Latið málnevndina sleppa til arbeiðis

Politikarar, haldið fingrarnar burtur frá allari detailstýring av málinum, latið fakfólk gera tað arbeiðið, tí tað duga tey betur enn tit. Brúkið tit orkuna upp á at stinga út í kortið ein framskygdan málpolitikk og gerið tað møguligt at fremja hann í verki við at betra umstøðurnar hjá málnevndini

<InvalidTag content="" name="Titel" />

<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />

<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />

<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />

 

<!--[if gte mso 9]><xml> <o:OfficeDocumentSettings> <o:AllowPNG /> </o:OfficeDocumentSettings> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:WordDocument> <w:Zoom>0</w:Zoom> <w:TrackMoves>false</w:TrackMoves> <w:TrackFormatting /> <w:HyphenationZone>21</w:HyphenationZone> <w:PunctuationKerning /> <w:DrawingGridHorizontalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridHorizontalSpacing> <w:DrawingGridVerticalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridVerticalSpacing> <w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery>0</w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery> <w:DisplayVerticalDrawingGridEvery>0</w:DisplayVerticalDrawingGridEvery> <w:ValidateAgainstSchemas /> <w:SaveIfXMLInvalid>false</w:SaveIfXMLInvalid> <w:IgnoreMixedContent>false</w:IgnoreMixedContent> <w:AlwaysShowPlaceholderText>false</w:AlwaysShowPlaceholderText> <w:Compatibility> <w:BreakWrappedTables /> <w:DontGrowAutofit /> <w:DontAutofitConstrainedTables /> <w:DontVertAlignInTxbx /> </w:Compatibility> </w:WordDocument> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:LatentStyles DefLockedState="false" LatentStyleCount="276"> </w:LatentStyles> </xml><![endif]--> <style type="text/css"> <!-- /* Font Definitions */ @font-face {font-family:Arial; panose-1:2 11 6 4 2 2 2 2 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:auto; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:3 0 0 0 1 0;} /* Style Definitions */ p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal {mso-style-parent:""; margin:0cm; margin-bottom:.0001pt; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-font-family:"Times New Roman"; mso-bidi-font-family:"Times New Roman";} h1 {mso-style-link:"Overskrift 1 Tegn"; mso-style-next:Normal; margin-top:12.0pt; margin-right:0cm; margin-bottom:3.0pt; margin-left:0cm; mso-pagination:widow-orphan; page-break-after:avoid; mso-outline-level:1; font-size:16.0pt; font-family:Arial; mso-bidi-font-family:Arial; mso-font-kerning:16.0pt; mso-bidi-font-weight:bold;} span.Overskrift1Tegn {mso-style-name:"Overskrift 1 Tegn"; mso-style-locked:yes; mso-style-link:"Overskrift 1"; mso-ansi-font-size:16.0pt; mso-bidi-font-size:16.0pt; font-family:Arial; mso-ascii-font-family:Arial; mso-hansi-font-family:Arial; mso-bidi-font-family:Arial; mso-font-kerning:16.0pt; font-weight:bold;} @page Section1 {size:595.3pt 841.9pt; margin:3.0cm 2.0cm 3.0cm 2.0cm; mso-header-margin:35.4pt; mso-footer-margin:35.4pt; mso-paper-source:0;} div.Section1 {page:Section1;} --> </style> <!--[if gte mso 10]> <style> /* Style Definitions */ table.MsoNormalTable {mso-style-name:"Tabel - Normal"; mso-tstyle-rowband-size:0; mso-tstyle-colband-size:0; mso-style-noshow:yes; mso-style-parent:""; mso-padding-alt:0cm 5.4pt 0cm 5.4pt; mso-para-margin:0cm; mso-para-margin-bottom:.0001pt; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-theme-font:minor-fareast; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-bidi-theme-font:minor-bidi;} </style> <![endif]--> <!--StartFragment--> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Málkjak<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Jógvan í Lon, <o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">form. í Málnevndini<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p align="center" style="text-align: center; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt<o:p></o:p> <p align="center" style="text-align: center; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Tað tú hoyrir og sært tað er danskt, amerikanskt<o:p></o:p> <p align="center" style="text-align: center; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Hvat er tað sum bagir, hvørjum endar tað við<o:p></o:p> <p align="center" style="text-align: center; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Sig mær fáa vit føroyingar ongantíð frið<o:p></o:p> <h1 style="line-height: 150%;">Hóast Kári P. ikki gevur nakað svar, so man hann vita svarið. Tað eru ikki bara norsk typuhús og japonsk sjónvørp, vit innflyta, tað er eisini donsk og amerikonsk mentan. Hvørjum endar tað við? Ja, tað viti Várharra. Fáa vit ongantíð frið? Helst ikki.<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Í sambandi við at tað í ár eru 190 ár, síðan V.U. Hammershaimb var borin í heim, fari eg í stuttum at hugleiða um tær yvirskipaðu fyritreytirnar, sum málnevndin fer at fáa at virka undir í framtíðini. Og eg fari at gera tað á tann hátt, at eg taki útgangsstøði í tveimum fyribrigdum, ið fram um alt mynda grundtreytirnar ella korini fyri okkara tilveru. Hesar fyritreytir eru alheimsgerð og seinmodernitetur. <o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Málgarðar rapa<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Alheimsgerð og seinmodernitetur eru tvey fyribrigdi, sum ofta verða nevnd í sambandi við tíðina, vit liva í. Anthony Giddens (2001) sigur, at alheimsgerðin er ein røð av ymsum tilgongdum. Alheimsgerðin er politisk, tøknilig, mentanarlig og búskaparlig, og hon ávirkar á nógvum økjum, t.d. lívshátt, familjumynstur, politikk, búskap, umhvørvi, arbeiðsmarknað, átrúnað og ikki minst mál og mentan. Giddens vísir á, at lokalar tjóðskaparrørslur taka seg upp sum aftursvar til alheimsgerðina. Purisman kann tulkast sum ein slík lokal tjóðskaparrørsla, sum hevur til endamáls at royna at varðveita nøkur av teimum tjóðskaparligu eyðkennunum. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Alheimsgerðin kennir eingi mørk. Hon er markleys. Teir málsligu marknagarðarnir eru niðurrapaðir, og statirnir eru fiktiónir. Alheimsgerðin hevur ongantíð bankað so hart á dyrnar sum nú, og tí kunnu vit ikki látast sum um vit ikki hoyra dukini. Hurðin verður í øllum førum opnað, antin innanífrá ella uttanífrá. Gera <i style="">vit</i> tað ikki, gera onnur tað fyri okkum. Tað nyttar ikki at læsa, tí so verða vit taparar. Nei, harafturímóti eiga vit at opna hurðina fyri enskum, samstundis sum vit innanveggja leggja alla orku í at styrkja móðurmál okkara. Í grundini eru ongar dyr og eingi mørk; í tí alheimsgjørda samfelagnum eru allar byrgingar burtur, tað er frí atgongd. </span>Tí mugu vit styrkja føroyskt, samstundis sum vit læra enskt væl og virðiliga. Vit mugu brynja okkum til hart stríð á tveimum hermótum: bæði at geva móðurmálinum góð kor, samstundis sum vit mugu læra okkum at liva við, at enskt er allastaðni og alla tíðina. Hetta er tað, ið á donskum verður kallað parallel sproglighed (vit kundu kallað tað fyri javnmæli), sum er ein tvísporað strategi, har ið vit styrkja móðurmálið, uttan tó at niðurraðfesta t.d. enskt.</p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Enski kavabólturin<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Í dag verður enskt ikki bara uppfatað sum fyrsta fremmandamál, men eins nógv sum annað málið í eini altjóða tvímálsligari støðu. Kunnu vit hugsa okkum eina støðu, har øll tey evropeisku samfeløgini eru tvímálslig? Ja, men søgan vísir okkum, at har verður annað málið við yvirlutan, og tað er ikki ringt at spáa um, hvat tað verður við teirri støðu, sum enskt/amerikanskt hevur í heiminum í dag. Kappingin við enskt verður ongantíð á jøvnum føti. Vit kunnu í dag staðfesta, at enskt er vorðið tað vanliga nýtta málið innan handil, ferðafólkavinnu, fjølmiðlar, ítrótt, vísindi, tøknifrøði og serstakliga innan altjóða elektronisk kunningartøkni og mong onnur øki. Hetta eru dømi um tað, sum á enskum verður kallað &rdquo;the expanding circle&rdquo;, t.e. fyritøkur, felagsskapir og deildir, har fólk úr ymsum londum arbeiða saman við enskum sum arbeiðsmáli. Úrslitið verður eitt slag av kavabólt-effekt: tess meir enskt verður nýtt og tess fleiri funktiónir tað fær, tess størri verður prestisjan, og tess størri verður tørvurin at ogna sær førleika í hesum máli.</p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Men hvat verður úrslitið? Lutvíst málsligur økismissur og lutvíst tað, at tøknilig frøðiorð ikki verða tøk á øðrum málum enn enskum. Tað kann enda við, at tey evropeisku málini eru í vanda fyri ikki at verða ment natúrliga á øllum økjum. Og hetta síggja vit dømi um í Føroyum. Førleikin og menningin av føroyskum yrkismáli er um at hvørva, menningin á onkrum økjum er longu steðgað upp, og til endans kunnu vit nóg illa orða okkum á tí ella tí økinum. Ein liður í at skriva á føroyskum er eisini menningin av føroyskum yrkismáli, og verður ikki skrivað á føroyskum, hvørvur tann motivatiónin sjálvandi. Tað besta fyri at styrkja eitt mál, er at nýta tað, og tað á so nógvum økjum sum gjørligt.</p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Málsligir vaktarhundar skulu bjóða av<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Í samfelagsfrøðini verður tann tíðin, sum vit liva í nú, nevnd seinmodernitetur. Tað er torført at siga, nær hetta tíðarskeiðið byrjar, men antropologurin Firouz Gaini sigur, at í Evropa verður skiftið til tað seinmodernaða samfelagið oftast tíðarfest til sekstiárini. Tað, sum fyrst og fremst eyðkennir seinmodernitetin, er tann mentanarliga moderniseringin í miðlaheiminum og innan nýmótans kunningartøkni. Tað eru nógvar aðrar broytingar, sum koma til sjóndar í seinmodernitetinum, t.d. tað at hugsjónir, siðir og siðvenjur vikna í hesum tíðarskeiðinum. Fólk kenna seg minni bundin at staði, stætt, ætt, átrúnaði og øðrum. Tey kenna seg fríari í sínum valum. Firouz Gaini nevnir individualiseringina sum eitt eyðkenni fyri seinmodernitetin. Hann sigur: &ldquo;Individualiseringin, eyðkenni fyri seinmodernitetin, hevur gjørt tað til eina persónliga refleksiva verkætlan at skapa sær ein mentanarligan samleika&rdquo;. Og so sigur Gaini nakað, sum eisini hevur týdning í málsligum høpi, at: &ldquo;Samleiki er í dag ikki nakað, sum tú eina ferð ognar tær og sum síðan liggur fast&rdquo;, og hann nevnir síðani, at tað, sum fyrr varð roknað sum ein óbroytiligur kjarni í persónmenskuni, nú kann broytast eftir tí ytra samtekstinum. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Hetta eru treytirnar, og tað er undir hesum treytum vit málpolitikarar skulu virka, og tað er undir hesum treytum ein málpolititikkur skal vaksa fram og <i style="">fáast</i> at virka. Hesar samfelagsligu treytir gera ein virknan málpolitikk til eina veruliga avbjóðing. Spurningurin er nú, um tað yvirhøvur gevur meining at hava eina málnevnd, sum skal arbeiða undir hesum ytru umstøðunum við alheimsgerð og seinmoderniteti. Ja, sjálvandi ger tað tað, men arbeiðsumstøðurnar eru ikki tær bestu við niðurraplaðum tjóðskaparligum marknagørðum og við einum refleksivum seinmoderniteti, har allar tjóðskaparligar siðvenjur sveima í leysum lofti, og har tann einstaki myndar sínar egnu samleikar. Vit mugu bara taka støði í hesum veruleika og arbeiða út frá honum. Hetta eru tær ytru umstøðurnar ikki bara hjá føroysku málnevndini, men hjá øllum málsligum vaktarhundum kring um í heiminum. Í staðin fyri at kasta handklæðið í ringin, skulu vit bretta upp um armar og bjóða av. <o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Einsamallur í málhandlinum<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Føroyska málnevndin varð skipað í 1985. Hon fekk eina lítla upphædd á fíggjarlógini til at løna einum skrivara. Og framvegis situr skrivarin einasamallur á síni skrivstovu á Debesartrøð, og hesin skrivari skal stutt sagt gera alt: Taka telefonina frá kl. 9.00-16.00, svara teldubrøvum millum 9-16, fyrireika fundir hjá málnevndini, kalla inn til fund, skriva fundarfrásøgn, fylgja málum upp, hava samskifti við norðurlendskar nevndir, flyta limunum í málnevdini fundarpengar, dagføra heimasíðuna, skipa fyri ráðstevnum og fundum, hjálpa til við fakorðalistum o.s.fr. o.s.fr. Tað er við øðrum orðum skrivarin, ið einsamallur stendur í handlinum, har øll eru vælkomin at ringja og skriva, uttan at nakað taksametur fer í gongd. Og hon verður dúgliga brúkt, einir 700 fyrispurningar koma inn um árið. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Tað var eitt nýbrot og eitt framstig í 1985, tá málnevndin varð sett á stovn, men nú í 2009 er tíðin farin frá henni. Málnevndin fyllir 25 næsta ár, so tá ynskja vit okkum eina dagførda lóg í føðingardagsgávu. Reglugerðin fyri málnevndina er ikki í samsvari við tíðina longur. Hon er í nógvar mátar ein anakronisma. Tað verður m.a. sagt, at málnevndin er málrøktar- og málverndarstovnur, og hon skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing um føroyskt mál, og tað er alt í besta lagi. Víðari stendur, at málnevndin skal savna og skráseta nýkomin føroysk orð. Hetta er í roynd og veru ein granskingaruppgáva, sum ongantíð hevur verið framd. Í 25 ár hevur málnevndin ikki livað upp til lógarinnar bókstav, og tað kann vera álvarsamt. Grundin er tann einfalda, at málnevndin hevur ikki fólk til at taka sær av hesari uppgávuni. Eg fari at loyva mær at siga tað hart her: Tað er eingin granskingarstovnur í Føroyum, sum regluliga fylgir við málsligu menningini av føroyskum í dag! Tað er sera, sera óheppið. Skal hesin parturin lúkast &ndash; og tað haldi eg hann skal - krevjast fleiri málfrøðingar á málstovuna. So míni ráð til politikararnar eru, at málnevndin verður styrkt við fleiri málfrøðingum bæði í nevndini og á málstovuni. Tað <i style="">má</i> vera samsvar millum tær uppgávurnar, sum Mentamálaráðið leggur á málnevndina og so manningina, ið skal taka sær av hesum uppgávunum. Og sum nevnt eigur alt lógargrundarlagið undir málnevndini at verða endurskoðað. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Hvat er málspilla?<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Og so standa tey víðakendu orðini, um at málnevndin skal hava eyguni eftir málspillum. Her er sperðil í retorikkinum. Vit kunnu umtala skeivan málburð við øðrum minni negativum orðum og á tann hátt fáa ein jaligari hugburð til málnevndina. Tí hvat er ein málspilla? Meinast tað við málbroytingar? Málbroytingar henda alla tíðina í einum livandi máli, og slíkar málbroytingar eru ikki endiliga málspillur. Ella meinast tað við, at vit skulu forða fyri at málið broytist? Tað gerst heilt einfalt ikki. Reglugerðin sigur eisini, at málnevndin skal svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum og staðanøvnum. Her hevur tíðin lagt reglugerðina aftur um seg, tí nú hava vit eina fólkanavnanevnd, sum tekur sær av fólkanavnaspurningum, og ein staðanavnavnanevnd er komin í eygað. So tað er heilt týðiligt, at broytingar mugu gerast í reglugerðini fyri málnevndina. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Og so er tað alt tað, sum <i style="">ikki</i> verður nevnt í reglugerðini. Har verður m.a. ikki eitt orð grett um tann yvirskipaða málpolitikkin í samfelagnum. Í altjóðagerðini og seinmodernitetinum hevur tað sera stóran týdning at hava ein yvirskipanan málpoltikk fyri á tann hátt at royna at forða fyri málsligum økismissi. Málnevndin <i style="">má</i> arbeiða við tí yvirskipaða málpolitikkinum í samfelagnum, og tann yvirskipaði málpolitikkurin skal stinga út í kortið, hvørji mál vit sum samfelag eiga at seta okkum á tí málsliga økinum í framtíðini. Og hvørji eru so tey yvirskipaðu málini, sum vit eiga at taka støðu til? Jú, tað er m.a. ein so einfaldur spurningur sum: Hvørja støðu skal føroyskt mál hava í Føroyum? Tað er alneyðugt at seta sær nøkur mál fyri, hvussu vit styrkja og menna føroyskt mál, nú altjóðagerðin í alt størri mun myndar tær grundleggjandi fyritreytirnar. Tað er alt í lagi, at málnevndin skal hjálpa til við at gera nýggj orð og veita fjølmiðlafólki og almenningi góð ráð og vegleiðing um góðan málsligan atburð. Men tað er bara ikki nóg mikið.Vit mugu inn at tryggja føroyskum tann rætt, tað skal hava sum tjóðarmál í Føroyum. Hvørjum líkist tað, at sjónvarp Føroya virkar sum ein endursendingarstøð fyri danskar sendingar? Eg veit ikki, hvussu nógv fólk kenna til Øravíkarskjalið. Tað er nú ikki so løgið, um tey ikki kenna tað, tí tað er eitt av hesum mongu skjølum við bjørtum visjónum, sum síðani fingu ta lagnu at enda niðast í onkrari skuffu, og sum helst ongantíð verður latin upp aftur. Men Øravíkarskjalið er undirskrivað 15. november 1997 í Øravík í Suðuroy. Henda ætlan sigur &ndash; og haldið tykkum nú fast &ndash; at 1. januar 2001 skuldi ein triðingur av teirri samlaðu senditíðini í sjónvarpinum vera føroyskar sendingar.<b style=""> </b>Og víðari: 1. januar 2003 skuldi helvtin av allari senditíðini vera føroyskt framleiddar sendingar. Og víðari stendur, at 1. januar 2003 skuldu allar útlendskar sendingar verða tekstaðar til føroyskt. Hvussu nær eru vit hesum máli? Ja, vit hava ongantíð fyrr verið so langt burtur frá hesum máli sum júst nú. Men latið okkum nú taka hetta í álvara og gera nakað við tað.<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Tørva rættskrivingarorðabók<span style="">&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; </span><o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Eg nevni hetta sum dømi um vantandi yvirskipaðan málpolitikk. Hvat høvdu danir sagt, um DR ella TV2 sendu týskt-framleiddar sendingar við týskari talu og týskum undirtekstum til tann danska hyggjaran? Hvat hjálpir tað, um vit duga at seta <i style="">ð</i> á rætt stað, um allur málpolitikkurin liggur í skeljasori? Her mugu politikararnir á vøllin og tryggja okkum teir fíggjarligu karmarnar.<span style="">&nbsp; </span><o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; </span>Tað hevur týdning at fyribyrgja málsligum økismissi, tað at føroyskt mál verður valt frá á ymsum samfelagsøkjum. Í sjónvarpinum verður føroyskt mál valt frá í stórum parti av sendingunum, í staðin hoyra vit danskt og enskt og lesa danskar undirtekstir. Her er kanska ikki talan um økismiss, tí vit ikki hava havt føroyskt á hesum økjum, men kanska heldur er talan um økismisrøkt, men úrslitið verður tað sama: Eitt fremmant mál verður nýtt, har ið føroyskt av røttum átti at verið nýtt. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Vit málpolitikarar, sum hava verið í hesi bransjuni nú í nøkur ár, vita, at tað ofta er langt millum snapsirnar. Tó kunnu vit gleðast um í hvussu er eitt framstig: Lýsingarmarknaðurin er nú reguleraður við lóg. Tað næsta verður vónandi eitt málráð, sum millum sínar fyrstu uppgávur, fer undir at gera eina føroyska rættskrivingarorðabók. Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at málnevndin átti at verið tann ringa samvitskan hjá politikarunum í málspurningum. Men stutt sagt, so er ikki tann neyðuga arbeiðsorkan tøk til at hanga nóg fast uppi í velinum á politikarunum. Og her koma vit aftur til tann trupulleikan, at málstovan er undirmannað og hevur tí ikki orku til annað enn ta dagligu ráðgevingina, og tessvegna liggur arbeiðið við framtíðarvisjónunum á láni. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Hvat er tað, sum ger, at vit kunnu kalla okkum føroyingar? Tað er fyrst og fremst tað, at vit hava egið mál. Politikararnir tosa <i style="">á</i> føroyskum, men ógvuliga sjáldan <i style="">um</i> føroyskt. Í visjón 2015 verður nógv sagt <i style="">á</i> føroyskum, men lítið <i style="">um</i> føroyskt. Tað at vit yvirhøvur kunnu siga nakað <i style="">á</i> føroyskum er treytað av, at vit eisini siga nakað <i style="">um</i> føroyskt. So einfalt er tað, og her vænta visjónir í ólukkumát. So kæru politikarar, eg fari at minna tykkum á, at tað at hava sítt egna mál ikki er nøkur sjálvfylgja, og skulu vit hava eitt livandi og funktionelt mál, krevst, at tað eru fólk, sum arbeiða við tí professionelt.<span style="">&nbsp; </span><o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Gevast ikki<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Politikararnir ríða sjáldan sama dag, sum teir saðla. Í desember 2007 kom eitt álit út um almennan føroyskan málpolitikk; álitið kallast Málmørk. Nú tvey ár eftir, hevur hetta álitið ikki fingið politiska viðgerð í tinginum. Men tað ljóðar, at tað verður lagt fram fyrsta dagin. Sagt verður á fyrstu síðu í hesum áliti, at endamálið við tí yvirskipaða málpolitikkinum er at tryggja og menna støðið undir føroyskum máli og at tryggja føroyskum máli støðu sum fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelagnum. Og støðið undir hesum arbeiði verður lagt við eini styrktari og útbygdari málstovu og við málnevnd, sum skal virka sambært dagførdari løgtingslóg. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Eg sigi ikki, at málnevndin bara skal arbeiða við yvirskipaðum spurningum, men tann spurningurin verður alt meira átrokandi, tá vit hugsa um altjóðagerðina og tað seinmodernaða samfelagið. Mál er partur av virðisstiganum í einum samfelag &ndash; á sama hátt sum eitt nú bókmentir og list: Sumt verður hildið at vera betri enn annað. Tað verður hildið at vera smart, kul og<span style="">&nbsp; </span>nýmótans at nýta ensk orð, og tey, sum brúka hesi orð fáa samstundis hesi somu positivu virðir sett á seg, so tí er tað ikki so løgið, um nýtslan av enskum orðum vinnur fram. Hinvegin verða fólk, sum brúka heimlig orð í sínum máli, fatað sum bygdaslig, provinsiel og gammaldags, men álítandi. Hetta er ein søgulig sannroynd og ein av treytunum, sum málrøktin arbeiðir undir. Men vit gevast ikki á hendur.<span style="">&nbsp; </span><o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; </span>Tá vit í dag tosa um málið í sms&rsquo;um, kjatti, netkjaki, facebook o.s.fr. skal eg skunda mær at siga, at málnevndin skal halda fingrarnar langt burtur frá hesum miðlunum. Tí so leingi talan er um privat, persónligt samskifti, liggur tað uttan fyri økið hjá málnevndini. Málnevndin skal savna seg um málið í tí almenna rúminum, og tað er t.d. á almennum netsíðum, hjá Kringvarpinum, bløðunum, almennum stovnum o.s.fr. <o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; </span><o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Stóra avbjóðingin<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">Hóast føroyskt er eitt fáment mál, so eru tær málpolitisku uppgávurnar ikki minni &ndash; helst størri - enn í øðrum størri málsamfeløgum.<span style="">&nbsp; </span>Tá vit t.d. hugsa um kunningartøkni er øll navigatiónskunning á enskum ella donskum: Í telduspølum, fartelefonum, telduforritum o.s.fr. Her er nógv arbeiði eftir at gera. Hvør er tað, sum skal taka um endan í øllum hesum spurningum? Tað er natúrligt, at tað er málnevndin. Men til tess at vera tann varhundur, hon av røttum eigur at vera, má hon styrkjast. Hon má fáa ta neyðugu arbeiðsorkuna, um tær uppgávur, sum málnevndin eigur at røkja, skulu fremjast. <o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Tann stóra avbjóðingin í framtíðini verður at virka undir tí veruleika, at enskt er eitt mál við stórari prestisju.<span style="">&nbsp; </span>Í kanningum mínum av hugburði til enskt, spurdi eg míni heimildarfólk, hvat tey hildu, um nú allur heimurin hevði enskt sum móðurmál &ndash; 80 % hildu ikki, at tað var í lagi.. So spurdi eg, hvat tey hildu, um so var, at føroyskar fyritøkur fóru at brúka enskt sum arbeiðsmál. Her svaraði fjórði hvør, at tað var í lagi. At umleið 25 % eru samd í, at tað er í lagi við enskum sum arbeiðsmáli á føroyskum fyritøkum sigur mær, at hugburðurin til enskt kann vera rættiliga positivur í teimum &ldquo;røttu&rdquo; umstøðunum. Grundgevingarnar fyri at siga, at tað er í lagi við enskum sum arbeiðsmáli á føroyskum fyritøkum, er altjóðagerðin: Tað er praktiskt at kunna nýta eitt altjóða mál, og so mugu vit heldur ikki gloyma, at tað gevur prestisju at kunna orða seg á enskum, bæði í skrift og talu. Hví síggja vit so nógv enskt á føroyskum kjatt- og netkjakssíðum? Tað er tí at við at brúka enskt avdúkar tú tíni virðir, og málnýtslan vísir, hvussu tú vilt verða uppfatað/uppfataður.<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Latið fakfólkini sleppa framat<o:p></o:p> <p style="text-indent: 65.2pt; line-height: 150%;" class="MsoNormal">Eg kann ikki enda uttan at koma inn á tað brimandi orðaskiftið um stavraðið. Í summar tók kjak seg upp um tað føroyska stavraðið. Her vóru tað politikararnir, sum gingu á odda. Mælt varð til at seta stavirnar <i style="">c, x, q,<span style="">&nbsp; </span>z </i>og<i style=""> w</i> inn í stavraðið. Nú var málspurningurin vorðin politiskur, og tingfólk sluppu at breiða seg út um henda spurning. Alt gott um tað. Men hetta mál fær meg at hugsa um orðafellið, at man ikki sær skógin fyri berum trøum. Ein víðkan av stavraðnum merkir ikki nakra stavsetingarliga kollvelting. Stavraðið hevur helst eitt vist signalvirði, sum vit ikki skulu síggja burtur frá, men tað hevur fyrst og fremst ein praktiskan týdning: tað skal skjalprógva hvørjir stavir verða brúktir í føroyskum og vísa raðfylgjuna av teimum. Men úrslitið av teirri politisku viðgerðini var í lagi, tí at niðurstøðan var at geva landsstýriskvinnuni heimild at stovna eitt málráð. Mín bøn til politikararnar skal tí vera: Latið málpolitikararnar sleppa at avgera spurningin um stavraðið, og brúkið tit heldur orkuna upp á at orða ein yvirskipaðan málpolitikk, har tit greitt siga, hvat tit ætla at gera fyri at styrkja og menna tað føroyska málið, so tað kann standa seg í kappingini móti enskum og donskum og latið pengar fylgja við.<o:p></o:p> <p style="line-height: 150%;" class="MsoNormal">&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; </span>Við hesum havi eg roynt at givið eitt boð upp á, hvussu eg síggi uppgávurnar hjá málnevndini í framtíðini. Í stuttum: Politikarar, haldið fingrarnar burtur frá allari detailstýring av málinum, latið fakfólk gera tað arbeiðið, tí tað duga tey betur enn tit. Brúkið tit orkuna upp á at stinga út í kortið ein framskygdan málpolitikk og gerið tað samstundis møguligt, at ein slíkur framskygdur málpolitikkur kann fremjast í verki og verður til bata fyri málið. Og tað gerst best við at betra umstøðurnar hjá málnevndini ella hvussu hesin stovnur fer at eita í framtíðini. Soleiðis kunnu vit brynja okkum at taka ímóti framtíðini.<span style="">&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; </span><o:p></o:p> <p class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <br /> <p class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <br /> <br /> <!--EndFragment-->