Latið skilið ráða og latið Sundsá og ósan fáa frið

Tað frættist nú í miðlunum, at fyrsta skotið í Skálafjarðatunnlinum á Streymoynni skal latast av síðst í mánaðinum. Tað merkir, at grót skal flytast úr tunnilsmunnanum ein av fyrstu døgunum.

Eftir ætlanini hjá Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommunu skal ein partur av grótinum fyllast út á Kaldbaksfjørð. Náttúran eystan fyri grótkastið á Sundi skal undir tunnilsgrót. Bæði Sundsá, ósin og fjøran undir gamla gerðinum hjá Gustavi á Sundi skal undir grót.

Ein meiriluti í Kaldbaks bygd  heitti um ársskiftið á friðingarmyndugleikan og Tórshavnar kommunu um at taka málið at oyðileggja náttúruna á Sundi uppaftur.

Kaldbaksbúgvar, sum skrivaðu undir áheitanirnar, vilja ikki hava, at kommunan oyðileggur hesa náttúruna við einum ljótum grótkasti. Meginparturin av fjøruni fram við Kaldbaksfirði er longu farin til veg og ravmagnsvirki. Nú er nóg mikið, halda vit í Kaldbak.

Bygdin Sund varð oyðiløgd í áttatiárunum, Tá skuldi ein vinnudepil gerast. Hann kom ikki. Ístaðin hýsir grótkastið í dag einum asfaltverki, einum vinnuhúsi og óruddi í tonsatali. Virkini kundu ligið manga aðrastaðni í landinum. Um so var, hevði gott pláss verið fyri vinnum, sum hava við sjógvin at gera har.

Yvirfriðingarnevndin tók málið upp aftur. Nevndin hevði eftir tí, sum tá kom fram í miðlum, ikki verið á staðnum fyrru ferðina, hon viðgjørdi málið. Hon hevði tikið avgerð við fundarborðið, ljóðaði. Um friðingarnevndin fyri Streymoyar sýslu hevði verið á staðnum, veit eg ikki. Tá eg spurdi ein nevndarlim, hví friðingarnevndin gav loyvi til slíka náttúruoyðing, sat viðkomandi sum kánus. Visti hvørki um á, ósa ella fjøru.

Men yvirfriðingarnevndin broytti ikki støðu. Náttúran er longu farin, sigur nevndin.

Frætt er eisini, at Tórshavnar kommuna heldur fast við avgerðina um, at avlopsgrót frá Skálafjarðartunnlinum skal oyðileggja ósan við Sundsá og fjøruna eystureftir. Hóast kommunan ikki veit, hvat økið skal brúkast til.

Vit vóru mong, sum roknaðu við, at kommunan fór at broyta støðu. Tjóðveldið í gamla býráðnum var hart ímóti stóru havnaútbyggingini í Havnini. Grundgevingar vóru m.a. umhvørvi, larmur og økt ferðsla. Henda mótstøðan økti óiva atkvøðutalið hjá Tjóðeldi við 500-800 atkvøðum til býráðsvalið, tí nógv í Havn eru ímóti hesi útbygging. Nú mannar Tjóðveldið leiðsluna í býráðnum. Tveir býráðslimir hjá Tjóðveldi vórðu afturvadir. Men viðvíkjandi umhvørvinum Sundi er støðan ein onnur, enn tá talan er um havnaútbyggingina í Havn.

Løgið. Tí grótkastið á Sundi fer at lýta umhvørvið nógv meira, enn tann stóra havnaútbyggingin í Havnini. Í Havn verður fylt út í fjørðin. Skansin fær frið og larmur frá skipum og lossing verður fjarari frá býlingunum við báðar vágirnar.

Á Sundi fer partur av okkara vøkru náttúru fyri skeytið. Tað ger tað ikki í Havnini. Og kann ikki roknast við, at eitt vinnuøki á Sundi fer at larma og dálka? Larmurin frá elverkinum og ljósmotorum á skipum, sum liggja á Sundi, er longu frammanundan nógvur á summum ættum, siga fólk, sum búgva á Fløtum í Kaldbak.

Er ein slík ætlan ikki í andsøgn við tann grøna politikkin, sum nýggi býráðsmeirilutin hevur boðað frá?

Ein borgarafundur var um ætlanina í Kaldbak í desember. Hóast fundurin var klokkan 17 í jólavikuni, møttu útvið hálvthundrað fólk upp. Har hoyrdu vit – tó bara so dánt – eina sera lítið sannførandi framløgu hjá havnameistaranum. Fløkja kom í um ásetingar fyr vinnuøki, ídnaðarøki, havnaøki og B2-øki, so tey fægstu skiltu ella fingu hylling á ásetingunum fyri økið, sum skal oyða náttúruna á Sundi.

Tó fingu vit at vita, at Tórshavnar Havn visti ikki, hvat økið skuldi brúkast til. Kanska til aling. Kanska til okkurt annað, sum hevði við sjógvin at gera. Og eisini fingu vit at vita, at kostnaðurin var sera lítil. Bara 13 milliónir krónur fyri at koyra grótið og oyðileggja fjøruna. Ja, næstan ein gáva, sum Tórshavnar Havn ikki kundi siga frá sær. Grótið økir jú um havnaplássið.

Kaldbaksbúgvar vita, at sjálvandi skulu øki útvegast til vinnu okkara. Vinnan er fyritreyt fyri okkara búskapi og tilveru. Men kaldbaksbúgvar vóru heldur ikki ókonstruktivir á fundinum.

Eitt uppskot var, at tunnilsgrótið kann brúkast at breiðka Kaldbaksvegin. Vegurin á norðara armi á Kaldbaksfirði er smalur og í fleiri støðum ótryggur. Í støðum er hann so smalur, at tveir bilar sleppa so dánt fram við hvørjum øðrum.

Eitt annað uppskot var – um grótið skal brúkast til eitt vinnuøkið – at fylla út við Breiðáir, tí har er útgrunt. Staðið er eitt sindur innanfyri Sund. Har er náttúran – fjøran –  longu farin undir vegin. Sundsá, ósin og fjøran eystanfyri Sundsá eru ikki farin. Tey eru framvegis náttúra, sum kaldbaksmaðurin Karstin Vang so frálíka væl greiddi frá í sjónvarpssamrøðu. Men ynskið og grundgevingin hjá okkum í Kaldbak vunnu ikki frama. Tórshavnar býráð hevur skjúgvað ynskið okkara til viks. Býráðsvalið er farið aftur um...

Vit hava øll ymiskar áskoðanir um náttúruna – hvat er friðingarvert og ikki. Summi halda, at øki skulu liggja óbygd, tí ein sjáldsom blóma veksur á økinum. Onnur halda, at okkurt skal friðast, tí eitt fornminni er á staðnum. Og uppaftur onnur halda, at talan kann vera um eitt søguligt stað, sum ikki skal byggjast á. Hetta eru sjónarmið, sum tey flestu skilja, og kunnu taka undir við.

Men mær tykir, at heildarsjónarmið vanta hjá friðingarmyndugleikanum. Vit sóu tað norðuri Undir Fossum – í Dølum – á Viðareiði. Har verður tunnislmunnin lagdur í ein av vakrastu og heitastu dølunum í landinum. Bæði limur í yvirfriðingarnevndini og verkfrøðingur hjá Landsverki siga, at tunnilin kundi saktans verið lagdur eitt sindur longur norðuri. Við eini slíkari loysn hevði inntrivið í dalin ikki verið so ógvusligt.

Við Sundsá kundi friðingarmyndugleikin og kommunan – um grótið absolutt ikki kann brúkast til annað endamál – um ikki annað latið ánna og ósan fingið frið. Grótkastið kundi verið flutt longur eystur.

Vit hava bara fimm størri gýtingaráir í Suðurstreymi. Sundsá er ein av teimum. Alingin hevur havt neiliga ávirkan á vistfrøðina, samstundis sum hon hevur bjargað búskapi okkara. So skjótt alingin tók seg upp í sjeyti- og áttatiárunum, minkaðu ella hvurvu sjósílini. Eisini í Sundsá. Tó kunnu sílafiskarar staðfesta, at tá aliringar verða fluttir longur út á firðir ella á aðrar firðir, víkir ella sund, koma sjósílini aftur. Í staðin fyri at bøta støðuna, ger Tórshavnar kommuna ilt verri.

Tórshavnar býráð hevur samtykt ein grønan politikk, sum eisini fevnir um náttúru og umhvørvi. Nú verður áhugavert at eygleiða, um talan bara verður um orð, ella um býráðið veruliga meinar nakað við tann grøna politikkin, sum er annað enn varandi orka og vistfrøðilig gagnnýtsla.

Nú verður umhvørvis í Havnini komandi dagarnar. Spennandi verður um Tórshavnar kommunua – við tí grøna umhvørvisprofilinum – í sjálvari umhvørvisvikuni fer at fremja størstu náttúruoyðingina í hesi øldini.  

Undrist, at Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag og Føroya Sílaveiðifelag eru so tigandi, tá so stór inntriv verða gjørd í náttúru okkara!

 

Í Kaldbak tann 23. apríl 2017

Jóhann Mortensen