Ólavsøkurenningin verður mikudagin

Mikudagin 27. juli skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn.

 

Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út í Bakka.

 

Øll tey vaksnu byrja samstundis. Kappast verður í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1995 ella fyrr, vaksin fødd 1956-1965 (veteranar), og vaksin fødd 1955 ella fyrr (superveteranar) Talan er um síðsta umfar av Grand Prix kappingini, og er hetta finalan. Børnini byrja at renna kl. 18.30 og kl. 19.00 verður heiðursmerkjahandan.

 

Tilmelding fer fram á www.renn.fo í seinasta lagi týskvøldið 26.juli kl.22:00.