Lea Lisberg: Hetta verður eitt menningarár

Betri deildin kvinnur: Tað er stórt fráfall í EBS/Skála og tað ávirkar málsetningin fyri komandi kappingarár

Lea Lisberg og EBS/Skála skulu í ár fóta sær eftir stóra frágongd - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Hóast fyrsta umfar er útsett eina viku vegna veður, so ger Fótbóltssambandið seg liðugt við upptaktina til Betri Deildina við kvinnum. Hesa ferð snýr tað seg um EBS/Skála.

 

Tær byrjaðu kappingarárið í fjør sera væl og lógu væl fyri í oddastríðnum eftir fyrru hálvu, men síðan tá hevur EBS/Skála stríðst við at finna stevið. Í ár snýr tað seg meira um menning enn medaljur, sigur Lea Lisberg.

 

– Vit hava havt stórt fráfall, og fleiri av okkara royndastu spælarum eru ikki við í hópinum longur, so vit hava ein sera ungan hóp. Eitt nú skulu vit klára okkum uttan Rakul Magnussen, sum í nógv ár hevur stýrt miðverjuni hjá okkum, og miðvallaran Káru Djurhuus, sum heldur ikki er við longur. Men vit vóna at menna okkum saman við Alex, sigur hon.

 

Við hesum sipar hon til Aleksandar Djordjevic, sum í ár er høvuðsvenjari hjá felagsliðnum. Umframt drúgvar royndir sum spælari, hevur hann eisini vunnið fleiri meistaraheiti sum venjari hjá KÍ kvinnunum, umframt, at hann eisini hevur vant besta kvinnuliðið hjá B36.

 

Hóast hetta, so hevur uppstarturin hjá EBS/Skála verið nakað tungur.

 

– Vit hava verið nakað darvaðar, orsakað av fráfallinum og at vit tí hava brúkt tíð uppá at fáa tær ungu uppí, og harumframt hava vit fleiri spælarar, sum eisini íðka hondbólt, men nú gleða vit okkum sjálvandi til at koma í gongd, sigur landsliðsspælarin.

 

Hóast EBS/Skála meira ella minni støðugt hevur verið við í toppinum seinastu árini, so verður 2023 sambært Leu Lisberg eitt menningarár hjá felagsliðnum.

 

– Vit hava ein sera ungan og óroyndan hóp, so málsetningurin er at menna okkum sum einstaklingar og lið, bæði tekniskt og taktiskt, sigur hon at enda.

 

Betri Deildin skuldi byrja hetta vikuskiftið, men hesum hevur nógvi kavin forpurrað, og tí verður lagt fyri næsta vikuskifti. Tá skal EBS/Skála til Klaksvíkar at spæla móti KÍ.

 

Lea Lisberg og EBS/Skála skulu í ár fóta sær eftir stóra frágongd - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd