Lava og Gregersen aftur á landsliðnum

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til venjingarleguna hjá A-landsliðnum, sum verður í Thailandi um miðan februar.

 

Í døgunum 14. til 23. februar fer føroyska A-landsliðið við monnum til Thailands á venjingarlegu, har liðið fer at fyrireika seg til HM-undankappingardystin ímóti Eysturríki, sum skal spælast á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien 22. mars.

 

Millum teir, sum eru við aftur á landsliðnum eru Atli Gregersen og Andreas Lava Olsen. Seinasta Andreas Lava Olsen umboðaði føroyska A-landsliðið, var 10. oktober í 2009, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum í dag.

 

Í hesum sambandi hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, úttikið hesar 20 leikarar:

 

Málmenn:

Gunnar Nielsen

Kristian Joensen, NSÍ

Jákup Mikkelsen, ÍF

 

Verjuleikarar:

Atli Gregersen, Víkingur

Rógvi Baldvinsson, Ålgard (NOR)

Odmar Færø, Forfar (SCO)

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ

Jónas T. Næs, Valur (ISL)

Viljormur Davidsen, Jerv (NOR)

 

Miðvallarar:

Fróði Benjaminsen, HB

Símun Samuelsen, HB

Høgni Madsen, ÍF

Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur

Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur

Gilli Sørensen, B36

 

Framherjar:

Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Páll A. Klettskarð, KÍ

Andreas Lava Olsen, BK Frem (DK)

Klæmint A. Olsen, NSÍ

 

Føroyska ferðalagið fer úr føroyum 14. februar, og hósdagin 21. februar spælir landsliðið venjingardyst ímóti Thailandi.