Sunnudagin tann 27. juli kl. 16 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 16.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1985 ella fyrr, og vaksin fødd í 1957 ella fyrr (veteranar). Vinnandi maðurin og kvinnan fáa steyp, harumframt fáa nr. 1, 2 og nr. 3 heiðursmerki. Nr. 1, 2 og 3 í veteranbólkunum fáa heiðursmerki.
Kappingin á Ólavsøku er samstundis síðsta umfar í árligu Grand Prix kappingini fyri vaksin og børn. Á heimasíðuni www.athletics.fo er kunning um støðuna í Grand Prix kappingini, undan Ólavsøku.
Børnini byrja at renna kl. 16.45 tá dreingir og gentur - 7 ár (f. 1996 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur - 10 ár (f. 1993-1995) sama tein
Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur - 13 ár (f. 1990-1992) og dreingir og gentur - 17 ár (f. 1986-1989).
Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki. Vinnarin fær harumframt steyp.
Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini hjá bæði vaksnum og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir á Ólavsøkurenningini eru heiðraðir.
Tilmelding kann bert gerast á www.athletics.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 14.30-15.30. Luttøkugjald kr. 50,00 skal flytast í Føroya Banka, á konto 6460 166.239.4. Tilmeldingin er bert galdandi um goldið verður beinanvegin umvegis peningastovn. Tilmeldingarfreistin er leygardagin kl. 12.00.
Skrá:
14.30-15.30 Heintan av startnummari á Skálatrøð
16.00-16.45Vaksin (fødd í 1985 ella fyrr) renna5 km
16.45-17.30Børn - kappast í hesi raðfylgju:
Børn - 7 ár (f. 1996 ella seinni)renna600m
Børn - 10 ár (f. 1993-1995) renna600m
Børn - 13 ár (f. 1990-1992) renna1200m
Børn - 17 ár (f. 1986-1989) renna1200m
17.30Heiðursmerkja- og steypahandan