Katarina Hyltén-Cavallius, Torshavn
Antidiskrimineringslógin er til fyri at verja útsettar minnilutabólkar í samfelagnum. Jú meira nágreinilig ella útgreinað hendan lógin er, jú sterkari verður rættarverjan og við tí samstundis eitt tryggari samfelag. Samkynd eru, sum tað skilst á øllum brøgdum, ein útsettur minniluti í Føroyum, eftirsum eitt paragraffískoytið um, at man skal verða vardur uttan mun til seksuella orientering skal vekja slíka mótstøðu. Hendan mótstøða er altso í sær sjálvum prógv um, hvussu nógv tað er brúk fyri hesari lógini, og hvussu nógv hesin minnilutabólkur hevur fyri neyðini at verða vardur av henni
Fleiri NEI-sigarar sum kalla seg kristnar, vísa til Guðs orð fyri at ávísa, at tað at vera samkyndur er skeivt, og at samkynd tí ikki skulu fáa eitt serstakt pláss í lógini. Eg eri kristin, men standi púra spyrjandi um, hvussu man kann vísa til orð Bíbliunnar, og í sama andadrátti fullkomuliga gloyma tað grundleggjandi í kristna gleðiboðskapinum: Ger móti øðrum, sum tú vilt onnur skulu gera móti tær. Tann, ið er uttan synd, kastið fyrsta steinin. Dømi ikki, tá skulu tit ikki verða dømd.
Um Jesus hevði komið til Føroyar ár 2006 er einki ivamál um, í hvørjum parti Hann hevði verið. Hann hevði, sum altíð, verið í parti við teimum útstoyttu ella teimum veiku og hevði aldrenn góðtikið, at ein so human og umráðandi lóg sum lógin um antidiskriminatión og tess ískoyti bleiv sett spurnartekin við
Um tú av religiøsum orsøkum heldur, at tað at vera samkyndur er ein synd, so gloym ikki, at vit við kristnum grundarstøði skulu møta okkara medmenniskjum, syndarar ella ikki syndarar, við toleransu, kærleika og miskunsemi. Lat tann Guð tú trýrt á avgera, hvat sum er synd og hvør er syndari, og latum okkum menniskju heldur smíða jarðiskar lógir, sum verja okkum móti allari forfylging, og fremja eitt humant samanhald, har tað er pláss fyri okkum øllum at liva.