikki avstað.
- Eg tímdi ikki at brúka pening uppá ein døgurða í Onglandi.
Livar Nysted gleðir seg til ferðina, og hvørki hann ella familjan leggja nakað í, at fólk halda hann vera øran. Tað hava tey vant seg við at hoyra.
- Eg sigi bara tað, at tey sum altíð bara arbeiða frá kl. 8 til 16 og annars liggja á sofuni eru nógv meira ør. Tað ræður um at liva lívið,meðan tað ber til, sigur Livar Nysted.