Ólavsøkurøða løgmans

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

Harra formaður

Ólavsøkudagarnar munnu flest øll kenna eina serstaka kenslu.

Vit halda okkara tjóðarhátíð. Høvuðsstaðurin er flaggskrýddur, fólk klødd í veitsluskrúð, og um býin hoyrist gleðisrómur og sangur. Fólk eru komin úr øllum heraðshornum, og hesar dagar kenna vit kensl- una av at hoyra saman. Kensluna av at vera partur av nøkrum størri. Kensluna av at vera ein tjóð.

Ólavsøkumorgun gongur skrúðgongan oman í dómkirkjuna til guðstænastu. síðani niðan á Tinghúsvøll- in til vakran kórsang, har stór mannfjøld kemur saman.

skrúðgongan umboðar og myndar politisku, kirkjuligu og fyrisitingarligu myndugleikarnar. leiðin ímyndar grundvøllin undir okkara samfelag – fólkaræðið og tey kristnu virðini.

Ólavsøkan er partur av okkara mentan. Ein partur av teimum mongu træðrunum, ið knýta okkum sam- an. Træðrirnar, ið treyta okkara samleika og eru við til at gera okkum til eina tjóð, ið er okkara fram um aðrar. Tjóðina, ið ger, at vit ikki missa fótafestið í einum stundum ørkymlandi heimi.

Vit eru øll ymisk, men tjóðina og samfelagið mynda vit øll.

Vit hava búleikast á okkara oyggjum í øldir. Vit hava bygt eitt framkomið samfelag. Og her skulu kom- andi ættarlið liva og virka.

latið okkum í felag tryggja, at samfelagið verður rúmsátt, og at her verður liviligt hjá okkum øllum.

Var eg listamaður, málaði eg eina mynd, har tolsemi og fólkaræði er grundvøllur. Eina mynd, har øll við teirra ymiskleika og hugsjónum eru við at mynda tað føroyska listaverkið.

Harra formaður

Heimsbúskapurin er í ringastu kreppu síðani 1930-árini. Higartil eru vit sloppin lutfalsliga snikkaleys gjøgnum kreppuna. Bæði tí at samfelagið var væl fyri, tá kreppan av álvara fór at gera um seg, og tí vit hava tikið rættstundis avgerðir, ið hava vent gongdini.

Kreppan er ikki av, og útlitini fyri heimsbúskapin eru framvegis ivasom.

Fyri okkum er størsta avbjóðingin manglandi fólkavøkstur. Eftir fleiri ár við vøkstri er fólkatalið nú fall- andi. Tilflytingin er minkað seinastu árini, meðan fráflytingin hevur verið støðug.

Vit mugu tí skipa samfelagið soleiðis, at tað er lokkandi hjá fólki at flyta til landið, og at her er gott at vera hjá familjum við børnum.

??løgmansskrivstovan 3

???????????????Til hetta krevst, at vit fáa fleiri spennandi arbeiðspláss, nøktandi vælferðartænastur, góðar útbúgvingar- møguleikar, umframt góð frítíðar- og mentanartilboð.

Fyri at røkka hesum málum krevst búskaparvøkstur.

landsstýrið er farið undir eina vakstrarætlan á fimm økjum: fiskivinnu, ferðavinnu, frálandavinnu, út- búgving og íverksetan.

málið er at fáa størri virði burtur úr havsins tilfeingi, at fáa fleiri ferðafólk til landið, at menna avleitt virksemi av okkara altjóða skipaskráseting, at skapa fleiri útbúgvingartilboð og at stimbra íverksetarar.

Orsøkir til manglandi fólkavøksturin eru nógvar. Og fyri at steðga fráflytingini, er neyðugt at fremja átøk á flest øllum økjum. Eg fari í næstum at seta ein bólk at útgreina og gera eina heildarætlan við átøkum, ið skulu setast í verk fyri at skapa fólkavøkstur.

Fyri at hetta skal eydnast, er neyðugt við støðugari kós, ið røkkur longri enn eitt valskeið. Tað krevur breiðar semjur. Vit fara tí at samráðast við allar flokkar á løgtingi um hesar ætlanir.

Harra formaður

Vend er komin í føroyska búskapin. lønarútgjaldingarnar vaksa, útflutningurin veksur, hallið minkar, og sambært metingum veksur bruttotjóðarúrtøkan aftur í ár. arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er nú millum tey lægstu í Evropa.

nýggjasta konjunkturkanningin vísir, at vit føroyingar, sum heild eru vorðnir meira bjartskygdir um framtíðina.

Í seinastu metingini hjá moody’s av kredittvirðinum varðveita vit okkara høgu rating. Hetta hevur týdn- ing, tá rentan á lánum landskassans skal ásetast.

landsstýrið hevur seinastu árini lagt stóran dent á at tálma vøksturin í almennu rakstrarútreiðslunum fyri at minka um hallið.

Íløgukarmurin er hækkaður fyri at stimbra virksemið. Og útbúgving og vælferð eru raðfest. Tað var eisini grundarlagið undir seinasta uppskotinum hjá landsstýrinum um fíggjarkarmar, har ein røð av tiltøkum verða ásett, so at yvirskot aftur verður á fíggjarlógini í 2016.

at fáa javnvág í almenna roknskapin er ikki eitt mál í sær sjálvum. Javnvág í almenna roknskapinum er ein liður í at leggja eitt gott grundarstøði undir okkara búskap. Ein fyritreyt fyri at tryggja framtíðar vælferð og vøkstur.

rationaliseringar eru framdar, og fleiri tillagingar fara at verða gjørdar.

løgmansskrivstovan 4

?????????????????

Vit mugu øll taka tøk.

Vit leggja okkum eftir, at broytingar svíða sum minst. Í staðin fyri at skerja við plenuklipparanum, hava vit m.a. lagt fleiri almennar stovnar saman, soleiðis at fakliga umhvørvið gerst sterkari, og raksturin fyri hvørja eind gerst bíligari.

Vit vilja veita okkara borgarum eina so góða og bíliga tænastu sum møguligt. Hetta krevur, at vit tora at hugsa nýtt. at vit duga betur at gagnnýta okkara útbygda undirstøðukervi, og at vit gera íløgur í menning og nýggja tøkni. Eisini um úrslitini ikki vísa seg fyrr enn seinni.

Talgilda heilsuskipanin er gott dømi um, hvussu nýhugsan og tøkni kann bróta slóð fyri enn betri skip- anum og tænastum í almenna geiranum.

Við varligum fíggjarpolitikki og nýhugsan kunnu vit fáa meira fyri minni.

Ein høgur marginalskattur er ein tann størsta forðingin fyri búskaparvøkstri, tí hann ger, at fólk ikki fáa nóg mikið burtur úr at taka eyka tøk. Harafturat var skatturin á lønum vorðin alt ov høgur samanborin við okkara grannalond. Fyri fólk, sum hava nomið sær longri útbúgving, merkti hetta, at tey við somu inntøku høvdu havt upp í fleiri túsund krónur meira aftan á skatt, um tey búðu í Danmark heldur enn í Føroyum.

Tí framdi samgongan eina skattaumskipan 1. januar í ár. Úrslitið av skattalættanum sæst aftur í øktum búskapi, og privata nýtslan er vaksin.

skattaumskipanin hevur verið nógv umrødd. Ført hevur verið fram, at gjógvin millum rík og fátøk er vorðin ovurhonds stór. Henda ræðumyndin er misvísandi. nýggja skattaskipanin er framvegis progressiv, og tey við hægru inntøkunum rinda væl meira í skatti.

Føroyar eru ikki ávegis at gerast eitt stættasamfelag. Tvørturímóti er munurin millum hægstu og lægstu inntøkurnar væl lægri enn í grannalondunum.

Tað hevur verið funnist at lønarviðurskiftunum hjá landsstýrisfólkum. Eg haldi, at skipanin skal broytast. Í løtuni endurskoðar ein óheft nevnd viðurskiftini, og ætlanin er at leggja uppskot til nýggjar reglur fyri løgtingið í hesi tingsetuni.

Harra formaður

ríkidømið í havinum hevur verið grundarlagið undir okkara búskapi í meira enn 100 ár. skulu vit hava búskaparvøkstur, nú og í framtíðini, mugu vit gagnnýta hetta ríkidømið betur.

??løgmansskrivstovan 5

???????????????Undanfarna landsstýrið legði lunnar undir eina umsitingarætlan, ið skal endurreisa botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Talið á fiskidøgum er lækkað munandi. nýggj øki eru friðað, og gongst sum ætlað, kann fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki fáa umhvørvisgóðkenning í seinasta lagi í 2015.

Vit hava besta fiskin, ein kann hugsa sær. Vit eiga tí at seta okkum fyri, at okkara land skal vera millum heimsins fremstu matvøruframleiðarar.

Í næstum verður ein arbeiðsbólkur settur at gera uppskot til ein matvørupolitikk, ið skal lýsa, hvussu vit flyta okkum frá at vera rávøruútflytari til at vera ein matvøruframleiðandi tjóð. Vísast skal á vinnu- møguleikar, og hvussu útbúgving og gransking kann vera við til at menna matvøruframleiðslu bæði úr fiski og úr aðrari rávøru.

Feskar rávørur og góð hagreiðing eru sjálvsagdar fortreytir fyri, at vit kunnu gera okkum galdandi í hes- um høpi. landsstýrið er tí farið undir at fremja átøk fyri at hækka góðskuna á tilfeinginum, sum kemur upp á land.

seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um tilfeingið í havinum sum fólksins ogn. settir eru nógvir við- komandi spurningar, og víst er á veikleikar við verandi skipan. landsstýrið fer tí at gera uppskot til eina umskipan av fiskivinnuni. Ætlanin er at greiða fleiri mál, ið ivi hevur verið sáddur um, her undir útlendsk- an ognarskap, brúksskyldu, býtið í skipabólkar, tilfeingisgjøld og burðardygga umsiting av tilfeinginum.

Endamálið er at fáa eina skilagóða og burðardygga skipan, ið samstundis tryggjar vinnuni støðugar karm- ar at virka undir. Ein bólkur við umboðum úr øllum politisku flokkunum á løgtingi er settur at fylgja arbeiðinum.

Harra formaður

Tað hevur ikki eydnast at fáa semju um eina nýggja makrelavtalu við hini strandalondini. londini hava tí aftur í ár ásett sína egnu kvotu. Vit hava ásett okkum knøpp 150.000 tons.

økti makrelfiskiskapurin hevur stóran týdning fyri búskapin, og munandi meira makrelur verður nú virkaður til matna. Føroyar hava framkomin uppsjóvarvirki á landi og ein pelagiskan flota, sum er mill- um heimsins best útgjørdu.

støðan er serstøk. nøgdirnar av makreli eru fleiri ferðir størri, enn tá avtalan við hini strandalondini var gjørd. Tað snýr seg um stór virðir, ið aftur í ár mugu fáast til høldar. Eisini fyri at staðfesta, at makrelurin finst í stórari nøgd í føroyskum sjógvi.

avgerðir um býtið av makrelinum bygdi á:

• At sum mest verður virkað til matna fyri best møguligan prís.

• At sum mest kemur um føroyska bryggju, so meira virksemi verður her á landi.

• Og at sum flest í fiskivinnuni fáa møguleika at fáa ágóða av tilfeinginum.

??løgmansskrivstovan 6

???????????????

noreg hevur noktað føroyskum skipum at landa makrel í noreg. Es útvegar sær í løtuni heimild at revsa lond, ið eftir teirra tykki ikki fiska burðardygt. Bæði politiskt og umsitingarliga er nógv orka løgd í at gera vart við okkara sjónarmið, ikki minst, at tiltøkini kunnu stríða ímóti reglum um altjóða handil.

lat ongan iva ráða. Føroyar vilja hava eina loysn á makrelósemjuni. Ongin kann liva við, at makrel- stovnurin verður niðurfiskaður. men vit fara sjálvandi at verja okkara rættindi.

Harra formaður

Føroyar skulu gerast ein miðdepil fyri frálandavinnu.

Í hesum døgum verður áttandi brunnurin eftir olju boraður við Føroyar. Ætlanin er at bora gjøgnum basaltfláirnar. Hetta er dýrasta verkætlan í Føroya søgu.

Hóast olja og gass ikki eru funnin í rakstrarverdum nøgdum, hevur virksemið higartil ment og varpað ljós á møguleikar hjá føroyskari vinnu og arbeiðsmegi. Í dag arbeiða nógvar fyritøkur og einstaklingar í oljuvinnu uttanlands. Hetta gevur inntøkur, og vit gerast betur før fyri at taka ímóti avbjóðingunum, tá kolvetni verður útvunnið á okkara øki.

Føroyska altjóða skipaskrásetingin er komin á hvíta lista hjá Paris mOU. miðvísa arbeiðið at marknaðar- føra skipanina sum eitt hágóðsku flagg hevur eydnast. skipanin kastar inntøkur av sær, og so hvørt sum talið á skipum veksur, víðkast møguleikarnir fyri avleiddum virksemi.

Vit hava nú eina kappingarføra skipan, har 79 skip eru skrásett. málið er at røkka 100 skipum í ár. Her kann staðfestast, at tað grør um gangandi fót.

Veðurlagsbroytingarnar í arktis skapa nýggjar møguleikar og avbjóðingar. skipaferðslan í norðurhøvum veksur og fer at vaksa meir í framtíðini. Føroyar liggja mitt á hesi nýggju sjóleið.

landsstýrið arbeiðir á fleiri økjum til tess at fáa búskaparligan ágóða av broytingunum. Føroyar eru við í felags arktiskari strategi fyri Kongsríkið. landsstýrið hevur harafturat sett ein bólk at greina, hvussu Føroyar kunnu gagnnýta økta virksemið í arktis. Dentur verður lagdur á vinnu og gransking, umframt hvørji átøk vit mugu fremja viðvíkjandi tilbúgving og náttúruvernd. greiningin verður liðug komandi vár.

landsstýrið hevur sett sær fyri, at í 2020 skulu millum 80 og 90 prosent av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orkukeldum. Til hetta krevjast stórar íløgur. landsstýrið er saman við sEV og kommunufeløg- unum farið undir eina umfatandi greining av øllum elorkukervinum og útbyggingarmøguleikunum. Kanningin verður liðug um ársskiftið.

landsstýrið hevur sett sær sum mál, at ferðavinnan skal gerast ein størri táttur í búskapinum. Ferðavinn- an skapar arbeiðspláss um alt landið og gevur nýggj frítíðartilboð, eisini til okkum, sum búgva her.

??løgmansskrivstovan 7

???????????????

Ferðaráð Føroya er skipað av nýggjum. Farið er undir at leggja eina vakstrarætlan fyri ferðavinnuna. Vit hava nógv at bjóða ferðafólki. Eina bergtakandi náttúru og eitt ríkt og blómandi mentanarlív.

Ein høvuðsavbjóðing er, at Føroyar eru lítið kendar úti í heimi. Tí eru størri upphæddir settar av til at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland.

longdi flogvøllurin í Vágum gevur møguleikar fyri nýggjum flogleiðum. Og drúgva arbeiðið at fáa Før- oyum part í evropeiska loftferðslusamstarvinum ECaa er loksins komið undir land. Um stutta tíð verða Føroyar partur av samstarvinum. Tá fer tað at standa føroyskum flogfeløgum frítt at flúgva á evropeiska meginøkinum, eins og evropeisk flogfeløg kunnu flúgva til Føroya.

Harra formaður

ríkt mentanarlív, góð útbúgvingarskipan og góðar granskingarumstøður eru eyðkenni fyri eitt samfelag í menning.

nógvir møguleikar eru at granska í Føroyum. Vit hava gransking á høgum altjóða stigi, og granskarar eru við í nógvum altjóða verkætlanum.

luttøkan í Es-granskingarsamstarvinum hevur roynst sera væl. samstarvið endar í 2013, tá ið nýggja samstarvið Horizon 2020 væntandi eisini kemur at standa okkum í boði. sum liður í menningini av føroyskari gransking er tað framhaldandi okkara ætlan at luttaka í Es-granskingarsamstarvinum.

Eitt granskarasetur gerst veruleiki um stutta tíð. Endamálið er at savna tøknikrevjandi gransking og stimbra samstarv millum vinnuna og almennar granskingarstovnar. Við hesum fáa vit eitt umhvørvi, ið kann gerast gróðrarbotnur fyri nýggjar vinnur og arbeiðspláss.

Hóast krepputíðir er útbúgvingarøkið raðfest við munandi hægri játtanum seinnu árini. síðani 2008 er talið á næmingum, ið taka eina miðnáms- ella hægri útbúgving í Føroyum økt úr umleið 2.300 upp í umleið 3.000. Á íløgusíðuni eru stórar ábøtur fyri framman. marknagilsdepilin verður væntandi liðugur í 2016, og løgtingið hevur eisini játtað pening til at útbyggja aðrar miðnámsskúlar.

Tað er gott og gagnligt, at ung leita út í heim at ogna sær lærdóm og royndir. men at ein so stórur partur av okkara ungdómi leitar burtur, kann eisini vera ein vandi. Tí ein stórur partur kemur ikki heimaftur.

Fróðskaparsetrið hevur ment seg nógv seinnu árini. men neyðugt verður við betri lestrarmøguleikum og einum stimbrandi lestrarumhvørvi, fyri at fleiri lesandi kunnu og vilja taka sína útbúgving her. Vit kanna tí møguleikarnar fyri at bjóða fleiri útbúgvingar á setrinum, og vit fara at raðfesta útbúgvingarøkið enn hægri.

Frá august 2013 verður farið undir eina nýggja skipan av miðnámsútbúgvingunum, sum fer at geva teimum ungu enn fleiri valmøguleikar. Tá kunnu næmingar í størri mun seta saman sína egnu útbúgving.

??løgmansskrivstovan 8

???????????????

Frá august 2013 verða støðisútbúgvingin innan tøkni og lærlingaútbúgvingarnar samansjóðaðar. skúla- skeiðini verða løgd í fastar karmar, og lærarakreftirnar verða samskipaðar og gagnnýttar betur.

Fólkaskúlin er grundarsteinurin undir okkara útbúgvingarskipan.

seinnu árini er stórur dentur lagdur á at menna lesi- og skriviundirvísingina. Telduforrit er ment til sjón- og lesiveik. allir lærarar skulu á skeið í fakligari lesing og kunningartøkni. arbeitt verður við at skipa bygnaðin soleiðis, at tað gerst møguligt at gagnnýta játtanina betur.

Vit fara at styrkja møguleikarnar hjá teimum við serligum avbjóðingum. arbeitt verður við at víðka mið- námsskúlatilboðini. Tað ber til at skipa enn fleiri tilboð, so foreldur ikki kenna seg noydd at leita uttan- lands at finna børnum sínum skúla- og heildartilboð.

stuðul til mentan, list og ítrótt er við til at tryggja eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív.

Eitt stórt framstig fyri okkara mál og mentan er, at allar føroyskar orðabøkur eru tøkar á netinum hjá skúlunum.

Á savnsøkinum verður nógv gjørt fyri at verja okkara mentanararv. millum annað verður arbeitt við at tryggja, at føroyski báturin og gomul træskip verða varðveitt.

Harra formaður

Vit eiga eitt gott vælferðarsamfelag, ið er úrslit av drúgvum arbeiði. Hvønn einasta dag taka starvsfólk lógvatøk at vera um gomul og sjúk og geva børnum okkara ein góðan førning at bera við sær víðari í lívinum.

Børnini eru gimsteinarnir í okkara samfelag. góð heim og nærumhvørvi eru besta trygdin fyri, at børnini fáa umsorgan og ein góðan uppvøkstur.

Tað eru børn, sum ikki fáa nóg góða umsorgan. Og barnið er ikki altíð ført fyri at siga frá.

Barnaverndarlógin er broytt. Fráboðanarskyldan hjá bæði fakfólki og vanliga borgaranum er herd. Fyri at styrkja fakligu viðgerðina av barnaverndarmálum verða barnaverndarøkini løgd saman í størri eindir frá 2014.

Ætlanir eru um at skipa sokallað barnahús, har hjálpin til børn, ið hava verið fyri misnýtslu, verður savnað.

landsstýrið er farið undir at smíða eitt lógaruppskot um at skipa eitt óheft barnaumboð, ið skal tryggja rættindi hjá børnum.

??løgmansskrivstovan 9

???????????????

Børn við serligum avbjóðingum hava tørv á tænastum frá fleiri myndugleikum. Foreldur mugu tí ofta fara frá einum myndugleika til annan fyri at fáa hjálp til síni børn. Tí kunnu foreldur kenna hesar tilgongdir bæði tungar og troystarleysar.

Peningur er fingin til vega, so bíðilistarnir til barna- og ungdómspsykiatriina kunnu styttast.

stjórnarráðini, sum varða av skúla-, almanna- og heilsumálum, eru farin undir at greina, hvussu tænastur til børn við serligum tørvi kunnu samskipast, so at borgarin hevur eitt stað, eina hurð, at venda sær til fyri at fáa hjálp og stuðul.

Heildarætlanin at basa harðskapi í parlagi er farin av bakkastokki. Harðskapur er ofta tengdur at rús- drekka. Ein rúsevnis- og rúsdrekkapolitikkur verður orðaður, har dentur verður lagdur á familjuna. Á henda hátt varpa vit ikki bara ljós á misnýtaran, men eisini tey, sum kenna avleiðingarnar av at liva upp at misnýtsluni.

stórur tørvur er á einum meira fjøltáttaðum bústaðarmarknaði.

landsstýrið leggur seinastu hond á ein nýggjan bústaðarpolitikk, ið saman við víðkaðum heimildum til Húsalánsgrunnin skal seta sjøtul á eina nýggja leið. Eina leið, sum skal tryggja, at øll hava møguleika at útvega sær hóskandi bústað fyri ein rímiligan kostnað.

landsstýrið vil virka fyri kappingarførum rentum á bústaðarlánum, eitt nú við realkredittlánum. Um neyðugt skal Húsalánsgrunnurin taka upp kappingina við at bjóða realkredittfígging.

málið er, at alternativir bústaðir verða bygdir kring landið, og at bústaðarfíggingin verður lagaligari. Fyrsta stigið er longu tikið við lutaíbúðarverkætlanini hjá Eysturkommunu og Húsalánsgrunninum.

Vit skulu hava góðar og virðiligar umstøður til teirra, sum onkursvegna ikki eru før fyri at taka sær av sær sjálvum. næstu árini verða íløgur í sambýli raðfestar frammarlaga.

gongst sum ætlað, verður eitt sambýli til sálarsjúk klárt at taka í nýtslu innan árslok í 2013, bústaðir til heilaskadd í 2016, eitt ungdómspensjónat eisini í 2016, sambýli til fólk við autismu og menningartarni í 2017, umframt eitt sambýli til fólk við menningartarni í 2018.

Harra formaður

Eitt gott samfelag skal lofta, tá ið tørvur er á hjálp. Og sanniliga eisini hjálpa fólki á føtur aftur.

Vit skulu stremba eftir at geva tí einstaka møguleikan til eitt virkið lív og møguleikan at uppihalda sær sjálvum. Vit mugu ikki gloyma fólk burtur, hóast tey hava fingið stuðul til uppihald. Fólk skulu bæði hava nakað at liva av og nakað at liva fyri. Tað skal vera brúk fyri okkum øllum. øll skulu hava møguleika at geva sítt íkast.

??løgmansskrivstovan 10

???????????????

Í vár samtykti løgtingið einmælt ein arbeiðsmarknaðarreform við eini røð av tiltøkum, ið skulu hjálpa fólki inn á arbeiðsmarknaðin. Tí vit vilja hava ein rúmligari arbeiðsmarknað, eisini fyri fólk við breki, sjúku ella sosialum trupulleikum.

Vit eiga at leggja størri dent á møguleikar og førleikar hjá tí einstaka heldur enn at síggja forðingar og veikleikar.

reglurnar fyri læknaváttanir verða tí broyttar, so at læknin ikki bara staðfestir, hvat viðkomandi ikki megnar. læknin skal saman við arbeiðsgevara og arbeiðstakara eisini staðfesta, hvat viðkomandi er førur fyri. Vit flyta okkum frá forðingum til førleikar og møguleikar.

stórur partur av teimum, sum standa uttan arbeiði, eru ófaklærd. Og gongdin á arbeiðsmarknaðinum er, at alsamt størri partur av størvunum krevja útbúgving.

almannaverkið er farið undir at gera eina skipan at geva fólki møguleika at fáa mett og góðskrivað sínar fakligu førleikar, sum tey hava ognað sær í arbeiðslívi ella á annan hátt. Hetta fyri at geva teimum betri møguleika at endurútbúgva seg og royna seg á øðrum arbeiðsøkjum.

Harra formaður

Vit skulu støðugt menna og tillaga vælferðina, so eisini komandi ættarlið kunnu njóta eina góða vælferð. almannastovnan og nærverkið eru løgd saman í almannaverkið. Hetta er Føroya størsta samanlegging. samanleggingin er týdningarmikið stig í at menna tænastuna.

landsstýrið er farið undir eina heilsunýskipan, ið skal tryggja eitt munadygt heilsuverk í framtíðini. Vit skulu fara frá hugsanini um trý sjúkrahús og kommunulæknaskipan til hugsanina um eitt samanhang- andi heilsuverk. Endamálið er at tryggja dygdargóðar heilsutænastur fyri øll.

Ætlanin er at flyta partar av tænastunum, sum í dag verða veittar á sjúkrahúsunum, tættari at borgar- unum. Tænasturnar skulu savnast í heilsuhús kring landið, har kommunulæknar og aðrir fakbólkar eru knýttir at. Upplýsing og fyribyrging skal, eins og viðgerð, verða ein berandi partur av heilsutænastuni, og sjúklingurin skal takast meira við í viðgerðina.

Farið verður undir eina tilgongd, har borgarin fær møguleika fyri at koma við sínari áskoðan um, hvussu føroyska heilsuverkið skal virka í framtíðini.

Í juni varð nýggja sjúklingahotellið í Danmark tikið í nýtslu. Tað gleðir meg, at tey, sum noyðast til Keyp- mannahavnar í sjúkuørindum, nú hava fingið góðar umstøður at búgva undir, meðan tørvur er á hvíld áðrenn og eftir sjúkraviðgerð.

Heilsutrygdargjaldið verður endurskoðað. Ætlanin er at gera skipanina meira samhaldsfasta.

??løgmansskrivstovan 11

???????????????

Politiska skipanin hevur arbeitt við pensjónsnýskipan í fleiri ár. Og vit mugu ásanna, at tað hevur gingið striltið at fáa ta neyðugu politisku semjuna.

men vit gevast ikki so. arbeiðið við pensjónsnýskipanini heldur fram. Ætlanin er, at fyrri partur viðvíkj- andi pensjónsuppsparing verður samtyktur í heyst, og írestandi parturin verður settur í verk 1. januar 2014.

Eg eri sannførdur um, at vit koma á mál. Tí eg veit, at allir politiskir flokkar vilja taka ábyrgd í hesum týdningarmikla máli.

Harra formaður

Í áravís hevur verið arbeitt við at skipa kommunubygnaðin av nýggjum. mong hava helst kent tað sum, at landsstýrið hevur roynt at kroyst umfatandi broytingar niður yvir tey. landsstýrið avgjørdi tí at gera tilgongdina meira fólksliga og skipaði í vár fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um ætlanina.

Fólkið er nú komið til orðanna.

avgjørt er at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita í 2014. landsstýrið og kommunufeløgini sam- ráðast nú um, hvussu økið skal fíggjast. Farið er undir at smíða eina eldralóg, sum skal áseta rættindi og tænastustigið í eldrarøktini. Út frá hesum fara kommunurnar sjálvar at tryggja ein skynsaman og muna- góðan rakstur.

grundarlagið undir kommunala fólkaræðinum er, at fólkið í nærumhvørvinum skal hava ávirkan á síni egnu viðurskifti, og at almennar uppgávur skulu loysast so nær borgaranum, sum til ber.

samferðsluætlanin 2012 til 2024 er um at verða liðug. Ætlanin verður grundarlagið undir politiskari við- gerð av langtíðaríløgum.

landsstýrið vil fremja Eysturoyartunnilin. Ætlanin er at nýta lógarheimildina at bjóða út einkarættin at gera og reka tunnilin.

Fyri at tryggja, at ábyrgd og myndugleiki fylgjast í byggiverkætlanum, fer landsstýrið at miðsavna íløgu- játtanirnar til bygningar hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, sum varðar av landsverki.

Harra formaður

Føroyskt vinnulív finnur alsamt nýggjar marknaðir, og útflutningurin til Eysturevropa er vaksin seinastu árini. arbeitt verður tí við at tryggja okkum lagaligari handilsviðurskifti við eitt nú russland, Ukraina og Turkaland. somuleiðis verður kannað, hvussu eitt útflutningsráð kann skipast í samstarvi við vinnuna.

Viðgerðin av okkara landgrunskrøvum uttan fyri 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar byrjar væntandi í sT-landgrunsnevndini komandi vetur. Uttanríkistænastan og Jarðfeingi skulu leggja stóra orku í hetta

??løgmansskrivstovan arbeiðið. Eg fegnist í hesum sambandi um, at Føroyar fyri fyrstu ferð hava fingið umboð í eina týðandi sT-nevnd.

Í heyst verða ískoytissáttmálar um viðurskiftini hjá børnum lagdir fyri løgtingið. Føroyar hava áður fingið atfinningar frá sT-nevndum fyri ikki at hava sett hesar sáttmálar í gildi.

Harra formaður

Eftir ætlan verða útlendingamál yvirtikin í 2013. Og í næstum verður møguleikin at yvirtaka loftferðs- luøkið kannaður nærri.

Tað eru í løtuni fimtan felagsmál eftir at yvirtaka. Eg vænti, at vit framhaldandi koma at yvirtaka fleiri málsøki.

allir flokkar vilja arbeiða ímóti størri búskaparligum og politiskum sjálvbjargni. Vit vilja ganga somu leið. men vit eru kanska ikki samd um ferðina, ella hvat vit leggja í týdningin at koyra eftir umstøðunum.

Heimastýrisskipanin hevur verið okkara politiski grundvøllur síðani 1948. Henda skipan eigur sín stóra lut í, at vit í dag hava eitt framkomið vælferðarsamfelag. men ein og hvør skipan má lagast til nýggjar tíðir. Hóast nýskipanina í 2005 er ivasamt, um karmarnir eru nøktandi til tær avbjóðingar, ið vit møta á altjóða pallinum.

Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.

mín framtíðarmynd er, at vit sum fólk finna saman um eina nýggja skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir okkum.

Harra formaður

Vit skulu loysa tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman. Vælferðin verður bara tryggjað, um vit hava áræði og dirvi at fremja tey átøk, sum eru neyðug.

Eg bjóði øllum flokkum á løgtingi vælkomnum til eitt tingár, har landsstýrið vil gera sítt til fyri at finna breiðar semjur. semjur, sum halda tvørtur um løgtingsval. Hetta er ikki lætt, og ofta er nóg trupult at finna semjurnar innanvert parlamentariska grundarlagið hjá landsstýrinum.

Fólkaræði er samrøða, segði danski gudfrøðingurin Hal Koch. Í einum fólkaræði skulu tey fólkavaldu eisini taka avgerðir. men orðini hjá Hal Koch minna okkum á, at tað oftast loysir seg at gera eina roynd afturat at finna felags stev. lat okkum tí fara til verka við góðum treysti og ikki lata møguleikarnar fyri samstarvi og felags loysnum fara aftur við borðinum.

góða ólavsøku – góða tingsetu. gud signi Føroyar.

løgmansskrivstovan 13

?????????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

løglisTi 2012

??løgmansskrivstovan

???????????????

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (yvirtøka av málsøkjunum útlendingaøki og marknaeftirlit)

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka málsøkini útlendingaøki og marknaeftirlit. Politiskt er henda yvirtøka avtalað í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu frá 14. november 2011.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

Uppskot um at broyta lógina verður gjørt við støði í tilmæli, sum óheft nevnd fer at lata løgmansskriv- stovuni í heyst.

Uppskot til verklagslóg um Stokkastovu

Endamálið er at restaurera stokkastovuna, soleiðis at hon kann koma til sín rætt fornfrøðiliga, bygn- ingssøguliga og í sambandi við ferðavinnu. at restaurera stokkastovuna krevur tíð og serliga serfrøði/ tøkni. Tí má tryggjast, at arbeiðið verður framt yvir ár uttan steðg. Tí verður mett, at frægast er at fáa verkætlanina staðfesta í verklagslóg.

Uppskot til samtyktar um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum um havnatiltøk fyri at fyribyrgja, basa og útiloka ólógligan, ófráboðaðan og óskipaðan fiskiskap

Endamálið við FaO sáttmálanum er at steingja altjóða marknaðin fyri sjóvegis sølu av ólógliga veiddum fiski.

Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í NAFO-sáttmálanum

naFO er millumlanda felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av atlantshavinum. Endamálið er at staðfesta broytingarnar, sum naFO limalondini hava samtykt at gera í sáttmálanum.

Uppskot til samtyktar um Norðurlendskan sáttmála um sosiala trygd

sáttmálin er ein millumtjóða avtala millum norðurlond á almannaøkinum. avtalan staðfestir, hvørji rættindi norðurlendingar, sum flyta millum norðurlond, hava til sosialar veitingar hvør hjá øðrum. nýggi sáttmálin kemur í gildi fyri gamla sáttmálan frá 2003, sum hevur verið galdandi í Føroyum síðan 2005. Orsøkin til, at norðurlond hava gjørt eina nýggja avtalu, eru nýggjar Es-reglur á almanna- økinum.

Uppskot til samtyktar um Sjálvbodna frumskjalið um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnapornografi tilhoyrandi Barnarættindasáttmálanum

Endamálið við sT-frumskjalinum er at banna og verja børn móti barnasølu, barnaskøkjulevnaði og barnapornografi.

Uppskot til samtyktar um Sáttmála Sameindu tjóða móti skipaðum brotsverkum um landamørk

Endamálið við sT-sáttmálanum er at fremja eitt virkið altjóða samstarv, sum kann fyribyrgja og basa skipaðum brotsverkum um landamørk.

??løgmansskrivstovan 15

???????????????

Uppskot til samtyktar um Frumskjalið at fyribyrgja, basa og revsa mannahandli, serliga handli

við kvinnum og børnum, tilhoyrandi Sáttmála Sameindu tjóða móti skipaðum brotsverkum um landamørk

Endamálið við sT-frumskjalinum er at fyribyrgja, basa og revsa mannahandil, verja og hjálpa offrunum og at styrkja altjóða samstarvið hesum viðvíkjandi.

Uppskot til samtyktar um Sjálvbodna frumskjalið tilhoyrandi Sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek

Endamálið við sT-frumskjalinum er at geva persónum og bólkum møguleika fyri at kæra sína søk til sT-nevnd, um rættindi teirra verða mett skerd í mun til ásetingarnar í sT-sáttmálanum, ið frumskjalið hoyrir til.

Aðalorðaskifti um frágreiðing um uttanríkispolitikk

løgmaður leggur fram “Frágreiðing um uttanríkispolitikk” til aðalorðaskifti. FÍggJarmÁlarÁðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Uppskotið er partur av einari dagføring av reglunum um skatting av skattgjaldarum, sum arbeiða umborð á útlendskum skipum ella á landi uttanlands. samstundis verður við uppskotinum mælt til, at reglurnar um skattafría samsýning til dómarar, linjuverjar og venjarar verða dagførdar.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

Uppskotið er partur av einari dagføring av reglunum um skatting av skattgjaldarum, sum arbeiða umborð á útlendskum skipum ella á landi uttanlands.

Uppskot til løgtingslóg um at broyta linkingarhátt frá eksemptión til credit

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arvaavgjald

Við uppskotinum verður tann broyting gjørd, at arvaavgjaldið framyvir fer í landskassan alt sum tað er, í staðin fyri sum nú, har ein partur fer í ríkiskassan.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Við uppskotinum verður heimilað, at persónur, sum hevur skattligan bústað í Føroyum og einum øðrum landi, kann verða frítikin fyri at rinda arbeiðsmarknaðargjald í Føroyum, um veruligi bústaðurin er uttanlands.

??løgmansskrivstovan 16

???????????????

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Við uppskotinum verður heimilað, at diplomatar/sendimenn verða frítiknir fyri at rinda meirvirðisgjald í Føroyum. Harumframt verður mælt til, at reglurnar um mvg-frítøku fyri sjóklæðir verða dagførdar. Eisini verður umhugsað møgulig mvg-afturbering til ítróttafeløg, sum ikki eru vinnulig.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald við skráseting av motorakførum

Við uppskotinum verður mælt til, at galdandi løgtingslóg verður dagførd, soleiðis at m.a. ein enn størri partur av virðisgjaldinum verður lagdur um til eitt umhvørvisgjald.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutning

Við uppskotinum verða avgjøldini á allari innfluttari mjólk javnsett.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum

Við uppskotinum verður mælt til at gera broytingar í galdandi løgtingslóg, soleiðis at m.a. umhvørvisvinarligir bilar sleppa bíligari í vegskatti.

Uppskot til løgtingslóg um skatting av eftirlønum

Uppskotið er partur av uppskotinum um eina pensjónsnýskipan.

Uppskot til ríkislógartilmæli um fíggjarligt virksemi

lógin verður dagførd. FisKimÁlarÁðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Áseting av fiskidøgum fyri fiskidagaárið 2012-2013.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Dagføringar og broytingar viðvíkjandi festiskipan og nýtslu av landsjørð.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Dagføringar og broytingar av ymsum ásetingum viðvíkjandi festikontu. VinnUmÁlarÁðið

Uppskot til løgtingslóg um fjarskifti

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra lógarverkið, eins og uppskotið serliga skal tryggja kapping á fjarskiftisøkinum.

??løgmansskrivstovan 17

???????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

Uppskot til løgtingslóg um produkttrygd

Uppskotið hevur til endamáls at seta í gildi reglur um produkttrygd í Føroyum, serliga vegna komandi føroysku luttøkuna í ECaa-sáttmálanum.

Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsmarknaðarráð

Uppskotið hevur til endamáls at skipa eitt ráð, umboðandi partarnar á arbeiðsmarkanðnum, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarpolitiskum spurningum.

Uppskot til løgtingslóg um seming í arbeiðsósemjum

gjørd verður nýggj semingslóg, sum m.a hevur við sær, at semingslógin fer at fevna um allan arbeiðs- marknaðin.

Uppskot til løgtingslóg um pakkaferðir, pakkafrítíðir og pakkatúrar

Uppskotið hevur til endamáls at áseta reglur um pakkaferðir v.m. soleiðis, at føroyska lóggávan er í samsvari við ta í grannalondum okkara. Uppskotið skipar eisini ein ferðatrygdargrunn, sum tryggjar ferðafólk, tá ið serligar umstøður gera seg galdandi.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling

Endamálið er, at virksemið hjá alifeløgum, t.e. eitt nú víðari virking, vørmenning og sølu- og marknaðarføringsarbeiði, ikki verður flutt av landinum, men skal fara fram í Føroyum.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um trygd á sjónum

Uppskotið hevur til endamáls at áseta reglur um promillusigling og at dagføra revsireglurnar.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra og nútímansgera lógina, eins og endamálið er at laga lóggávuna til samanleggingina av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og arbeiðseftirlitinum.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging

Uppskotið hevur til endamáls at tillaga ásetingarnar um sjálvstøðug vinnurekandi o.tíl. Harumframt verða gjørdar smávegis rættingar.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra lógina, soleiðis at hon verður í samsvari við lóggávuna í grannalondum okkara.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um elinneleggjarar

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra lógina. samfelagsliga og tøkniliga menningin hevur við sær, at tað er tørvur á at regulera virkisøki lógarinnar og at dagføra krøvini til elinnleggjarafyritøkur.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin)

Uppskotið hevur til endamáls at gera nakrar rættingar í vinnufelagslógini. løgmansskrivstovan 18

?????????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra tryggingarlógina, soleiðis, at hon er í samsvari við Es-reglurnar, m.a. viðv. reglunum um haldfelagsskapir og krøv til nevnd og stjórn.

Uppskot til ríkislógartilmæli um dagføring av immaterialrættinum

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra alla immateriallóggávuna, sum fevnir um vørumerkjalóg, sniðgevaralóg, lóg um brúksmodell og lóg um patent, soleiðis, at lóggávan, sum verður lagað til føroysk viðurskifti, er í samsvari við lóggávuna í grannalondum okkara.

Uppskot til ríkislógartilmæli um sjólógina

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra sjólógina, soleiðis at sjólógin er í samsvari við lóggávuna í grannalondunum.

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra luftfartslógina. mEnTamÁlarÁðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlalan

Talan er um broytingar, ið m.a. hava til endamáls at tryggja betri samskipan í sambandi við innskriving av næmingum.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg: eftirskúlalógin

lógin verður endurskoðað m.a. fyri at greiða fyrisitingarligu viðurskiftini viðvíkjandi stuðli og lántøku.

Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um skúlafyrisiting frá 1978

lógin verður sett út gildi, tí ásetingarnar í skúlafyrisitingarlógini frá 1978 eisini eru ásettar í nýggjari skúlalóggávu.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

lógin skal dagførast, nú skúlabókagrunnurin og landsmiðstøðin, saman við KT-deplinum, eru løgd saman í ein nýggjan stovn, nÁm.

Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy

Talan er um eina verklagslóg í sambandi við, at peningur er settur av og ein bygginevnd sett at fyrireika um- og útbygging av skúlanum.

Uppskot til broytingar í løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlunum

lógin verður dagførd, og heimild verður at áseta nærri reglur um útbúgvingarnar, so tær innihaldsliga svara til líknandi útbúgvingar í okkara grannalondum.

??løgmansskrivstovan 19

???????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til musikkskúlar

Endamálið er at tillaga og dagføra lógarásetingarnar um stuðul o.a.

Uppskot til løgtingslóg um størv í fólkakirkjuni

lógaruppskotið hevur ásetingar um, hvussu prestur verður kallaður, hvussu prestar og próstur verða settir, umframt hvørji førleikakrøv verða sett teimum. Eisini fevnir lógin um onnur størv, sum kunnu verða sett í fólkakirkjuni.

Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt

málsøkið upphavsrættur varð yvirtikið 1. januar 2010. Talan verður um nýggja føroyska lóg um upphavsrætt, ið verður sett í gildi í staðin fyri galdandi lóggávu.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m. og løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins

lógaruppskotið hevur til endamáls at geva landsstýrismanninum heimild til at flyta umsitingina av ávísum stuðulsjáttanum til mentanargrunn landsins. Ætlanin er eisini, at grunnurin skal ráðgeva landsstýrismanninum um yvirskipaða mentanarpolitikkin.

Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um yrkisskúlar

Tillagingar verða gjørdar í lógini um yrkisskúlar m.a. í sambandi við, at nýggj lóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar kemur í gildi 1. januar 2013.

Uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip

Endamálið er at fara undir eina verndar- og stuðulsskipan, ið hevur til endamáls at varðveita skip, ið hava mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar.

Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um lestrarstuðul

Ymsar tillagingar verða gjørdar í lestrarstuðulsskipanini fyri at tálma útreiðsluvøksturin m.a. við at umleggja ÚsUn-skipanina, soleiðis at ein partur av stuðlinum verður lagdur um til lán.

HEilsUmÁlarÁðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

Endamálið við lógarbroytingini er at bøta um rættartrygdina hjá sjúklingum, sum verða sendir til viðgerðar uttanlands. Føroya Kærustovnur hevur í fleiri førum víst á, at galdandi reglur eru ógreiðar og bera í sær ov tilvildarliga umsiting. Við uppskotinum verður neyvari ásett í lógini, hvørji atlit skulu vera avgerandi fyri, at sjúklingur kann fáa játtað fylgjara, soleiðis at fyrisitingarliga støðutakanin gerst einfaldari og rættartrygdin hjá sjúklinginum harvið betri.

??løgmansskrivstovan 20

???????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

sambært galdandi lóg skulu øll børn í skúlaaldri hava tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunu- lækna. Tann fyrra kanningin skal bjóðast við skúlabyrjan og tann seinna stutt fyri, at ásetta undirvís- ingarskyldan endar. Endamálið við lógarbroytingini er at skipa soleiðis fyri, at eisini heilsufrøðingar fáa heimild til at fremja hesar heilsukanningar.

Uppskot til løgtingslóg um forboð fyri at selja solarium til persónar yngri enn 18 ár

Tað er vísindaliga staðfest, at greitt samband er millum sannlíkindini fyri at fáa krabbamein í húðina og hvussu nógv húðin hevur verið fyri ultraviolettum ljósi. av somu orsøk mælir krabbameinsætlanin frá 2009 til, at solarium verður bannað fyri ung undir 18 ár. nýggj lóg verður orðað við tí endamáli at fyribyrgja krabbameini, sum stendst av at nýta solarium. Við lógini verður bannað at selja solarium til persónar yngri enn 18 ár; ásetingar verða um krøv til tey, sum selja solarium, og ásett verður revsing í sambandi við brot á lógina.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd

Tað er tørvur á at dagføra heilsutrygdarlógina, har ymiskar rættingar og tillagingar skulu gerast, eftir at lógin, sum kom í gildi 1. januar 2010, hevur verið í gildi í eina tíð. Eisini skal heilsutrygdargjaldið broytast, soleiðis at tað í størri mun verður samhaldsfast.

Uppskot til løgtingslóg um ráðgevandi fosturtøkunevnd

Í samgonguskjalinum er ásett: “ráðgeving í fosturtøkuspurningum verður styrkt við serkønum á hesum øki”. Endamálið er at seta eina nevnd, ið skal taka sær av at ráðgeva teimum, sum ætla sær at søkja um fosturtøkuloyvi.

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed”

lógin verður sett í gildi fyri Føroyar, soleiðis at tær ymisku autorisatiónslógirnar á heilsuøkinum verða savnaðar í eina lóg við teimum seinastu dagføringunum.

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter”

Endamálið við at seta í gildi donsku vísindasiðsemislógina er at dagføra reglurnar á økinum og at tryggja, at føroyskir umsøkjarar kunnu kæra avgerðir hjá føroysku vísindasiðsemisnevndini. Det Centralvidenskabsetiske nævn er avtikið og Det nationalvidenskabsetiske nævn er komið í staðin.

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om brug m.v. af radioaktive stoffer”

Endamálið við uppskotinum er at fullfíggja føroysku lóggávuna á økinum. "lov om brug m.v. af radio- aktive stoffer" er ongantíð formliga sett í gildi í Føroyum, hóast ríkislógartilmæli um hetta varð sam- tykt av løgtinginum 14. apríl 1969. Hetta kemst av, at viðkomandi danskir myndugleikar av misgáum ongantíð hava skrivað út kongliga fyriskipan um gildiskomu, sum umrødd er í lógarinnar § 7.

??løgmansskrivstovan 21

???????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

almannamÁlarÁðið

Uppskot til verklagslóg um ungdómspensjónat

Heldur enn at keypa tænastur til børn og ung uttanlands hevur landsstýriskvinnan sett sær fyri at

veita tænastuna í Føroyum. Í løtuni verða børn og ung send av landinum, tí tilboð ikki eru til teirra í Føroyum. skulu tilboðini veitast, er tørvur á at fáa stovnsett fleiri tilboð í Føroyum. Talan er partvís um búvenjingartilboð, eftirslúsing o.s.fr. Endamálið við lógini er partvís fyribyrgjandi, og miðast skal fram ímóti at gera tey ungu før fyri at klára seg sjálv.

Uppskot til verklagslóg um sambýli til heilaskadd

Í løtuni er eitt sambýli fyri fólk við heilaskaða í Tórshavn. Talan eru eini sethús, sum ikki eru bygt til endamálið. Í løtuni búgva 4 fólk á sambýlinum. Tørvur er á at fáa høli, sum eru bygd til endamálið, og sum eisini kunnu rúma fleiri búfólkum og umlættingartilboðum. Tí hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at niðurleggja verandi stovn og byggja nýggjan til 10 búfólk.

Aðalorðaskifti um eldrarøkt

Í tráð við samgonguskjalið verður ein eldrapolitikkur orðaður saman við fakfólki á eldraøkinum. Eldrapolitikkurin verður grundarlag undir einum aðalorðaskifti á tingi um framtíðina á økinum.

Uppskot til lógarbroytingar orsakað av játtanarkarmunum 2013

Uppskotini, sum eru umrødd í frágreiðingini “Á rættari kós”, tó ikki at hækka pensjónsaldurin, verða løgd fyri løgtingið í 2012.

innlEnDismÁlarÁðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing

Endamálið er at víðka virkisøkið hjá lógini til eisini at fevna um náttúruvernd og at geva landsstýris- manninum heimild at áseta neyvari reglur um ymisk viðurskifti av týdningi fyri at skipa eina betri náttúruvernd, harundir at geva landsstýrismanninum heimildir at áseta reglur, sum skipa eina verju av trimum tilnevndum ramsar-økjum, nevniliga nólsoy, skúvoy og mykines.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til drekkivørur at avloysa verandi lóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

Endamálið er at fremja eina nýskipan á umhvørvisøkinum, har pant verður lagt á íløt við innflutning og framleiðslu og at betra um umstøðurnar hjá brúkaranum at avreiða tóm íløt og fáa pantið endurgoldið. skipanin skal styðja undir, at alsamt fleiri tóm íløt verða afturborin heldur enn at tey enda á brenni- støðini ella í náttúruni.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

Endamálið við broytingini er at áseta reglur um barlastvatn frá skipum fyri at tryggja, at Føroyar kunnu taka undir við og fremja altjóða sáttmálan um barlastvatn frá imO, sum væntandi fær altjóða gildi móti árslok ella í 2013.

??løgmansskrivstovan 22

???????????????

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2012

Uppskot til løgtingslóg um alment kunngerðablað

Ætlanin er, at Kunngerðablaðið frá 1. januar 2013 skal gevast út í elektroniskum skapi. sambært stýris- skipanarlógini § 26 skulu reglur um kunngering ásetast í lóg. Í mun til galdandi skipan er tað serliga gildiskoma av lógum og kunngerðum, sum ikki sjálvar áseta reglur um gildiskomu, sum tað er neyðugt at tillaga til eina elektroniska útgávu av Kunngerðablaðnum.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógarkunngerð um ferðslu

lógarbroytingin skal geva heimild at geva út serlig P-skelti til fólk, ið bera brek.

Ríkislógartilmæli um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven

Við lógarbroytingini verða settar í gildi fyri Føroyar somu reglur um viðgerð av visumumsóknum, sum eru galdandi fyri øll schengenlondini. Eisini verða settar í gildi reglur um "visuminformationssystemet" (Vis) og skifti av upplýsingum millum schengenlondini um visa til styttri uppihald (Vis-forordning- in), hvørs yvirskipaða endamál er at betra um fremjan av einum felags visumpolitikki og konsulerum arbeiði við at lætta um skifti av upplýsingum millum schengenlondini viðvíkjandi umsóknum og avgerðum um visum.

Ríkislógartilmæli um broyting í Lov om pas til danske statsborgere m.v.

Talan er um eina dagføring av pass-lógini (gjald fyri digitalt fingraprent).

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um alment innlit (skjalainnlit í starvsfólkamál)

lógarbroytingin hevur við sær, at mál um setanarviðurskifti hjá einstaklingum, sum starvast hjá tí almenna (ítøkilig starvsfólkamál), sum meginregla ikki verða fevnd av reglunum í lógini um alment innlit. meginreglan verður, at tað ikki ber til at fáa innlit í slík starvsfólkamál, men rætturin til egið innlit verður tó framvegis tann sami sum í dag.

Lesið meira á heimasíðu landsstýrissins.