Laudrup góða byrjan í Onglandi

Michael Laudrup og spælarar hansara í Swansea fingu eina dreymabyrjan, tá enska Premier League-kappingin byrjaði aftur í dag. Á Loftus Road í London vann Swansea heili 5-0 á Queens Park Rangers.

 

Aftan á fyrra hálvleik var støðan 1-0, men í seinna hálvleiki gjørdu Swansea-spælararnir næstan, sum teimum lysti.

 

Undan dystinum í dag mettu tey ensku veddingarfeløgini, at Michael Laudrup var millum teir venjararnar, sum eru í størsta vanda fyri at fáa sekkin. Men eftir dystin man stólurin undir QPR-venjaranum Mark Hughes vera vorðin heldur heitari, enn hann var.