Tað kom óvart á tey flestu, eisini tónleikararnar í bólkinum, at Lawetz skuldi koma víðari frá triðja umfari í Prixnum.
Bólkurin var púra ókendur áðrenn Prixið, og hann er mannaður við ungum tónleikarum úr høvuðsstaðnum, sum fyri stóran part spæla klassiskan tónleik.
Fýra av tónleikarunum í bólkinum eru við í Føroya Symfoniorkestri, og rocktónleikurn er í grundini eitt ískoyti til tann klassiska tónleikin.
? Vit høvdu ikki væntað, at vit skuldu fara at koma víðari í kappingini. Men tá ið vit høvdu verið á pallinum og spælt, og tað gekk stak væl hjá okkum, fingu vit eina vón um, at tað kanska fór at lata seg gera. Men tað var nú óvæntað hóast alt, sigur Ísak Sambleben, sum spælir bass í bólkinum.
Klassiskur tónleikur
Lawetz er ein nýggjur bólkur, sum bara hevur spælt saman í eitt hálvt ár, hóast onkrir av tónleikarunum hava spælt saman í fleiri ár. Teir spæla lættan rocktónleik, og tað gjørdu teir so væl, at teir komu víðari frá 3. umfari í Prixnum.
Fýra av tónleikarunum í bólkinum fáast eisini við klassiskan tónleik. Høgni Reistrup, Ísak Sambleben, Rúni K. Mouritsen og Dávur Juul Magnussen spæla allir við í Føroya Symfoniorkestri, og í hesum døgum fyrireikar Rúni seg til eina upptøkuroynt til MGK, sum er fyrireiking til konservatorii.
Rúni hevur verið niðri seinastu vikurnar, og tað var ivamál, um trummuspælarin kundi koma heim til hálvfinaluna. Tað vísir seg nú, at upptøkuroyndin hjá honum er um tvær vikur, og so læt tað seg gera at koma heim at spæla.
Rúni gongur til frálæru niðri, so hann er væl fyrireikaður til MGK-royndini síðst í mars.
Framtíðin
Lawetz er ein nýggjur bólkur, og tónleikararnir fáast eisini við annan tónleik. Tí er tað kanska upplagt at spyrja, um Lawetz hevur nakað framtíð eftir Prixið.
? Vit hava ikki tosað so nógv um hatta. Vit hugsa kanska ikki so langt fram í tíðina, sum aðrir bólkar gera, men vónandi heldur bólkurin fram. Fýra av okkum eru búsitandi í Havn, so tað liggur væl fyri at spæla saman, sigur Ísak Sambleben.
Um Rúni Mouritsen kemur inn á skúlan niðri, kemur tað kanska upp á tal at finna annan trummuspælara til bólkin, men teir ætla sær ikki at leypa fram av.
Venja uttan sangara
Meðan fleiri av hinum Prix-bólkunum hava spælt til konsertir seinastu vikurnar, hevur einki verið at hoyrt til Lawetz, síðani bólkurin spældi í Prixnum. Orsøkin til tað er, at trummuspælarin hevur verið í Danmark hesa tíðina.
Men nú er hann heima aftur, og dúgliga verður vant í hesum døgum.
? Seinastu tveir dagarnar fara vit at venja uttan sangara, so hann kann spara røddina hjá sær til leygarkvøldið, sigur Ísak Sambleben.
? Vit vita ikki, hvørjum vit skulu rokna við leygarkvøldið. Har eru fimm sera ymiskir bólkar, sum koma at spæla , og tað er trupult at gera sær nakrar tankar um, hvussu dómararnir fara at døma.
? Mær dámdi sera væl Gestir, og eg rokni við, at teir verða størsta hóttinin fyri møguleikan hjá okkum at fáa finaluplássið. Teir spældu væl og høvdu nakrar góðar sangir, heldur Ísak Sambleben.
Lawetz fer at spæla somu sangirnar leygarkvøldið, sum teir spældu í innleiðandi umfarinum, men teir hava broytt útsetingarnar eitt sindur.
? Nú gleða vit okkum bara til at sleppa at spæla leygarkvøldið. Tað er ein kapping, og tað fær okkum at geva eitt sindur eyka, sigur basspælarin í Lawetz.