Í kvøld verður fyrsta Ólavsøku-tiltakið við rútmiskum tónleiki á skránni. Tá hevur bólkurin Yggdrasil konsert í Tórskjallaran Yggdrasil er samsettur av evnaríkum tónleikarum, so sum Heðin Ziska Davidsen, Rógva á Rógvu, og fleiri, og maðurin aftan flest allan tann ?progresiva? tónleikin her á landi, hin navnframi Kristian Blak, verður sjálvandi við hóskvøldið.
Bólkurin framførðir egin verk, nýggj eins og gomul. Konsertin byrjar Kl 21.00.