Latið Landsbókasavnið umsita savnið hjá Kringvarpinum

- Tað er upplagt at lata Landsbókasavnið uppgávuna at goyma sendingar hjá Kringvarpinum, sum ikki megnar uppgávur, heldur Zakarias Wang, rithøvundur og útgevari.

Zakarias Wang vísir á, at frøin er stór, tí tað er eydnast at bjarga nøkrum sendingum, sum Elin og Óli høvdu í barnaløtum í útvarpinum fyri nógvum árum síðani.

- Samstundis hoyra vit, at tað stendur syndarliga til við øllum arkivinum hjá Kringvarpinum. Føroya fólk hevur síðan 1957 goldið fyri henda stovn, men tá vit ynskja at fáa at vita, hvat ið sent varð, so megnar stovnurin ikki at koma við tilfarinum, annaðhvørt tí at tað er mislagt, ella av tí, at tað tilfarið, ið nýtt varð, er forfarið, sigur hann.

- Hetta er nakað, sum vit sum tjóð als ikki kunnu finna okkum í. Tá ið tað er prógvað, at Kringvarpið ikki klárar at varðveita sendingarnar fyri eftirtíðina, so er helst einki annað at gera enn at flyta ábyrgdina av hesi varðveiting frá Kringvarpinum til onkran stovn, sum megnar hesa uppgávu. Her er upplagt at brúka Landsbókasavnið. Tað skal goyma alt tilfar, sum áhuga hevur fyri tey, sum vilja hava nakað at vita um Føroyar, heldur Zakarias Wang.

Hansara uppskot er tí, at Landsbókasavnið fær einar fimm milliónir av teimum 60, sum »nevtollurin« gevur Kringvarpinum, so tað fær møguleika fyri at gera tilfarið, sum sent er í Kringvarpinum, atkomuligt fyri Føroya fólk.

- So fer ikki bert at bera til at fegnast um Elin og Óla, men eisini um øll hini, og tey eru mong, sigur Zakarias Wang.