Andreas Lava Olsen byrjaði saman við Jónas Þór Næs á vøllinum, meðan Bogi Løkin var við seinastu trý korterini.
Sjálvur dysturin endaði við javnleiki 1-1, og tað iðra tey seg um, tí útjavnandi málið kom ikki fyri enn móti dystarenda. Hinvegin tykjast tey í felagnum at vera væl nøgd við tað, føroysku leikararnir sýndu.
Á heimasíðu felagsins taka tey Andreas Lava Olsen fram, har hann verður lýstur sum ein spennandi leikari, sum ikki spardi seg í nærdystunum. »Andreas Olsen kan blive en gevinst for Frem«, skrivar heimasíðan.
Bæði Andreas Lava Olsen og Bogi Løkin høvdu onkran heilt góðan kjans. Millum annað var um reppið at Bogi Løkin skoraði við beinleiðis frísparki.
Venjingardysturin leygardagin var ársins fyrsti, og mótstøðuliðið var Nordvest FC, sum spælir eina deild lægri enn Frem. Hósdagin er næsti venjingardysturin á skránni. Mótstøðuliðið tá verður Brønshøj, sum eisini spælir eina deild lægri enn Frem.