Johan Mortensen, Valevni fyri Tjóðveldi
----
Vit hava ein góðan og gávuríkan ungdóm í Havn. Men ikki er lætt at vera ungur og sjálvur at skulu fáa sær permanent hølir til kreativt virksemi. Vit hava her ein gyltan møgulleika at hjálpa. Latum okkum lata undómin fáa Tórshavnar Kommunuskúla. Hann er stórur og skaptur til endamálið. Her kunnu tey ungu hava hølir til tónleikin, til sjónleik, málningalist osfrs. Fáið teimum ungu karmarnar so tey kunnu blóma kreativt.
Vit hava eisini nógv ung sum hava stóran áhuga fyri filmslist. Eisini her er Kommunuskúlin væl egnaðir til filmvirksemi. Tað er at fegnast um tann áhuga sum er kring føroyska filmsvinnu og fer nýggja virðislønin “Geytin” at gera sítt til at menna spírarnar.
Í Svøriki er tónleikur størsta útflutningsvinnan og ein filmsvinna leggur nógvan pening eftir sær. Eg havi ongan iva um at skjótt fer bæði føroyskur tónleikur og filmur veruliga at gera vart við seg uttanlanda i kommerciellum høpi.
Vit í Havn eru so errin av William Heinesen. Hann og sonurin Zacharias prýddi auluna í Kommunuskúlanum. Eg eri sannførdur um, at William og alt hansara ættarlið av framfýsnum listarfólki – og sum ikki høvdu góðar møgulleikar at virka undir - hevði fegnast um okkara kreativi ungdómurin kundi fingið Kommunuskulan. Eitt er at hava talent men tað skulu eisini karmar til fyri at menna og fremja gávurnar.
Latum okkum nú hugsa stórt og lata tey ungu gera Kommunuskúlan til eitt kraftcentur fyri kreativitet – tey ungu eru okkara framtíð, latum okkum eldri sýna í verki at vit virða tey og teirra krøv !