Laudrup tann triði

Mads Laudrup er triða ættarlið av kendu donsku fótboltsfamiljuni, sum ger um seg í bestu donsku røðini. 18 ára gamli FCK-spælarin varð skiftur inn móti endanum av útidystinum hjá FCK móti Horsens um vikuskiftið.
Abbi at debutantinum er Finn Laudrup, og pápin er sjálvandi navnframi Michael Laudrup. Hartil hevur pápabeiggin, Brian, jú eisini gjørt nógv um seg á fótbóltspallinum. Samstundis er Mads Laudrup eisini fyrsti danski spælarin frá árgangi 1989, sum spælir í donsku superliguni.