Latið dreingirnar berjast

Kvinnuligu virðini eru so ráðandi í dagstovnum, at íborna náttúran hjá dreingjum er í vanda. Tí skulu vit loyva dreingjunum at berjast meira, sigur Claus A. Rasmussen, pedagogur í dagstovninum á Hamrinum á Argjum.

Vit vilja síggja blóð! Vit vilja síggja blóð! Stórhending á spæliplássinum, har tveir smáir kanuttar eru farnir til hendurs. Físa, sparka, sláa og banna.

Men bardagin nær ongantíð í hæddina, tí brádliga verður hann steðgaður av tveimum konum, sum hála dreingirnar inn á kontórið, har ósemjan verður handfarin á ein meira mentaðan hátt: Báðir sleppa til orðanna, siga sína hugsan og enda við at orsaka. Maskulinar aggressjónir og ósemjur hóska ikki til barnagarðsmentanina.

Men í barnagarðinum á Hamrinum á Argjum sleppa dreingirnir at berjast, og tað farliga lívið við svøðrum og øðrum spælivápnum livir lið um lið við dukkulisurnar hjá gentunum.

- Ein partur av natúrliga kenslulívinum hjá dreingjum er tann aggressivi parturin. Tí skulu vit ikki forða teimum í at menna førleikan at loysa ósemjur á teirra egna hátt. Tað duga teir nógv betri enn vit halda, sigur Claus A. Rasmussen, pedagogur, sum er sannførdur um, at dreingirnir altíð fara at berjast, óansæð um teir sleppa ella ikki. Verða teir forðaðir, finna teir bara eitt annað stað, har tey vaksnu ikki síggja.

- Og tá fara teir lættliga út um mørk, sigur Claus A. Rasmussen, sum heldur tað vera sera umráðandi, at pláss er fyri báðum kynunum í dagstovnunum.

Men av tí, at gentumentanin longu er so ráðandi innan dagstovnaøki og í pedagogútbúgvingini, hevur Claus A. Rasmussen serliga savnað seg um at loyva dreingjamentanini framat á stovuni, har hann arbeiðir.


Serfrøðin samd

Pedagogurin á Hamrinum er ikki einsamallur. Danski barnaserfrøðingurin Jesper Juul, sum hevur skrivað eitt ótal av bókum um børn, uppaling og familjulív, hevur fleiri ferðir verið úti við júst sama boðskapi: At ein drongur, sum ongantíð sleppur av við aggressjónirnar, heldur ikki lærir at handfara ósemjur ella at kenna mørkini hjá sær sjálvum og øðrum.

- Bæði í dagstovnum og heima eru kvinnuligu virðini ráðandi. Sjálvandi er tað gott við empati og kærleika, men tað skal ikki vera fullkomiligur yvirluti av hesum virðum, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri mentalu heilsuna hjá dreingjum, sigur Jepser Jull við netsíðuna Navlestrengen.dk.

- Vandin er, at dreingirnir enda sum kvinnulig ómenni, sum ikki kenna síni egnu mørk. Hetta er lívshættisligt fyri evnini at knýta seg til onnur seinni í lívinum, til dømis til kvinnur, ið sum kunnugt vilja hana mannfólk, sum duga at siga frá, sigur Jesper Juul. Tí mugu vit ikki halda mannligu aggressjónunum niðri.


Bikarið flýtur yvir

Tí, sum Claus A. Rasmussen sigur: Tá hann so veruliga verður óður, er vandi fyri, at hann fer langt út um mørk og til dømis langar ein stein í høvdið á einum øðrum. Bikarið flýtur yvir, og hann missir tamarhaldið á sær sjálvum.

Í hesum sambandi vísir Jesper Juul á, at tá dreingirnir hava lært, at maskulinu kenslurnar eru bannaðar, so kunnu teir veruliga missa samkensluna fyri øðrum fólkum, tí kenslulívið hava teir lært við orðum ella pedagogiskum parolum, og ikki menniskjaligum royndum.

- Tí hevur tað so stóran týdning, at teir læra at handfara vreiðina á einum skilagóðan hátt, sigur Claus A. Rasmussen, sum í arbeiði sínum beinleiðis eggjar dreingjunum til at vera villir og at spæla maskulin spøl, til dømis við lýsandi Star Wars svørðum, báli, pútukríggi og grótlaðing.

- Sjálvandi hava allir dreingir ikki hug at berjast, og tað er eisini í lagi. Men so standa teir og hyggja at. Tað læra teir eisini av, sigur Claus A. Rasmussen.


Harðskapur ongin loysn

Hann leggur samstundis alstóran dent á, at tey vaksnu alla tíðina vita, hvussu langt dreingirnir fara. Og at dreingirnir eisini læra at seta orð á kenslurnar, so teir ikki koma út í lívið og halda, at tað er í lagi at loysa trupulleikar við harðskapi.

- Tí gera vit nógv burturúr at tosa við dreingirnar, tá hendingar hava verið, har onkur bleiv óður ella keddur. Hví bleiv hann óður, og hvussu kanskt tú gera eina aðruferð? sigur Claus A. Rasmussen.


Hurla sonin til

Hann brúkar eisini nógva orku til at tosa um, nær er man óndur og nær talan er um spæl. Men hetta er eisini nakað, børnini læra, við at kenna mørkini hjá hvørjum øðrum. Tí skulu vaksnu mannfólkini, sum eru um dreingirnar eisini vera við villu spølunum, til dømis í pútukríggi ella at liggja á gólvinum og royna kreftir.

- Men so leingi tað næstan bara eru kvinnuligir pedagogar, mugu tær eisini átaka sær hendan leiklutin, sigur Claus A. Rasmussen, sum sjálvandi kundi hugsað sær, at tað vóru nógv fleiri mannligir pedagogar.

Men heimini hava eisini part av ábyrgdini. Her fegnast Claus A. Rasmussen at foreldrini í stovuni hava tikið so væl ímóti pedagogikkinum, sum eisini tekur atlit til maskulinu virðini.

Jesper Juul mælir til, at páparnir stuðla dreingjunum, við at hurla teir til, so teir sleppa út við íbornu aggressjóninum.

- Ger tað til ein vana at berjast við soninum. Rulla runt á gólvinum, í songini ella á plenuni – hvar sum helst. Soleiðis lærir drongurin at handfara sína maskulinu styrki í samstarvi við eitt annað mannfólk, sigur Jesper Juul.