Sum skilst, so hevur Adeshina Lawal í kvøld skrivað undir nýggjan sáttamála við B36. Framtíðin hjá honum hevur verið óviss og tað hevur ljóðað, at fleiri feløg hava víst honum áhuga.
29 ára gamli framherjin hevur verið ein støðug hóttan í álopinum hjá B36 í ár. Hann heur skotið 10 mál og hevur spælt fjórð flestar minuttir fyri B36 hetta kappingarárið.
Tað er framvegis óvist um Lukasz Cieslewicz heldur fram í B36. Í gjár skrivaði in.fo, at Lukasz hevur takka nei til eitt tilboð frá Víkingi, men nú ljóðar at Víkingur er vent aftur við einum betri tilboði. Eisini hevur ljóðað, at KÍ er eitt av fleiri feløgum, sum hevur víst Lukasz Cieslewic áhuga.
B36 boðar í dag frá, at Høgni Eysturoy hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Hann hevur bara spælt við B36, har hann hevur sett seg tungt á høgra bakk plássið.