Lea Kampmann fekk Virðisløn til ungt listafólk 2025

Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur handað Leu Kampmann, tónleikara, Virðisløn til ungt listafólk 2025.

 

í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

 

Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur. Ofta í moll. Einfalt og samansett. Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum.

 

Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini. Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður.

 

Les alla grundgevingina niðanfyri:

 

https://landsstyri.cdn.fo/.../ungt-listafo-lk-2025-a4.pdf...