Ólavsøkuskrúðgongan hevur mist nógva tign

Fyrr gekk henda skrúðgonga í tveimum røðum, politikkarar øðrumegin og prestar hinumegin, og síðani vóru tað teir tríggir donsku embætismenninir

Men mangt broytist. Speril kom í og stýrisskipanarlógin fekk skyldina. Og fyri at gera øllum til vildar er Ólavsøkuskrúðgongan í dag í trimum røðum. Tó ikki nóg mikið við tí. Nú sleppur hvør Hanus og Janus upp í hesa fyrr so tignarligu gongu, ein herskari av skrivstovukrakkum og enntá innboðin fremmandafólk, sum einki hava at gera í hesi gongu.

Fakta er, at tá ið oddafiskarnir eru komnir upp á pláss inni í kirkjukóri, stendur ein langur hali sum sild í tunnu út eftir øllum kirkjugólvinum – heilt út um dyrnar. Alt er steðgað upp.

Sum gamal urguleikari í hesi kirkju veit eg, at urguleikarin av hesi orsøk verður noyddur at spæla eitt rættiligt maraton-preludium, áðrenn gudstænastan í heila tikið kann byrja.

Sera jánkasligt. Her vantar ein garvaður seremonimeistari.

Fáið tignina aftur í Ólavsøkuskrúðgonguna.