Petur Skeel, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum, væntar nógvan vind og avfall komandi dagarnar.
Týsdagin verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og fyrrapartin regn, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin verður frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin verður frískur vindur av útnyringi og yvirhøvur turt, men leygardagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Týsmorgunin fór eitt lágtrýst, 976 hPa yvir Grønlandsfjørðinum fór í ein landnyrðing og brúgvalagið haðani kom móti Føroyum. Mikunáttina fer brúgvalagið við Føroyar eystureftir.