Katrin Dahl Jakobsen
Javnaðarflokkurin
Tað er hóast alt tað, ið telur. Og nú skuldi verið lagamanni at farið til verka. Við Javnaðarflokkinum á odda, sum er hin savnandi flokkurin í ríkisrættarligu viðurskiftunum, hevur ABC-samgongan megnað at jarða alt briksl og kegl. Nú er arbeiðsligt aftur! Hetta hevur stóran týdning - eisini fyri fólkatingsarbeiðið. Hvussu kann nakar taka okkum í álvara, um ein meldar út í eystur og annar í vestur? Hvørjum av hesum skulu danir trúgva? At vit hava fingið innanhýsis semju í lag, er eitt satt vælsignilsi og slóðar fyri, at vit aftur fara at lyfta í felag, og føra okkum fram sum mentað fólk.
Javnaðarflokkurin fer ikki til val við bíligum og ógloymandi herrópum sum "oljan er funnin", sum vit minnast formann tjóðveldisfloksins markera seg við til seinasta fólkatingsval. Vit fara á Fólkating við tí fyri eyga at samstarva við allar flokkar. Okkara loysnir byggja á veruleika, nýhugsan og breiðar semjur. Vit fara at brúka teir fyrimunir vit hava og leita upp nýggjar møguleikar. Og teir finnast!!