Latið ikki tíkina fáa hvølpar, ið ongin hevur biðið um!!!

Sera fittir svartir hundahvølpar til sølu…

Hundur verður latin djóravini…

Er tað nakar, ið vil eiga meg (lítil hvølpur)…

4 hundahvølpar klárir til avheinting…

3 hundahvølpar ynskja gott heim…

Border collie ca. 7 mðr., kostar onki…

Border collie hvølpar til sølu…

 

Allir hesar hundahvølparnir stóðu í lýsingum um djór í Sosialinum 1. desembur 2008.

Hvat í allari víðastu verð skulu vit við øllum hesum hvølpunum? Hvør skal taka sær av teimum? Djóravinir í Føroyum hava frammanundan eitt ella fleiri djór, so tað verður neyvan tann vegin, hvølparnir fara. Minnist til í øllum førum: Latið ongan hvølp til alkoholikarar.

Djóraverndarfelagið lýsti leingi við einum hvølpi, sum ongin vildi hava. Hann gekk uttanfyri hjá einari konu ein leygardag, hon tók hann inn, og síðani fingu vit hann. Vit lýstu eftir eigaranum, og tá hann ringdi, segði hann, at hann vildi ikki hava hvølpin alíkavæl...

Tað munnu vera mong, ið fáa sær hund, sum eftir stutta tíð síggja, at hetta gongur ikki. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað. Ein hvølpur hevur nógv at læra, og hann krevur nógv tol. Tá eigur tað at vera møguligt at lata hvølpin aftur til tann, ið tú fekst hann frá. Tit, ið seta hvølpar við, hava átikið tykkum eina stóra ábyrgd. Knappliga koma tit at sita við 5-6 hundum…

Fyri einum ári síðani, síðst í novembur 2007, gekk ein hundur í Hósvík, sum ikki hoyrdi til har. Vit lýstu leingi eftir eigaranum, spurdu, hvør visti nakað um hann, men vit fingu ongantíð nakað svar. Hundurin var ungur, stórur, stutthærdur, svartur aftan við hvítum halasnippi, hvítur framman við einum svørtum oyra. Vit spyrja enn: Hvør kann siga okkum, hvar hasin hundurin kemur frá?

Her 14. desembur 2008 varð aftur ein hundur funnin í Hósvík. Hesaferð er tað ein lítil ung tík, vigar 5 kg, ljósabrún og svørt, tað eina oyrað er skrætt. Vit hava eisini hesaferð lýst eftir eigaranum, men ongin hevur meldað seg. Hvør hevur átt hesa tíkina? Um tú veitst nakað, so sig Djóraverndarfelagnum frá.

Vit hava prógv um ein mann, ið er sæddur steðga bilinum á (12 des. fyrrapartin), har hann tveitti ein stóran kettling út á vegin og koyrdi víðari (hetta var í Søldafirði). Regn og nógvur vindur var tann dagin. Slíkt er ein beistagerð, og tað kann bert vera eitt beist, ið ger sovorðið.

Tann stóri spurningurin er nú: Eru hesir báðir hundarnir í Hósvík settir út? Eru tað fólk, ið á veg til djóralækna velja tað lættaru og sera óndu loysnina, bara at sleppa djórinum útum og koyra víðari? Tá tað eru so ónd fólk til, ið kunnu gera tað við kettlingar, eru tað tá eisini so ónd fólk til, ið kunnu gera tað við hundar og hundahvølpar?

Vónandi fara hvølparnir, ið stóðu í Socialinum 1. desembur 2008 at fáa eitt langt og gott hundalív.