Lea Wolles forkvinna

Tíðindaskriv

Á aðalfundinum hjá Landsfelagnum fyri fólk við autismu, stytt LFA, sum var tann 13. mars 2004 vórðu trý nýggj fólk vald í nevndina. Fyri vali stóðu: Sigtór Andreassen, Dennis Hansen og Eyðun Hellá. Eingin teirra stillaði uppaftur.
Nevndin skeyt upp at velja Eivin Simonsen, Kristu Brimheim og Hugo Leo fyri teir. Hetta varð samtykt. Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Lea Wolles forkvinna, Hugo Leo skrivari, Lone Húsgarð kassameistari, Eivin Simonsen tiltakslimur og aspergers umboð, og Krista Brimheim tiltakslimur.
Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund leygardagin 2. mai 2004. Hon hevur sett sær nøkur mál at arbeiða við til næsta aðalfund. M. a. er ætlanin at endurskoða og gera nýggjan faldara um autismu og asperger syndrom. Leygardagin 22. mai er ætlanin at skipa fyri einum limafundi við tí fyri eyga at seta foreldrabólk/ar á stovn. Hetta verður gjørt fyri, at foreldur at børnum, sum koma undir autismubreiddarbrekini, so sum Infantil autisma, Atypisk autisma og Aspergers Syndrom, javnan kunnu hittast og tosa um sína støðu. Foreldur kunnu so geva møguligar royndir viðvíkjandi sínum barni víðari til foreldur, sum kanska ikki kenna so væl til brekið.
Ætlanin er eisini at fáa Jóhannu Hansen, sernámsfrøðing, at greiða frá einum foreldra- og systkinaskeiði, sum hon hevur verið á hjá Center for Autisme í Danmark. Hetta verður gjørt fyri at vekja áhuga fyri einum skeiði, sum eftir ætlan verður hildið í Føroyum í september í viku 37 við Lennarti Petersen. Hann starvast sum fakligur leiðari og sálarfrøðingur á Center for Autisme. Lennart Petersen hevur áður verið í Føroyum og havt fyrilestrar, vegleitt stovnum og hildið skeið.
LFA vil eisini virka fyri, at børn, har sum illgruni er um, at atferðartrupulleikin er innan autismubreiddarbrekið, skulu fáa ásett eina diagnosu so tíðliga sum gjørligt, so at m. a. sernámsfrøðilig tiltøk rundan um barnið kunnu setast í verk beinanvegin. Hetta verður gjørt við m. a., at kunna avvarðandi myndugleikar um støðuna hjá einari familju við barni, sum ber brek innan autismubreiddarbrekini.