Adeshina Lawal var ikki við í hópinum, tá ið ÍF tapti 4-0 ímóti B36 ólavsøkuaftan. Tað var annars ætlanin, men tá ið framherjin úr Nigeria fann útav, at hann ikki skuldi byrja inni í dystinum ímóti fyrrverandi felagi sínum, so noktaði hann at møta upp.
In.fo hevur tosað við Leif André Eliasen, ið er formaður hjá ÍF.
- Tað, sum hendi, var, at dagin áðrenn dystin hevði Alexander Jovevic (ÍF-venjari) ein taktikkfund fyri liðnum, har hann kunngjørdi, hvør byrjaði inni og ikki. Tá ið Lawal sá, at hann ikki var ímillum teir fyrstu 11, men á bonkinum, so segði hann, at hann fór ikki at vera við í hópinum, um hann ikki byrjaði inni, sigur Leif André Eliasen, tá ið hann varð spurdur um málið.
Og hald var í útsøgnini, tí at Adeshina Lawal var ikki ímillum teir 16 leikararnar á dómaraseðlinum, tá ið ÍF spældi landskappingardyst í Gundadali ólavsøkuaftan.
Enn er ikki heilt greitt, hvørjar avleiðingar gerðin hjá Lawal fær fyri hann. Nevndin hjá ÍF fer at viðgera støðuna innanhýsis.
- Lawal venur so ikki við í kvøld, men vit í nevndini ætla at tosa um støðuna innanhýsis rættiliga skjótt, sigur Leif André Eliasen at enda.
Adeshina Lawal, ið bleiv kosin til ársins leikara í Effodeildini í 2014, hevur ikki rakt somu leikligu hæddirnar, sum hann gjørdi, tá ið hann var ein av høðvuðsatvoldunum til meistaraheitið hjá B36 í fjør. Í 12 dystum fyri ÍF hevur hann skorað fimm mál, men eisini hevur hann fingið tvey reyð kort.