Laudrup takkar nei

Michael Laudrup verður ikki danskur landsliðsvenjari á hesum sinni

Danmark skal hava nýggjan landsliðsvenjara. Tað hevur verið greitt, síðani Morten Olsen boðaði frá, at hann gavst eftir hesa EM undankappingina.

 

Eitt av høvðusnøvnunum, at avloysa Morten Olsen, hevur verið Michael Laudrup. Teir byrjaðu á sinni sum venjari og hjalparvenjari á danska landsliðnum í 2002. Her kann leggjast afturat, at fyrsti dysturin var á Tórsvølli móti Føroyum.

 

Nú er tó greitt, at tað verður ikki Michael Laudrup, sum avloysir Morten Olsen. Tað boðar danska fótbóltssambandið frá, umvegis Ritzau. DBU váttar, at hevur verið samband millum partarnar, men tað kom ongantíð til samráðingar.

 

-       Michael hevur strikað seg av listanum, tí hann metir ikki hetta er rætta starvið til hann í løtuni, sigur Claus Bretton-Meyer, virkandi stjóri í danska fótbóltssambandinum.

 

Fleiri fjølmiðlar hava nevnt norska, Åge Hareide, sum ein møguligan avloysara. Danmark verður ikki partur av EM endaspælinum.