Fiskivinna
Jónsvein Knudsen, reiðari, hevur sum so onga viðmerking til tvídráttin millum Hanus Hansen, reiðara og Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um orsøkina til, at Atlantic Navigator nú er á veg úr føroyskum sjógvi, samstundis sum hópur av sjófólki missa sína hýru.
- Sjálvandi er tað stórt spell, at henda verkætlan nú heldur uppat. Bæði tí, at hetta er ein alternativ vinna at fáa meira burtur úr svartkjaftatilfeinginum – og tí, at hetta skip í nógvar mátar hevur verið skúlaskip hjá einum hópi av føroyskum ungdómi seinastu árini.
Reiðarin ivast tó í, um Hanus Hansen hevur rætt í, at Bjørn Kalsø er trupulleikin í hesum máli.
- Eg trúgvi, at tað heldur er so, at teir, sum hava ræðisrættindini yvir skipinum, nú síggja aðrar møguleikar á syðru jarðarhálvu og tí hava gjørt av at gevast í føroyskum sjógvi.
Tað er ein erlig søk.
Órógv á økinum
Jónsvein Knudsen er tó samdur við Hanusi Hansen um, at signalini, sum landsstýrið sendir, kunnu vera ørkymlandi fyri teir, sum reka skip í Føroyum.
- Jú, tað er strævið alla tíðina at hoyra um ætlaðar broytingar í fiskiveiðiskipanini – og ikki minst á hvørjum ári at hoyra um niðurskurðir í døgum hjá skipaflotanum.
Sambært uppskotinum, sum landsstýrið arbeiðir við, skulu verandi veiðiloyvi sigast upp um eini 10 ár.
- Tað verður so nógv tosað um at geva øðrum – og ungum kreftum - møguleikan at royna seg í vinnuni, men tað er einki sum forðar fyri, at menn, sum hava hug og áræði, keypa skip og veiðiloyvi, sum verða seld.
Reiðarin vísir á, at nógv skip eru seld seinastu árini, men hann hevur einki sæð til, at áhugin og tilgongdin at taka lut í skipavinnuni er til steðgar.
- Tað hevði verið nógv betri, um teir, sum reka skip, rindaðu eitt ávíst gjald fyri hesi rættindi, so øvundsjúkan millum fólk í miðstaðarøkinum, har lutfalsliga lítil skapandi vinna er, kanska hevði verið minni, sigur Jónsvein.
Hann heldur kortini ikki, at tey tøl, sum eitt nú Kári Petersen, búskaparfrøðingur, tosar um, hava nakað sum helst grundarlag í veruligu fiskivinnuni.
Kroystir menn
Reiðarin sigur, at ávísir skipabólkar eru rættiliga hart kroystir við teimum niðurskurðum í fiskidøgum, sum hava verið, og tá so ætlanin eisini er at avmarka møguleikan at keypa dagar, kunnu vit vænta, at tað í longdini verður ómøguligt at reka hesir bátar og skip.
- Teir smáu trolbátarnir hava longu rættiliga fáar dagar, og eitt nú er ætlan landsstýrisins, at hesir ikki skulu kunna keypa dagar, sum ikki verða brúktir. At keypa heili loyvi fyri at kunna reka hesar bátar, verður ov kostnaðarmikið, tí møguleikarnir hjá hesum bátum eru í aðrar mátar avmarknaðir, sigur Jónsvein Knudsen.
Hann heldur tað eisini vera órógvandi, at veiðiloyvini eftir ætlaðu broytingum landsstýrisins nú skulu sigast upp um eini 10 ár.
- Hetta fer at minka um áhugan og møguleikarnar hjá fólki at reka fiskivinnu á sjónum, og hetta fer eisini at minka um møguleikarnar mótvegis fíggingarstovnunum.
Nýggjar íløgur
Reiðarin sigur, at tað eru fleiri, sum ganga við hugskotum um ymisk innan fiskivinnuna, men tað verður minni áhugavert hjá monnum at fremja síni hugskot í verki, tá teir ikki vita, hvussu leingi teir hava møguleikan til tess.
- Tað eru ikki so nógv fólk, sum onkur heldur, ið tíma at fáast við skiparakstur. Hetta hava vit sæð – aftur og aftur – tá skip og loyvi eru seld.
Jónsvein vísir á, at fólk hava fingið ilt í afturpartin, tí onkur góð søla hevur verið. Hinvegin hoyrist einki um tær sølur, ið ganga verri – ella illa.
- Fólk mugu ikki halda, at ein góð søla merkir, at teir, sum seldu væl, fara suður á Mallorka at sóla sær fyri lívið. Tað, vit vanliga síggja, er, at hesir menn gera nýggjar íløgur, sum aftur skapa virksemi, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari.