Anfinn Kallsberg, løgmaður fekk mikudagin bræv frá bretska uttanríkisráðnum við lukkuynskjum frá sjálvum tí bretska uttanríkisráðharranum, Robin Cook. Hann ynskir nýggja løgmanni tillukku og vónar at fáa gott samstarv við nýggja landsstýrið í framtíðini.
Anfinn Kallsberg sigur, at innihaldið í hesum brævinum er alment. Hann heldur ikki nakað løgið vera í, at umboð fyri bretsku stjórnina á henda hátt senda góðynski beinleiðis til eitt nýtt landsstýrið. -Mær vitandi er hetta sambart protokollina, og vit takka sjálvandi fyri góðynskini frá grannanum fyri eystan.
Tað hevur eydnast Sosialinum at fáa innlit í brævið, sum er soljóðandi:
?Pleace accept my warm congratulations on your becoming løgmaður of the Faroe Islands. Britain and the Faroes both have comparatively new governments in office. We also have considerable economic interests in common. I hope your appointment can mark a fresh start in our discussions about oildelimitation. We are ready to search for an early settlement, which I am sure you also desire. Our aim is to reach an inquitable agreement of mutual benefit as between friendly neighbours. I whery much hope, that we shall be able to work together.
With every good whish for your time in government.
Robin Cook?
(Á føroyskum: Hjartaliga tillukku við løgmansstarvinum. Bretland og Føroyar hava bæði fingið nýggja stjórn innan stutta tíð. Vit hava felags búskaparlig áhugamál. Eg vóni, at tygum í løgmansstarvinum kunnu birta upp undir eina nýggja byrjan í marknasamráðingunum. Vit eru til reiðar at finna eina skjóta avtalu, sum óivað eisini hevur tygara áhuga. Mál okkara er at finna eina rættvísa avtalu, ið er til gangs fyri báðar partar, sum millum brøðratjóðir. Stóra ynski mítt er, at vit kunnu samstarva.
Við øllum góðynskum í tíni løgmanstíð
Robin Cook)
Kallsberg, Nyrup og Blair í Keypmannahavn mánakvøldið
Umboðini fyri landsstýrið fara til Danmarkar mánadagin og skulu til samráðingar týsmorgunin. Anfinn Kallsberg, løgmaður segði við Sosialin í gjár, at ætlanin var ikki at taka marknatrætuna við bretar upp á sjálvum fundinum við donsku stjórnina, men at tað var ikki óhugsandi, at tað varð gjørt í einum øðrum samanhangi.
-Um hetta samanhangið er tað heldur margháttliga samantreff, at mánakvøldið eru bæði Anfinn Kallsberg, løgmaður, Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Tony Blair, forsætisráðharri í Danmark samtíðis skal ikki vera sagt her. Men lagnunnar speisemi ella ikki - so eru teir tríggir í danska høvuðsstaðnum um somu tíð mánadagin.
Tony Blair er í Keypmannhavn saman við m.a. Robin Cook og øðrum bretskum ráðharrum í sambandi við, at Bretland hevur formansskapin í ES. Teir skulu hitta Nyrup og umboð fyri donsku stjórnina.
Uppá fyrispurning um tað er ætlanin, at løgmaður, danski og enski forsætisráðharrin skulu tosa um marknatrætuni sigur Anfinn Kallsberg, at tað veit hann als einki um. -Hetta má vera tann reina tilvild, tí vit skulu møta til samráðingar tíðliga týsmorgunin, og tí mugu vit avstað mánadagin.
Tað var annars fyrrverandi løgmaður, Edmund Joensen, sum í brævi 27. januar í ár heitti á Poul Nyrup Rasmussen um at taka upp marknamálið við bretska forsætisráðharran og royna at skipa fyri einum fundi á hægsta stigi millum teir tríggjar leiðararnar í Danmark, Føroyum og Bretlandi.
Síðani tá er einki komið fram alment um málið. Danska blaðið Politiken spurdi í vikuni forsætismálaráðið um, hvat Nyrup hevði fyritikið sær í málinum. Hann vísti til Uttanríkismálaráðið.