Lava fyri Arnbjørn

Andreas Lava Olsen úr Víkingi fer við landsliðnum til Rumenia ístaðin fyri Arnbjørn Hansen úr HB

Arnbjørn Hansen hevur givið avboð, tí hann hevur ein skaða at dragast við, og tí hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir Andreas Lava Olsen úr Víkingi.

 

Andreas Lava Olsen er ikki heilt ókendur í landsliðshøpi, tí hon hevur spælt sjey landsdystir og skorað eitt mál. Málið gjørdi hann á útivølli í Graz í Eysturríki, tá ið Føroyar taptu 1-3 í 2009.