Flokspolitikkur kann bæði vera heiladeyður, idiotiskur og strævin.
Flokspolitikkur kann vera strævin, tí hann hevur okkurt avmarkað yvir sær: ein verður settur í bás - og ein setur onnur í bás. Flokspolitikkur kann eisini vera idiotiskur: flosklar og tómar frasur verða mangan tiknar framum skilagóða argumentatión, og aloftast er tað so, at tað sum eins egni flokkur ger og sigur er altíð rætt, meðan tað sum hinir flokkarnar gera og siga verður skírt skilaleyst. Hetta er ikki bara niðurbrótandi fyri alla debatt, men eisini fyri samfelagi, tí tað gevur øllum flokkum høvi til at tíggja sær sum teir vilja, tí tey, sum eru frelst flokspolitiskt, verja jú altíð sín flokk, uttan mun til hvussu býtt ella høpisleyst hann ber seg at, tí ein fellur í ta grøvuna at siga, at hinir eru líka ringir ella verri. Hetta er fundamentalisma av ringasta slag, og undir øllum umstøðum ein ónd ringrás, sum skapar parlamentariska inflatión.
Góður flokspolitikkur, harafturímóti, hvílir á hugsjónum og dirvi at vága nakað, eisini egið politiskt lív, um tað tænir sakini.
Tað kann eisini vera eitthvørt heiladeytt yvir flokspolitikki. Hoyrir tú t.d. eitt javnaðarumboð, fólkafloksumboð, sambandsumboð ella tjóðveldisumboð úttala seg um eitt mál, so veitst tú nærum altíð frammanundan, hvat viðkomandi sigur. Ella hvat viðkomandi ikki sigur, tí tað er ov viðkvamt fyri hansara ella hennara flokk. Hetta ger, at politiska trúvirðið kemur í vanda, og fólk gerast deyðatroytt av at hoyra somu plátuna mala og mala. Flokspolitikkur kann eisini vera sum narkotika: politikarar verða fullkomiliga bundnir av at verða afturvaldir, bundnir av at hava stórt vald, ja, enntá vald til at áseta sínar egnu lønir og pensiónir, samstundis sum Palliba og Marsanna mugu stríðast fyri sínum lønar- og pensiónsrættindum. Men politikarar hava samstundis nógv at vera takksamir fyri, tí at fólk eru dugnalig at fara á val at seta sínar krossar. Soleiðis endurføðast breyðpolitikarar ár undan ári, tí at parlamentariska ringrásin heldur fram, meðan fjarstøðan millum fólkið og politisku skipanina gerst størri og størri.
Ikki tí, eg ivist ikki í, at flest allir politikarar vilja sínum landi tað besta. Men tað er nú einaferð meira behagiligt at halda fast um ovastu rók heldur enn at seta egnan sess í vanda fyri eina politiska sak - og eina hugsjón. Hetta er ikki bara behagiligt, men eisini menniskjansligt. Tí tað er so skjótt at reyvarnar klistra fastar, og tá fylgir høvdið ikki við, tað vita vit!
Amerikanarar hava tikið avleiðingarnar av hesum, í hvussu so er, tá tað snýr seg um forsetan. Hann kann bara sita í tvey valskeið, so er tað takk fyri og út! Og í flestu førum er tað soleiðis, at tað ikki er fyrr enn í seinna valskeiðnum, at amerikanskir forsetar reka meiri óheftan og skilagóðan politikk, til frama fyri heildina, tí tá ræður tað meira um at fáa eitt gott umdømi í søgubókunum, heldur enn at verða afturvaldir.
SO! Heldur enn at koncentrera seg um at heilgardera seg við høgum lønum og feitum pensiónum eftir at hava sitið ein mansaldur á Tingi, átti okkara politiska skipan at verið broytt soleiðis, at okkara valdu umboð sótu eitt avmarkað tíðarskeið á tingi, uttan at eg í hesum umfari tími at fara í smálutir við hesum, t.d. hvussu nógv valskeið hetta eigur at vera, ella um eitt umboð kann sita í landsstýrinum, eftir at valskeiðini eru runnin. Tað er meiri princippið í málinum, eg haldi er áhugavert. Fyri at eingin politikari skal kenna seg raktan, og tískil seta fót fyri eini skilabetri politiskari skipan her á landi, er tað greitt mál, at ein slík broyting fær gildi frameftir - og ikki við afturvirkandi kraft.
Høvdu vit so samstundis broytt skipanina soleiðis, at talan bleiv um færri valdømi, haldi eg nógv var vunnið, so sleppast kann undan smápartapolitikki, har hvør dregur í sín lippukassa. Sjálvur haldi eg, við tí atliti at Føroyar skjótt eru samanbundar eystur og vestur, at hóskandi hevði verið við tveimum valdømum í landinum: Sandoyggin og Suðuroyggin og allar útoyggjarnar eitt valdømi - og tær samanbundu oyggjarnar eitt valdømi. Um onkrar útoyggjar heldur velja at kasta saman við hinum bólkinum, skal hetta standa teimum frítt.
NB: Næsta takið verður at fáa fast samband úr Sumba til Viðareiðis, tí tá er tíðin komin til at Føroyar gerast eitt valdømi! Men heldur ikki fyrr!
Loksins: Suðuroyggin hevur einki at ræðast, um vit standa saman kommunu- og landspolitiskt!