LATIÐ FISKIMENNINIR FÁA FRIÐ

Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur

Við jøvnum millumbilum verður sjómannaskatturin havdur á lofti. Tað kan sýnast sum at alsamt fleiri eru fyri at avtaka sjómannaskattin við tí grundgeving, at hetta skal vera ein ósolidarisk skipan.
Sámal Jacobsen yngri hevði eina grein í bløðunum í síðstu viku, har hann við sakligum grundgevingum undirbygdi tað skilagóða í at varðveita sjómannaskattin. Eg vil mæla øllum teimum, sum hava ilt av sjómannaskattinum, um at lesa hesa greinina. Tað kann t. d. tykjast, sum fólk halda at sjómenn fáa ein skattalætta sum er 15%, men hesin er í veruleikanum 7-8%. Hetta merkir ein skattalætta, sum fyri allar flestu fiskimanna-inntøkurnar er millum 15 og 20.000 kr. Eg eri púra samdur við Sámali, at tey sum øvunda fiskimonnunum hendan skattalættan eru ráðini; keypið tykkum oljuklæði og gummi-styvlar og farið til skips.
Eg skal ikki taka øll sjónarmiðini uppaftur, sum Sámal førdi fram. Tó fari eg at minna á, at føroyska samfelagið er eitt fiskivinnusamfelag, har 96% av útflutninginum stava frá fiski og alivinnuni. Tað merkir, at av hvørjum hundraðkrónuseðli, sum kemur inn í landið, stava sekshálvfems krónur frá tí útflutningi, sum fiski- og alivinnan skapa.
Ynskir ein at varðveita tað føroyska vælferðarsamfelagið er neyðugt, at onkur tímir at stríðast á Mykinesgrunninum við skrøddum troli, undir Eysturgrønlandi á rækjuskipi í kavaódn og á Føroya Banka á línuskipi við agnaskræpu á hondini. Hesi vátu, skitnu, buldrandi og rullandi arbeiðspláss er sanniliga verd tann lítla skattalætta sum hesir fiskimenn fáa.
Tann dagur tá ið okkara sjómenn ikki síggja, at tað er vert at stríðast longur, verður tað eitt fátækt Føroyar, har samfelagstrupulleikarnir vera risastórir. Latið fiskimenninar fáa frið og virðið heldur tað arbeiði, sum hesir røsku sjómenn gera til gagns fyri alt Føroya fólk.
Nógvar aðrar stórar átroðkandi uppgávur liggja fyri framman, sum eru týdningarmiklari at umrøða og viðgera, og sum krevja loysnir. T. d. hvussu fáa vit ein almennan sektor, sum tann privati sektorurin klárar at bera, tað høga kostnaðarstøðið í samfelagnum, kappingarførið í flakavinnuni, bert fyri at nevna nakrar fáar átroðkandi uppgávur, sum krevja loysnir.