Le Pen fer at atkvøða blankt

Oddakvinnan í tí høgrasinnaða flokkinum Front National í Fraklandi, Marine Le Pen, sigur, at hon fer ikki at leggja seg útí, hvørt veljararnir velja tann borgarliga Nicolas Sarkozy ella sosialistin François Hollande á seinna umfari av forsetavalinum, sum verður tann 6. mai.

Hon ætlar sær á val, men sigur, at hon fer at atkvøða blankt, og hon hevur sagt við sínar veljarar, at teir mugu sjálvir gera av, hvønn teir velja.

Í fyrra valumfari fekk Hollande 28,63 prosent av atkvøðunum, Sarkozy fekk 27,18 og Marine Le Pen fekk triðflestar atkvøður við knappliga 18 prosentum.