Ólavur er søldfiringur, sonur Áslu og Asaf Olsen. Hann er giftur við Súsonnu f. Isaksen, sum eisini er úr Søldarfirði, og eiga tey børnini: Joan 23 ár, Andy 20 ár, og Ásu Mariu, sum er 12 ár. Tey áttu eisini sonin Andi, sum var føddur í 1977. Andi doyði 5 ára gamal av løstunum hann fekk í eini ferðsluvannlukku í august 1982.
Eftir lokið realprógv í Runavík í 1971, fór Ólavur í læru sum maskinsmiðjur á Skála Skipasmiðju og var útlærdur í 1975. Síðan sigldi hann í eitt ár ella so, til hann fór á maskinskúla í Havn. Sum nýklæktur maskinmeistari var hann eitt skifti við rækjuskipinum Logos úr Gøtu.
Ólavur tók víðkað maskinmeistaraprógv í Keypmannahavn í 1981 og var maskinmeistari við Gullfinni (nú Høgaberg) fleiri ár í 80-unum.
Eitt skifti meðan konan, Súsanna, nam sær útbúgving í Danmark, var familjan øll búsitandi í Nivå, nakað norðanfyri Keypmannahavn. Hesa tíðina starvaðist Ólavur sum maskinmeistari hjá Københavns Havn, har hann var sera væl dámdur. Har stóð honum í boði fast leiðandi starv, men longsilin eftir heimlandinum var ov sterkur.
Eftir tað sigldi hann sum meistari við útlendskum skipum, eitt nú grønlendskum, í nøkur ár. Síðst í 80-unum byrjaði Ólavur at arbeiða hjá KJ-Hydraulik á Kambsdali og bleiv seinni settur í fast starv. Fyri fýra árum síðani tók hann við sum stjóri í fyritøkuni, har tað í dag starvast eini 45 fólk.
Ólavur er ein dugnaligur maskinmaður, hann hevur leiðaraevni og dugir væl at skipa fyri, hann sigur sína meining og er vitugur. Hann hevur stóran áhuga í føroyska vinnulívinum og situr í fleiri nevndum. Til kommunuvalið í november í fjør var Ólavur valdur í býráðið í Runavíkar kommunu. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, tí hann sat eisini í hesum sessi valskeiðið 1996-2000.
Ólavur er NSÍ-ari um ein háls. Sonurin Andy leikar á besta liðnum, og ofta sæst "stjórin" við tasku krevja inn til dystir við Løkin. Familjan býr á niðara vegnum í Søldarfirði, á staðnum tey kalla Lygnes. Ólavi dámar væl at "putlast" kring húsini. Tá kvøldini leingjast, og veðrið loyvir tí, sæst Ólavur ofta fríðka um rundan um húsini, har mold og eyrur so smátt er broytt til ein urtagarð. At handalagið og ikki minst tolið er gott, er tann stásiligi grótgarðurin, sum hann hevur lagað fram við vegnum, eitt gott dømi um.
Vit ynskja Ólavi hjartaliga tillukku við 50 ára degnum sunndagin.