Ólavur Rasmussen stjóri í SALT

Ólavur Rasmussen er settur stjóri í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.

Sambært facebook vanganum hjá mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, hevur nevndin fyri SALT grunnin tann 25. august 2017 sett Ólav Rasmussen í starv sum stjóra fyri SALT.

 

 

Starvið verður sett frá 1. oktober, ella eftir aðrari avtalu millum partarnar.

 

 

Ólavur Rasmussen hevur verið millum teirra, ið hevur gingið á odda fyri at fáa gomlu saltsiloina á Tvøroyri til altjóða mentanarhús.