Nú tað aftur stundar til ólavsøku, eru vit mong sum leggja leiðina til Havnar fyri at halda ólavsøku, og sum øllum kunnugt, er tað ymiskt, sum ólavsøkan verður hildin. Men øll vita vit, hví vit halda hesa tjóðarhátíð. Ólavur hin heilagi, sum fall á Stiklastøðum hin 29. juli ár 1030, bert tríatifimm ára gamal, hevjaði krossmerkið hátt okkara millum. Tí eigur ólavsøkan at verða hildin við spekt og sóma, og við virðing fyri tí sum heilagt er.
Sum áður nomið við, er tað ógvuliga ymiskt, hvat vit leggja mest dent á undir ólavsøkuhaldinum. Hjá mongum í landið okkara er tað ítrótturin, sum fær eitt sera stórt pláss í lívinum, og er tað eisini ítrótturin sum í ólavsøkuskránni hevur rúmar ræsir. Tað er ógvuliga vakurt at síggja ein stóran part av okkara ítróttarungdómi koma í stórari skrúðgongu og í sínum litføgru eyðkennisbúnum, inn á tinghúsvøllin, har tey standa við spekt og sóma og lýða á tá ólavsøkan verður sett. Spenningurin er stórur ímillum tey, nú tey standa fyri stórum avbjóðingum. Tí er tað sera umráðandi at íðka ítrótt við røttum ítróttaranda.
Guds orðs boðan
Sum mangar ferðir nevnt áður, so kemur nógv fremmandafólk at vitja oyggjar okkara á sumri, og mong av hesum fremmandafólkum vilja uppliva ólavsøkuhald okkara. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit, sum eru við til ólavsøkuhaldi, vísa spekt og sóma og eisini hava virðing fyri tí sum heilagt er. Á hesi stóru tjóðarstevnu okkara er tíðanbetur Guds orð ein fastur táttur í ólavsøkuskránni báðar dagarnar. Latum okkum takka Gudi fyri, at tað eru menniskju sum vilja, eins og Ólavur hin heilagi, hevja krossmerki hátt millum fólk okkara, eisini á hesi stóru stevnu. Tað er tí umráðandi at vit, sum eiga Jesus í hjørtum okkara, sameint biðja Gud um hansara ríku signing yvir gudstænastum og møtum hesar dagar, soleiðis at Heilagi Andin fær loyvið at tala til okkara fólk undir Guds orðs boðan bæði innan- og uttandura.
Ólavsøkumorgun uppliva vit at síggja skrúðgongu úr tinghúsinum og oman í dómkirkjuna (Havnar kirkju). Hetta ber okkum prógv um, at hann, sum øllum valdar, vil sigan fólk okkar, bæði gerandis og heilagt. Hetta, at teir politisku myndugleikarnir saman við kirkjuligu myndugleikunum, fara úr tinghúsinum og saman traðka kirkjugøtuna, ber okkum boð um at kristindómurin hevur djúpar røtur í fólki okkara. Men hóast tað, so er og verður tað altíð ein persónlig avgerð ímillum Gud og tað einstaka menniskja. Vit mega í øllum førum taka eina persónliga avgerð yvirfyri lagnu okkara í ævinleikanum; annaðhvørt eru vit frelst ella liva vit burtur frá Gudi og mega glatast í allar ævir. Tá lívið her er at enda komið, er náðitíðin farin og allur møguleiki fyri frelsu er farin; men Gud fái lov og tøkk fyri, at enn í dag stendur náðihurðin opin fyri einum og hvørjum, sum vil koma til Guds ígjøgnum Jesu fullgjørda verk á Golgata. Eisini ger hesin møguleiki seg galdandi á ólavsøku, við tað, at tað eru menniskju, sum eru Guds kallið lýðin og vilja bera hendan glaða boðskap út á ólavsøku, bæði innan- og uttandura. Gud signi ein og hvønn til at steðga á og lýða á tað, sum Harrans vitnir hava at bera fram um Guds kærleika við Jesusi Kristi, eisini hesa ólavsøku.
Eg vil hervið enda við einum ólavsøkusangi, sum eg havi yrkt til ólavsøkuna 2003. Góða ólavsøku øll somul.
?????
Ólavsøkusangur
Lag: Føroyingar, sum her nú koma saman
1. Vit á ólavsøku koma saman,
hitta kenningar og vinir við;
møtast vit í álvara og gaman,
menna vilja góðan gamlan sið.
Tað er okkum øllum mikil gleði,
at vit saman hugna okkum her;
Gud alvaldi gevur okkum megi,
:,: so tað spekt og sóma við sær ber. :,:
2. Merkið veittrar hátt á Áarvegnum,
ber oss boð um ólavsøku her;
Ólavur, hann fall á hesum degnum,
heiti halgimenni hann jú ber.
Latum okkum aldri navn hans gloyma,
tí hann krossin hevja vildi hátt;
navn hans vilja vit í hjarta goyma,
:,: tí hann vildi semju, vildi sátt. :,:
3. Ólavsøkan er vár tjóðarstevna,
ung og gomul ganga lið um lið;
eftir Áarvegnum, sum vit nevna,
mong sum vit her vilja kennast við;
spáka sær ein túr í Havnar býi,
vilja njóta lívið her og nú,
gloyma alt tað tunga strev og stríði,
:,: byggja millum ættir várar brú. :,:
4. Ólavsøkuaftan er tann dagur,
tá ið ólavsøkan verður sett;
mangur maður er tá sera glaður,
og um veðurvánir verður mett.
Kappróður og annað er á skránni,
sum jú hoyrir hesi stevnu til;
misjøvn eru líkindir á vágni,
:,: tað má verða sum tað verða vil. :,:
5. Eitt vit ongantíð her mega gloyma,
at Guds orð, tað hevur allan mátt;
latum okkum tí í hjarta goyma,
alt sum orð Guds ber oss inn um gátt.
Frelsutilboð gott her til oss ljóðar,
Jesus elskar okkum stór og smá;
syndarum hann fyrigeving bjóðar,
:,: frið í hjarta kunnu vit her fá. :,: