Føroysk klæði gerast ein alsamt størri og størri partur av ólavsøkuni, og fyri hvørt ár sær man fleiri ung í okkara tjóðarbúnað. Tá portalurin var í býnum fyrr í dag, hitti hann sjey vinkonur, sum allar vóru farnar í føroysk klæði.
"Øll eru vøkur í føroyskum klæðum. Tað er eitt sindur roksut at koma í, men tað er tað vert," sigur Asta Hansen, sum er búsitandi í Glasgow, men eri heima nú í summarferiu.
"Ja, bæði gentur og dreingir blíva nógv flottari, tá tey hava latið seg í føroysk klæði," sigur Ásla Dam Rasmussen, sum til dagligt lesur í Keypmannahavn.
"Tað er nokk so stuttligt, tí um man ikki er í føroyskum klæðum á ólavsøku, so er man totalur outside'ari óansæð, hvussu pent man annars er latin í," sigur Hanna Christiansen av Argjum.
Tær sjey vinkonurnar høvdu ikki verið til tingsetanina fyrr í dag, men vóru komnar oman um 17 tíðina.
"Vit eru nýliga komnar oman í býin. Nú fara vit bara at ganga eitt sindur runt og heilsa upp á fólk," sigur Jóna Hvannastein úr Havn.
"Tónleikurin fyllur eisini nógv á ólavsøkuni. Vit hava lurtað eftir nógvum bólkum á teimum ymisku pøllunum runt í býnum," sigur Hanna Guttesen úr Havn.
"Hæddarpunktið verður tó í kvøld, tá vit fara til midnáttarsangløtuna. Tað er so stak hugnaligt at øll syngja við," sigur Durita Sloan Jørgensen.
Ólavsøkan er sera týdningarmikil fyri tær sjey vinkonurnar. Fyri tær, sum eru útisetar, er ólavsøkan kanska serliga týdningarmikil.
"Nú búgvi eg í Glasgow, har eg lesi, so eg royni altíð at laga tað soleiðis til, at eg eri í Føroyum, meðan ólavsøka er," sigur Súsanna Christiansen úr Havn.