Bólkurin Lawetz er ikki nýggjur í Prix-høpi. Teir vóru við í Prix Føroyum 2003 og komu í hálvfinaluna. Tónleikurin vísti seg tó at vera ov glaður til eitt finalupláss, halda teir sjálvir.
Lawetz hava ikki spælt nógv síðan seinasta Prix. Orsøkin er tann, at trummuspælarin er tónleikalesandi uttanlands, og harafturat hava hinir limirnir í bólkinum havt nógv at gjørt við øðrum projektum ? eitt nú »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« og PállFinnurPáll.
Fyri at vera við aftur í ár, var bólkurin noyddur at finna nýggjan trummuspælara. Valið fall á Halgir Arge, sum áður hevur spælt í Tangz.
Tónleikurin, ið Lawetz fer at borðreiða við í Fuglafirði ? og á Tvøroyri, sum teir taka til ? verður poppur, soleiðis sum øll elska hann - og elska at hata hann. Dentur verður lagdur á spæligleði og áhoyrararóm.