Niels Salmony
Stýrisbólkurin fyri »Ólavsøkan 2006«
Ólavsøkutiltøkini Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í summar eydnaðust sera væl. Tað hevur eggjað stýrisbólkinum, sum telur tey somu sum í fjør, longu at fara undir at skipa fyri ólavsøkutiltøkunum í 2006.
Tað ræður um at halda á við teimum væleydnaðu tiltøkunum, sum ólavsøkugestirnir kenna aftur, og samstundis fara undir nýggj tiltøk, sum birta vón um aftur eina ólavsøku ríka upp á upplivilsir og góð minnir.
Nakað av tí fyrsta, vit hava samtykt í bólkinum, er at skipa fyri eini plakatkapping á sama hátt sum í fjør. Treytirnar kunna síggjast á heimasíðini hjá Føroyahúsinum www.faroehouse.dk. Vit heita á tey, sum hava hug at vera við í kappingini, um at hvessa sær pennin nú og royna sítt besta til tess at vinna og gleða tey mongu, sum fara at síggja plakatina.
Eisini á næstu ólavsøku fara vit at skipa fyri einum hópi av tiltøkum, sum fara fram báðar dagarnar. Ja, uppaftur fleiri tiltøkum enn á farnu ólavsøku. Vit hava longu samband við onkran av teimum, sum vóru á palli í summar og Vit leita eftir fleiri tónleikarum og entertainarum. Hetta verður gjørt, so at tey mongu, sum hava fingið sær til vana, ár eftir ár, at vitja út á Bryggjuna í Keypmannahavn til hesi tiltøkini, ikki skula fara tómhent heimaftur.
Sjálvandi hava vit eisini hugsað um børnini. Har verður millum mangt annað skattajakt og anlitsmáling og eisini okkurt góðgæti at keypa. Og soleiðis verða eisini stundir hjá teimum tilkomnu at hitta vinir og skyldfólk, sum tey kanska ikki hava sæð leingi. Jú, ólavsøkuhaldið á Brygguni er vorðið ein miðdepil, har fólk eru farin at hittast. Gomul vinarbond verða endurnýggjað og nýggj vinarbond verða knýtt.
Eitt nýtt tiltak á ólavsøkuni vóru nakrar búðir, har virkir høvdu møguleikan at vísa fram teirra framleiðslu. Tiltakið varð væl fagnað, og vit hava fingið fyrispurning um fleiri búðir. Hetta arbeiða vit sjálvandi við. Tiltakið rímar eisini væl við endamálinum við ólavsøkuhaldinum, nevnliga at gloppa eitt vindeyga út í heimin og vísa hvat føroyingar eisini takast við.
So hvørt vit fáa avtalur í lag, fara vit sjálvandi at greiða frá okkara ætlan, og hvussu gongst at leggja ólavsøkuna 2006 til rættis. - Jú, bíða mær eitt sindur. Nú ein dagin sat eg í Nyhavn og fegnaðist um tað sjáldsama góða veðrið, vit hava havt í heyst í Keypmannahavn. Hitin var eini 17 - 18 stig. Eg hevði akkurát sett meg, tá eg hoyrdi ein við grannaborðið taka til: Oh, sikkent vidunderligt vejr og sikkent vidunderligt sted. Ja, og så skulle du have været her i sommers, sidst i juli. Jeg og Åse sad her ved midnatstid, svaraði hin.Pludselig blev himlen oplyst af et overvældende lyshav i alle regnbuens farver. Den ene raket efter den anden illuminerede nattehimlen. Det var et betagende syn, som stod på i nærved en halv time. Hvad var anledningen? Jeg er ikke helt sikker. Nogle af de mange mennesker, der var samlet her i Nyhavn den aften sagde, at det var færingerne, der fejrede deres nationaldag. Festligt så det ihvertfald ud. So fóru teir. Eg hoyrdi ikki meira av prátinum teirra millum. - Jú, ein kann vi hesum siga, at ólavsøkuhaldið á Norðurbryggjuni hevur gjørt vart við seg sum eitt áhugavert tiltak millum tey mongu fjølbroyttu tiltøkini, sum Keypmannahavn kann bjóða sínum fólki og teimum nógvu ferðagestunum á hesum leiðum.