Ólavsøkukonsertin: Side Effect

At møta stundisliga hava føroyingar aldrin verið kendir fyri. Og vit fingu sjón fyri søgn, tá ið Side Effect byrjaðu til tíðina klokkan tíggju fríggjakvøldið
Ikki nógv meiri enn hálvthundrað áhoyrarar vóru møttir upp klokkan tíggju, tá ið Side Effect fóru á pall. Men hóast hetta løgdu teir alt, sum teir høvdu, í framførsluna.

 

Tónleikurin hjá Side Effect koyrir upp á skift í dynamikkinum. Spakuliga verður bygt upp og knappliga loyst av við einari spreinging. Tungu og in-your-face beat?ini tvinga teg at løna aftur við dandandi knøum og nikkandi høvdi.

 

Teir fýra limirnir í bólkinum hava eisini funnið sær eitt image, ið riggar væl. Hóast bólkurin ikki spælir emo-tónleik, so hava teir eitt emo-image. Við svertu undir eygunum og í myrkum klæðum koyra teir stílin allan vegin. Altíð gott, eftir mínum tykki.