ÓLAVSØKUKAPPINGAR
Tann guli og tann svarti vóru høvuðslitirnir í góða veðrinum ólavsøkuaftan og í framúr veðrinum, sum var ólavsøkudag.
Alt vendi rætta vegin hjá NSÍ. Kappróðrarfelagið NSÍ gjørdi av álvara um seg, og besta fótbóltsliðið hjá NSÍ staðfesti, at tað grør um gangandi fót í ítróttinum í Runavíkar kommunu.
Fyri triðju ferð seinastu fimm árini eydnaðist tað Eysturoyinginum, sum nú er fimm ára gamal, at vinna meistaraskapin í kappingini millum 10?mannaførini. Tað var krúnan á einum fyri NSÍ sera væl eydnaðum ólavsøkukappróðri.
Dreingirnir umborð á Tjaldrinum vórðu FM vinnarar bæði í 2000 og í 2001. Í teimum fimm FM róðrunum undan ólavsøkuni hevði ikki gingið nakað serligt hjá nýggju manningini. Men á Havnarvág glapp av álvara. Tjaldrið var fremst mest sum allan róðrarteinin, og harvið fingu teir av álvara eitt plástur á tað, sum higartil hevði sæð miseydnað út.
Tað plagar at verða tikið til, at sigur í ólavsøkuróðrinum er sum at vinna steypakappingina í fótbólti. Um tað er so, so vann NSÍ fleiri steypakappingar.
Higartil hevur NSÍ verið tað einasta av fótbótlsfeløgunum, sum seinastu árini hava verið við í fremstu røð, og sum ongantíð hevur havt møguleika at royna seg í altjóða kappingunum. Tað hava teir ongantíð kvalifiserað seg til.
NSÍ vann finaluna um løgmanssteypið 2-1 á HB. Tað hevur við sær, at NSÍ longu hevur vunnið sær atgongumerkini til UEFA Cup kappingina um eitt ár. Í góðveðrinum á Tórsvølli vóru 4.702 vitni til stórhendingina í fótbóltssøguni hjá NSÍ. Um tey verða roknað uppí, sum vóru at síggja uttanfyri sjálvan Tórsvøll, so var áskoðaratalið omanfyri fimm túsund. Fleiri hundrað hildu til framvið hegninum, niðanfyri svimjihøllina og í skráanum undir ítróttarhøllini á Hálsi.
NSÍ átti ikki part í kvinnufinaluni í fótbólti. Har vóru tað HB og KÍ, sum tókust fjórða árið á rað. HB vann í 1999, KÍ vann í 2000, HB vann í 2001, og í góðveðrinum ólavsøkudag átti KÍ tørn aftur. Klaksvíkskvinnur vunnu rudduligan 6-1 sigur, og harvið hava tær lagt lunnar undir møguleikan at vinna bæði FM og steypakappingina.
Við fyrsta finalusigrinum nakrantíð í steypakappingini hava teir í NSÍ lagt lunnar undir møguleikan at vinna bæði steypakapping og FM. Um tað skal eydnast fæst at síggja tveir teir næstu mánaðirnar. Tá verða átta tey síðstu umførini í landskappingini spæld.
Ein dystur hongur eftir frá 10. umfarinum. Tað er tann millum EB/Streym og TB. Hann verður spældur á Eiði í kvøld. Sunnudagin verður spælt soleiðis í 11. umfarinum: VB-EB/Streymur, B68-TB, KÍ-HB, B36-Skála og steypavinnararnir í NSÍ skulu inn til Gøtu.
Í hesum 11. umfarinum eru finalistarnir í steypakappingini partar av sera týdningarmiklum uppgerðum. Í Klaksvík skal vónbrotna HB prógva, at teir framvegis eru besta boðið upp á FM heitið, sjálvt um teir taptu steypafinaluna.
GÍ er næsti kappingarneytin hjá HB. Dysturin í Gøtu fer at vísa, um GÍ framvegis megnar at fylgja við, ella um tað nú er NSÍ, sum er flúgvandi.