Ólavur Presley gevur ikki upp

- Hetta árið hevur verið strævið, men nú kenni meg aftur fullan av orku, sigur Ólavur Klakk. Seinastu hálva árið hevur hann verið álvarsama sjúkur, men nú hevur hann tað so mikið gott, at hann ætlar sær aftur á pall at framføra

Hann er kendur sum sangarin, ið strippaði á palli, hann, sum einaferð skuldi heingja seg á eini konsert, og sum festiligi klaksvíkingurin við stórum k. Talan er um 63 ára gamla Ólav Klakk, sum av mongum eisini er kendur sum Ólavur Presley. Hóast hann er raktur av sjúku, kundi hann í farnu viku hátíðarhalda 45 ára starvsdag hjá Føroya Bjór, og sambært honum sjálvum er hann heldur ikki heilt liðugur við at undirhalda.



Brúkti kamb sum mikrofon

- Tónleikur hevur altíð verið ein stórur partur av mær, og mær hevur altíð dámt væl at undirhildið og skipað fyri tiltøkum, ið hava við tónleik at gera, sigur Ólavur, sum minnist, hvussu hann sum 14 ára gamal fekk sína fyrstu tónleikauppgávu. Hetta var á matstovuni Café Venus, sum eisini bleiv rópt Kemme´s Bar í Klaksvík.

- Har var ein stálbandupptakari, og mín ábyrgd var at taka upp av Radio Luxemburg. Tað var serliga Beatles, Jim Reeves og sjálvandi eisini Elvis, sum vit lurtaðu eftir tá, greiðir Ólavur frá. Um hetta mundið kom hann við í tónleikabólkin Kjallaraorkestrið, sum var hansara fyrsti bólkur. Teir, ið mannaðu bólkin afturat Ólavi, vóru Leivur Petersen, Kristin Baldvinsson, Dánjal Klakk, Kári Lindberg og Sylvi Hansen.

- Vit spældu nógv hjá Bobby Bare, minnist eg. Og so plagdi eg at brúka ein kamb sum mikrofon, sigur Ólavur og flennur við sínum eyðkenda láturi. Honum dámdi so mikið væl tónleikin, sum var tá í tíðini, at fyrsta lønin, hann forvann í eini feriu, fór til nakrar singleplátur.

- Summarið í 1965 var eg feriuavloysari hjá Føroya Bjór, og fyri ta fyrstu lønina keypti eg singleplátur frá millum annað Little Richard, Beatles og Elvis, sigur Ólavur. Júst pláturnar hjá Elvis høvdu stóra ávirkan á tann unga klaksvíksingin.

- Líka síðan eg keypti fyrstu singleplátuna hjá Elvis, havi eg dyrkað hann. Onkursvegna dámdi mær væl, at Elvis var ein rebellur og tordi at gera uppreistur, greiðir Ólavur frá.



Ólavur strippaði á palli

Sum 18-20 ára gamal var hann virkin í bólkinum Scare Crows, sum millum annað hevði konsertir í Lognbrá og í Gomlu Dansistovuni.

- Tá var tað mest country, ið vit spældu. Vit góvust sum bólkur í 1972, og tá slapp eg at royna meg sum disc jockey í Atlantic Disclovers, har sum mentanarhúsið Atlantis er í dag, sigur Ólavur. Har var diskotek bæði hóskvøld og fríggjakvøld, og Ólavur og aðrir tónleikaáhugaðir skiftust um at vera disc jockeys.

Hetta sama árið leitaðu tveir aðrir menn í Klaksvík, Rudolf Joensen og Sonhard Johannesen eftir einum sangara til ein nýggjan bólk. Ólavur var til dystin fús, og bólkurin Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags, bleiv stovnaður. Ein bólkur, sum skjótt gjørdi vart við seg á føroyska tónleikapallinum.

- Vit vóru ongantíð serliga musikalskir, haldi eg meg kunna siga, men vit vildu bara undirhalda og geva fólki eina stuttliga og øðrvísi uppliving, greiðir Ólavur frá. Tá Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags fóru á pall, vóru teir so sanniliga eisini øðrvísi í mun til aðrar føroyskar bólkar tá í tíðini. Serliga vakti tað ans, tá Ólavur byrjaði at strippa til konsertirnar.

- Tað var ikki vanligt, at nakar læt seg úr klæðunum upp á handa mátan í 70unum. Fyrstu ferð, eg stóð á palli í ongum øðrum enn undirbuksum var á Glyvrum. Eg gjørdi tað bara spontant, so hinir í bólkinum vistu heldur ikki av tí, minnist Ólavur og vísir á, at konsertirnar hjá bólkinum skuldu vera líka so nógv fyri eyguni sum fyri oyruni.

- Eg minnist einki til, at fólk vóru illa ella kendu seg stoyttan av tí, at eg strippaði á pallinum. Tað var bara eitt stuttligt og annarleiðis innslag, sigur Ólavur, sum tó ikki vildi hava, at myndir av honum í berum undirbuksum skuldu koma í bløðini.

- Av respekt fyri mínum nærmastu bønaði og bað eg altíð fjølmiðlarnar um ikki at seta undirbuksamyndir av mær í bløðini. Og tað ynskið bleiv eftirlíkað rættiliga leingi, sigur Ólavur. Eftir eina konsert hjá Ólavi Presley and the Rabits í Havn í 1975 var ein mynd av Ólavi í undirbuksum tó at síggja í einum nýggjum myndablaði.

- Tá reageraðu fólk, og tey søgdu bæði eitt og annað, minnist Ólavur.



Hongdi seg á konsert

Tað er ikki einans við strippi, at Ólavur hevur gjørt vart við seg. Á eini konsert í 1974 í gomlu fimleikarhøllini í Klaksvík fekk hann eitt hugskot, sum kundi gjørt av við hann.

- Tá hevði eg staðið á palli í berum undirbuksum nakrar ferðir, so hesaferð skuldi okkurt heilt annað henda. Vit skuldu hava eina live heinging, sum var løgd til rættis niður í minstu smálutir, greiðir Ólavur frá og heldur fram:

- Eg skuldi syngja lagið “25 minutter endnu” hjá Poul Dissing,meðan eg stóð á tveimum ølkassum úr træð og við eini lykkju um hálsin, sigur Ólavur. Tað, sum áskoðararnir ikki vistu, var, at Ólavur eisini hevði ein enda um armarnar, sum skuldu tátta í ístaðin fyri lykkjan um hálsin.

- Rudolf kom og sparkaði ølkassarnar undan mær, men hvat hendir? Eg havi leikað so nógv í á pallinum, at bandið, sum var um armarnar, hevði førkað seg, soleiðis at lykkjan veruliga fór at stramma um hálsin, fortelur Ólavur. Lykkjan táttaði so mikið nógv í, at Ólavur svímaði og var vekk eina løtu.

- Tá dugdi eg at síggja, at tað var kanska at gera í so nógv av at hava eina live heinging á pallinum, so tað bleiv bara gjørt ta einu ferðina, sigur Ólavur, sum ikki bleiv serliga bangin av hendingini.

- Tað gjørdi mær ikki tað stóra. Í dag dugi eg væl at síggja tað øra í tí, men eg má siga, sum er, at eg angri einki. Men nú skal eingin fáa vónir um at at síggja stripp ella heinging á komandi framførslum hjá mær, tí tað verður so ikki gjørt aftur.



Lívsstarvið á Føroya Bjór

Hóast hann fyri langari tíð síðan er hildin uppat við bæði stripp og heinging, so hevur Ólavur alla tíðina hildið fast við at gera nakað annað, sum honum dámar væl. At arbeiða hjá Føroya Bjór. Í farnu viku kundi hann hátíðarhalda sín 45 ára starvsdag.

- Eg byrjaði har sum 18 ára gamal, og minnist meg rætt, stóð eg við skolimaskinuna ta fyrstu tíðina, greiðir Ólavur frá. Honum dámdi væl arbeiðið og treivst beinanvegin, hóast arbeiðið mangan var strævið.

- Vit plagdu at fáast við trækassar við eini 50 fløskum í, so tú kanst ætla, at tað var hart arbeiði hjá einum 18 ára gomlum drongi, sigur Ólavur og leggur afturat, at teir tappaðu nógvar fløskur tilsamans hvønn dag:

- Vit plagdu at tappa eini 200 kassar við ljósøl hvønn dag, 100 kassar við maltøl og 100 kassar við jolly. Og so vóru eisini øll hini sodavatnssløgini, so vit høvdu úr at gera, greiðir Ólavur frá. Hann heldur, at tað er ein heilt ávís orsøk til, at hann hevur verið á sama arbeiðsplássi øll hesi 45 árini.

- Trivnaðurin hevur nógv at siga á einum arbeiðsplássi, og mær dámdi altíð væl at vera til arbeiðis. Serliga fyrr ornaðu vit tað mesta sjálvir og høvdu eitt fantastiskt samanhald, sigur Ólavur. Serliga væl minnist hann ta tíðina, tá fimm av starvsfeløgunum vóru við á tiltikna 66-liðnum.

- Vit vóru allir starvsfelagarnir ótrúliga áhugaðir í fótbólti og fylgdu væl við í øllum dystum. Tað gekk ómetaliga væl hjá KÍ tá, so mangan var stuttligt at hava verið til fótbóltsdyst og so at skula til arbeiðis dagin eftir, sigur Ólavur.

Hann hevur bara einaferð verið óheppin, tá hann hevur verið til arbeiðis.

- Fyrra ár fekk eg caustic soda á annan fótin og brendi fótin illa. Ístaðin fyri at leita mær læknahjálp alt fyri eitt valdi eg at bíða, men tað skuldi eg ongantíð gjørt, sigur Ólavur, sum bleiv sjúkrameldaður í fýra mánaðir orsakað av óhappinum við evninum, sum verður nýtt undir framleiðslu á Føroya Bjór.

 

Sjúkan skal ikki vinna

At verða sjúkrameldaður í fýra mánaðir tóktist tá sum long tíð, men seinasta hálva árið hevur Ólavur heldur ikki verið til arbeiðis hjá Føroya Bjór. Í desember í fjør gjørdist hann álvarsliga sjúkur.

- Tíðliga um morgunin 19. desember vakni eg við óvanliga nógvari pínu í búkinum. Eg ætli mær til arbeiðis, men ístaðin blívi eg sendur suður á Landssjúkrahúsið, greiðir Ólavur frá. Kanningar vístu, at Ólavur hevði bruna og krabba ymsastaðni í búkinum.

- Sjálvandi var tað ræðuligt at fáa hesi boðini, men eg avgjørdi við meg sjálvan og segði eisini við læknarnar, at eg gevi ikki upp uttan víðari. Eg vil kempa, fortelur Ólavur. Fyrst í januar bleiv hann lagdur undir skurð og hevur líka síðan verið í viðgerð. Ólavur dylir ikki, at hann til tíðir hevur ynskt, at hann ikki var Ólavur Presley, sum øll kenna, nú meðan hann hevur verið sjúkur.

- At byrja við vildi eg halda sjúkuna loyniliga, tí eg tímdi og orkaði ikki, at øll skuldu fara at spyrja og práta við meg um sjúkuna. Men tílík tíðindi ferðast skjótt, so nógv vistu um mína heilsustøðu innan heilt stutta tíð, sigur Ólavur, sum síðani hevur tosað opið um sjúkuna. Síðani hann kom í viðgerð hevur gingið rætta vegin, og Ólavur kennir seg eisini nógv betur fyri nú.

- Eg bleiv so øgiliga klænur, tá ringast stóð til, men nú byrja fólk at siga við meg, at eg síggi betur út, so tað kann ikki vera heilt galið, sigur Ólavur og smílist. Góða hýrin hevur hann ikki mist.

- Tað skega er, at undir einum tíðarskeiði við sjúku, sum hjá mær, kemur mann í samband við nógv fólk, sum mann annars vanliga ikki plagdi at koma saman við. Tað var eitt sindur løgið, at fólk, eg ikki kendi, søgdu seg biðja fyri mær, men eg segði bara takk fyri tað, fortelur ein takksamur Ólavur, sum tó ikki heldur seg vera stórvegis broyttan, eftir at hann fekk staðfest krabba.

- Eg skal hvørki roykja ella drekka, og so ansi eg eftir, hvat eg eti, sigur Ólavur og skundar sær at leggja afturat:

- Men tað merkir ikki, at gestir, sum koma her á gátt, ikki kunnu fáa eina øl. Tað havi eg altíð bjóðað gestum, so tað geri eg framvegis.



Fer á pall í summar

Ólavur kennir seg so mikið væl nú, at hann hevur játtað at upptraðka á sjálvum Summarfestivalinum í Klaksvík, sum verður í august.

- Eg trongdi til at hugsa um okkurt annað enn sjúku og alt tað keðiliga. So hví ikki brúka tíð upp á at fyrireika eitt brak av eini framførslu á Summarfestivalinum, sigur Ólavur, sum ongantíð var í iva um, at hann fór at orka at framføra á festivalinum.

- Eg visti, at eg fór at klára tað, og tí segði eg ja. Eg og His Dirty Rag Rags hava vant í eina tíð, og longu nú kann eg lova, at tað verður eitt show við gomlum, kendum løgum og eisini eini trimum nýggjum sangum, fortelur Ólavur. Hann er ógvuliga spentur at skula á pall aftur, og sambært limunum í bólkinum, er hann væl fyri.

- Hanus G. Johansen segði herfyri, at hann skilti ikki, at eg skuldi eitast at vera tann sjúki, tá eg var tann, sum hevði so nógv meira orku enn teir allir tilsamans, sigur og Ólavur og flennur.

Og Ólavur Presley hevur funnið orkuna aftur og gleðir seg til allar tær góðu løturnar, hann hevur fyri framman.

- Fyrst er tað framførslan á Summarfestivalinum, og í oktober fara eg og teir tíggju vinmenninir í 49ers ein túr uttanlands, so tú kanst ætla, at eg havi nógv at síggja fram til.