Leðursetur og heitan mat

Í morgun skipaði nýggja føroyska flogfelagið, FaroeJet, fyri tíðindafundi, har greitt var frá, hvørji tilboð felagið fer at veita ferðafólkunum, bæði hvat viðvíkur ferðaseðlum og umborð á flogfarinum

Tíðindafundurin hjá nýggja flogfelagnum á Hotel Hafnia í morgun byrjaði eitt sindur seinni enn ætlað, men stjórin í FaroeJet, Jóhan Simonsen, legði beinan vegin dent á, at tað verður ikki nakað eyðkenni fyri FaroeJet.
 
Sølan er byrjað
Í dag fóru ferðaskrivstovurnar kring landið undir at selja ferðaseðlar við FaroeJet. Fyribils verða ferðaseðlar seldir, ið eru galdandi frá 15. mai og seinni. FaroeJet ætlar sær tó á flog longu 1. mai, men fyrstu tvær vikurnar eru tó ikki endaliga klárar, og tí verða ferðaseðlar fyri hetta tíðarskeið ikki seldir enn.
- Vit ætla okkum ikki sjálvi at selja ferðaseðlar, tí tað duga ferðaskrivstovurnar betur enn vit. Ístaðin leggja vit okkum eftir at virka sum flogfelag, ið flytir ferðafólk úr stað í stað til tíðina og fyri ein rímuligan penga, sigur Jóhan Simonsen, stjóri í FaroeJet.
 
Bert einvegis ferðaseðlar
Sum útgangsstøði eru allir ferðaseðlar hjá FaroeJet einvegis ferðaseðlar, men hetta merkir tó ikki, at tað ikki ber til at keypa sær ferðaseðil aftur og fram frá nýggja flogfelagnum.
Prísirnir fyri ferðaseðlarnir verða tengdir at, hvussu tíðliga tú keypir tín ferðaseðil. Jú fyrr tú keypir, jú bíligari gerst ferðaseðilin. Keypir tú tær ferðaseðilin í minsta lagi sjey dagar undan fráferðini, kanst tú fáa hann fyri 695 krónur uttan avgjøld. Dýrastu ferðaseðlarnir fara fyri 1995 krónur umframt avgjøld.
Tá ið tú ferðast við FaroeJet  kanst tú hava 20 kilo av viðføri við tær, umframt fimm kilo í handviðføri. Men keypir tú ein av dýru ferðaseðlunum, fært tú loyvi til at hava heili 15 kilo við í  handviðføri.
- Vit vita, at tað eru nógv fólk, ið fegin vilja hava nógv viðføri við sær inn í flogfarið, so at tey kunnu gera skjótt av á flogvøllinum, og tí hava vit valt at veita ferðafólki okkara henda møguleika, sigur Jóhan Simonsen.
 
Ikki ókeypis rúsdrekka
FaroeJet hevur leigað eitt British Aerospace RJ 100 flogfar fyribils í fimm ár, og í mun til kappingarneytan Atlantsflog verða umstøðurnar og treytirnar umborð á flogfarinum eitt sindur øðrvísi enn hjá kappingarneytanum.
- Flogfarið er ætlað til 112 setur, men vit koma einans at hava 94 setur umborð á flogfarinum fyri at gera tað rúmligt hjá ferðafólkunum. Øll 94 setrini eru leðursetur, øll ferðafólkini flúgva á business class umborð á FaroeJet, greiðir Jóhan Simonsen frá.
Hann sigur eisini, at umborð á flogfarinum verður borðreitt við heitum mati og drekkivørum, men um ferðafólk ynskja rúsdrekka, noyðist tey at gjalda fyri hetta.
- Vit halda, at tað er mest rættvíst, tí annars skulu øll gjalda fyri rúsdrekka, sum bert nøkur fá drekka, sigur Jóhan Simonsen.
Í mun til kappingarneytan ætlar FaroeJet ikki, at ferðafólkini bert skulu bíleggja tollfríu vørurnar út frá einum lepa.
- Tollfríu vørurnar, ið kunnu keypast umborð, verða koyrdar runt í flogfarinum á einum vogni, so at ferðafólkini kunnu síggja vøruna, áðrenn tey keypa hana, sigur Jóhan Simonsen.
 
Leggja fyri við nógvum tilboðum
Ikki óvæntað fer FaroeJet at hava nøkur heilt góð tilboð, nú felagið er farið undir at selja ferðaseðlar. Millum annað verða heili 1000 setur seld fyri 500 krónur hvørt í mai mánað umframt ferðaavgjøld.
Jóhan Simonsen sigur eisini, at tað ikki er óhugsandi, at FaroeJet fer at hava nakrar kampanjur við eitt nú pakkaferðum, men fyrst og fremst snýr tað seg bert um ferðafólkaflutning.