Á G20-toppfundinum í Bali í Indonesia segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, at Kreml er til reiðar at samráðast um korn við Ukraina og Turkaland. Men, nær slíkar samráðingar kunnu verða, segði uttanríkisráðharrin sambært Reuters og The Guardian einki um.
Sambært miðlunum helt Sergej Lavrov ikki nógv um tað, sum fleiri av G20-londunum eru upptikin av, nevniliga álopskrígnum hjá Russlandi móti Ukraina.
- Áleyparar og hersetingarland. Vit hoyrdu nógv ymiskt í dag, seg russiski uttanríkisráðharrin við tíðindafólk. Hann legði fleiri lond, harímillum USA, undir at avspora samrøðurnar um altjóða búskap.
Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni, Ria Novosti, segði Sergej Lavrov eisini, at um vesturheimurin ikki ynskir samráðingar, men heldur vil, at Ukraina skal sigra yvir Russlandi, so hevur hann einki at snakka við vesturheimin um.
- Tí, við slíkum hugburði loyva hesi lond ikki Ukraina at fara víðari til friðarsamráðingar, legði hann aftrat.
Sergej Lavrov helt fyri, at tað, sum Russland rópar eina "millitera spesialoperatión" í Ukraina, hevur til endamáls at gera Ukraina veikari hernaðarliga, beina burtur ukrainskar nationalistar, eins og átakið skal byrgja upp fyri, at USA brúkar Ukraina sum eina hóttan móti Russlandi.
##med2##
Sambært Reuters vendi amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sær beinleiðis móti Russlandi við kravi um, at Russland ikki forðar fyri kornútflutningi úr Ukraina.
- Ukraina er ikki tykkara land. Hetta er ikki tykkara korn. Hví blokera tit havnirnar, soleiðis at ukraina ikki kann útflyta sítt korn? spurdi Antony Blinken.