Triðja ættarliðið av Laudrup-familjuni er so sma´tt við at gera um seg. Sunnudagin var 18 ára gamli Andreas Laudrup maðurin, sum legði upp til sigursmálið hjá FCN móti Sønderjyske, og venjarin, Morten Wieghorst, var skjótur fram við rósunum. – Hann hevur tikið seg nógv fram, og eg ivaðist, um eg skuldi brúka hann longu frá fyrsta bríksli. Tað gjørdi Wieghorst tó ikki, men tað tók lítla Laudrup bert fýra minuttir at seta sítt fingramerki á dystin, tá hann legði upp til málið, sum samstundis var tað fyrsta hjá Sibusiso Zuma, síðani hann kom aftur til danskan fótbólt.