Ólavsøka aftur á Bryggjuni

Fjórða árið á rað verður skipað fyri ólavsøkutiltøkum á Bryggjuni í Keypmannahavn. Hóast arbeiðsbólkurin hevur valt at leggja minni fyri hesu ferð, verður góð skrá og mangt og hvat at síggja og hoyra eisini hesu ferð. Ólavsøkan verður sett leygardagin 28. juli kl. 15 við røðu, felagssangi og eina løtu upp á gólv. Nýggi leiðarin í Føroyahúsinum Hans Petur í Brekkunum spælir fanfaruna og bjóðar væl komin. Eyðun Jóhannesen setir ólavsøkuna á hesum sinni.

Tá ið kappróðurin á Havnarvág rungar út yvir Kristianshavn og Bryggjuna, koma vanliga mong oman at lurta eftir. Tá ið hann er av fara nakrir føroyskir bátar at rógva kappróður í Kanalini, og kajakkir frá Tvørábátinum at vísa teirra kynstur.

Ólavsøkuaftan verður konsert við Simma, Ólavi Øster og Fróða Sandoy. Dóttir Simma, Rudy, syngur. Seinni um kvøldið verður dansur, har væl dámdi Føroyski bólkurin Spaðar 5 spælir. Fríløturnar báðar dagarnar og um kvøldið fara Stamen Stantjev, Agnar Lamhauge og Hans Petur í Brekkunum at spæla uttandura og á tann hátt hugna um.

Kristnastova hevur sangløtu leygarkvøldið og ólavsøkudagur byrjar kl. 14 við gudstænastu í Kristianskirkjuni eins og í fjør. Tiltøk vera sjálvandi eisini fyri børn so sum ein íspegil og andlitsmáling. Eisini verður grill við pylsum og øðrum heitum mati, ballónum og øðrum til børn.

Midnáttarsangur og fýrverk verður ólavsøkuaftanskvøld.

Ymist verður at fara til, síggja og hoyra, men tað er sannroynd, at mong koma á ólavsøku at hitta vinir og kenningar, práta og fáa sær ein forkunnugan bita. Onkur fer upp a gólv. Nøkur standa og syngja.